Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-24, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1979síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sofus Sivertsen og hinir býráðslimirnir frælsi bodnir í dans ralag javnaður --bi lesið á baksíðuni Nr. 23 — Leygardagin 24. mars 1979 Stjórin å Matrikulstovuni i samrødu vid Sosialin: Bestu dyrkilendini fara til vegir og husagrundir Til vegir og húsagrundir fara 30 og 50 kúfóður um árið, mest dyrkað jerð. Hetta fer at siggjast aftur einaferð, um vit ikki royna at verja hesa jerðina Lesið á síðunum 8 og 9 Menninir hava ræðið í Løgtinginum. Men vikuskiftið 18 — 20 mai vera 32 kvinnur á tingi — tó uttan lóggávuvald ÆTLA AT SETA KVINNU- TINGIÐ 18. MAI Allir flokkar taka undir vid tiltakinum Allir flokkar sendu um- bod å fyrsta fundin um kvinnutingið. Á fundin- um, sum var týskveldið, varð samtykt at miða móti at halda tingið dag- arnar 18., 19. og 20. mai í løgtingshåsinum. Tað eru báðar løg- tingskvinnurnar, Jona Henriksen og Karin Kjølbro, sum hava tikið stig til hetta tiltakið. Tær sendu fyrr í hesum mánað ellum flokkum á løgtingi innbjóðing at luttaka á kvinnutingin- um. Karin Kjelbro sigur, at allir flokkarnir taka undir við tiltakinum og eru sera positivir Flokkarnir vórðu bodnir at senda eitt um- boð á fundin týskveldið og tóku allir av. Tær, sum vóru á fundinum, eru samstundis komnar í fyrireikingarnevndina til kvinnutingið. Tær eru Ingrið Sondum fyri tjóðveldisflokkin, Mar- ita Petersen fyri javn- aðarfl., Lisbeth Petersen fyri sambandsfl., Ásla Poulsen fyri sjálvstýris- fl., Karolina Jacobsen fyri fiskivinnu- og fram- burðsfl. og Helena Sam- uelsen fyri folkaflokkin. Jona og Karin høvdu ætlad at tikid seg burtur ur fyrireikingararbeidin- um nú, men tær vórðu bidnar um at halda fram sum ráðgevar hjá nevnd- ini. Tað verða helst spurn- ingar viðvíkjandi bern- um í Feroyum, sum koma at verða viðgjerdir á kvinnutinginum. Karin Kjølbro sigur, at tær á fundinum týs- kveldið valdu at taka eitt ávist tema til við- gerðar á kvinnutinginum og lýsa tað frá fleiri síð- um. A kvinnutinginum vera 32 kvinnur og býtið millum flokkarnar verð- ur tað sama sum á log- tinginum LØGTINGID TÓK SUM HEILD UNDIR VIÐ SÁTTMÁLANUM Sambært sáttmálanum fáa feroysk skip loyvi at veiða 7.500 tons av toski, 2000 tons av hýsu og 1450 tons av eðrum fiski á norska landgrunninum og við Svalbard Harafturat fáa vit loyvi at fiska 1000 tons av upsa, so negdin av botnfiski er 12.000 tons ella tað sama sum í fjer. Norsk skip fáa loyvi at veiða i1.500 tons av botnfiski longu, brosmu, blálongu og upsa, meðan toskur bert í minni mun kann veiðast sum hjáveiða. Av idnaðarfiski fáa føroysk skip loyvi at veiða 10.000 tons av makreli, 10.000 av lodnu, 9000 av hvítingsbróður, nebbasild og svartkjafti og 4000 tons av brislingi. Norsk skip fáa afturimóti loyvi at veiða 90.000 tons av svartkjafti við 60 loyvum. Í mesta lagi mugu 28 skip royna í senn. Fiskiveiðusáttmálin mill- um Feroyarog Noreg kom til fyrstu viðgerð í log- tinginum hósdagin. Sum heild tóku flokk- arnir væl í móti landsstýr- isuppskotinum. Tó komu nakrar viðmerkingar frá framburðs- og fiskivinnu- flokkinum. Kjakið kom mest at snúgva seg um lutfallið millum tað, sum vit lata og tað, sum vit fáa frá eðrum. Erlendur Patursson segði, at vit hava alla- staðni eitt hámark, sum vit ikki megu fara uppum. Einastu meguleikarnir finnast tí her hjá okkum sjálvum, men her er eisini hámark, og tað mugu vit ikki fara upp um, tí so kemur tað okkum aftur um brekku. Erlendur Patursson førdi fram, at landleiðin bar ikki bert okkum uppi, men hon ber eisini okkara fjarfiskiskapi uppi og spurdi, um landleiðin kann bera okkum uppi ella ikki. — Alt vit fáa, skulu vit gjalda, so umvegis feðir landleiðin okkum, segði ErlendurPatursson, og legði afturat, at skulu vit økja um úrtekuna í egnum sjógvi, mugu vit minka um útlendsku veiðuna. Og vit vita, hvat tað kostar: minni fjarfiskiskapur. Hitt er at góðska veiðuna meira og her eru stórir meguleikar, segði Erlend- ur Patursson Gávumildir Adolf Hansen helt, at samrådingarnevndin hevdi verid gåvumild, tå hon hevði verið í Noregi Hann fanst at býtinum av nekrum av fiskaslog unum í sáttmálanum. Um lodnuna, sum kann veið ast við Svaldbard St gði hann, at har fór neyvan nakar at veiða eftir henni Somuleiðis fanst hann at A 7 hvítingsbróður- og bris lingskvotuni Annars fanst hann at tí, at alt ov lítið av kvotuni var fiskur, sum kom upp á land í Feroyum — Tað er ikki nóg mikið við einum sáttmála, men vit mugu eisini royna at fáa fiskin á land í Feroy- um. Eg haldi, at tað er bara hálvgjert verk at fáa sáttmálar í lag Hitt manglar, segði Adolf Hansen m.a Gagnar báðum pørtum Jogvan Sundstein helt såttmålin for at gagna bådum pørtum Hvørtvitt vi r forir fyri at fiska alt sjál Ir, vita vit Ikki, men ein storan part kunnu vit fiska, segði Jógvan Sund Framhald á síðu 3