leygardagur 24. mars 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 23 — 24. mars 1979
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Torshavn
Føroya Javnadarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (åbyrgd)
Høgni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Aftur
politisk loysn
EINAFERD afturat hevur danski
javnaðarflokkurin gjørt eitt sem-
ingsuppskot millum partarnar å ar-
beiðsmarknaðinum til lóg, áðrenn
partarnir høvdu tikið stødu til tað.
Einaferð afturat er tann frælsi sam-
ráðingarrætturin skúgvaður til viks.
Soleiðis finst hann í dag bert í prin-
sippiinum, ikki í praksis.
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
HETTA er tað sama sum, at verk-
falls- og »lock-out«-fråbodanirnar
verða av ongum. V.ø.o. er friður á
arbeiðsmarknaðinum skaptur, men
bert fyri ein part. Roknast kann við,
at arbeiðssteðgirnir og mótmælis-
fundirnir verða nógvir.
HVUSSU varð so úrslitið.
Lág-
markslønin er hækkað við eini góð-
ari krónu. Tann automatiska dyrtid-
arviðgerðin er varðveidd. Tó verða
tær næstu viðbeturnar ikki útgoldn-
ar, og tí verður roknað við einum
falli í tí disponiblu reallønini.
Frammanfyri stavn hómast ein
eykafrívika frá 1981/82.
TAÐ er ringt at avgera, hvor vann
og ikki. Arbeidararørslan hevur lagt
nøkur av merkismålum sínum, t.d.
byrjan til eina Q.D.-skipan ella i-
løgugrunn lønmåéttakaranna, til
viks. Og arbeidskeypararnir, sum
tvihildu um eina avtøku av dyrtidar-
viðbótunum og ein beinleiðis nidur-
skurð í reallønini, máttu at enda
sleppa krøvum sínum.
VINNARIN gjørdist heldur
gongustjórnin millum javnaðar-
flokkin og vinstra, við tað at hon
kollsigldi ikki, sum væntandi var.
Hetta er eina mest tí unga arbeið-
araráðharranum, Svend Auken, at
takka. Tað var hann, sum kláraði at
fáa eina semju í lag, sum báðir
flokkarnir góðtóku.
sam-
LO-STJÓRNIN fagnaði ikki úrslitin-
um, men hon góðtók tað vegna ta
truplu búskaparligu støðuna í Dan-
mark. Men samstundis hevur slept
llum ætlanum sínum um struktur-
broytingar innan økonomiska av-
gerðarrættin og -valdið í Danmark
— í hvussu so er í eina tíð!
T—Á—————————
VARLONGSUL
Hóast veðurlagið enn
minnir okkum á, at vet-
urin er kring okkum, fer
longsu!lin eftir vári og
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Í Dimmalætting hevur
Ove Mikkelsen eina grein
við yvirskriftini »Betri
seint'enn ongantíð.< Men,
leggið til merkis, at grein-
in viðger ikki tjóðveldis-
flokkin — hansara egnu
menn, sum ikki vildu hava
hann í landsstýrið! Grein-
in er eitt álop á hinar
flokkarnar uttan sam-
bandsflokkin (tað er væl
skiljandi), hóast sam-
summari at vaksa alt
meira og meira sum dag-
arnir longjast. Tráanin
eftir at uppliva tað lív-
skapandi várið er okkum
menniskjum givin.
Menn og konur í hópa-
tali leita út fyri dyr at
heilsa várinum vælkomið
við at prýðka um urta-
garðarnar og húsini, alt
fyri at gleða seg sjálvan
og onnur. Jú, sanniliga
skapar várið lív.
Her í Havn og aðra-
staðni við royna myndug-
leikarnir at fríðka um býin
við at planta tre og blóm-
ur, har meguleiki er fyri
vekstri.
Eisini almennir bygn-
ingar eru sera væl málað-
ir, so teir mongu litirnir
gleða ein. Mær tykir, at
kommunuskúlin er sera
væl eydnaður við teimum
litum, hann nú hevur.
Somuleiðis eru legtings-
húsini sera vekur. Fyri
nøkrufh árum síðani varð
tann vakri Skúlin á Treðni
bygdur í gomlum foroysk-
um stíli, og nógv varð
plantað rundan um hann.
Tá eg nú ein dagin spákaði
mær her úti á Frælsinum,
varð eg stórliga bilsin, tí
allar planturnar sóu út til
at vera kjvdar av deyða-
grasi, ið helst ongantíð er
sligið, síðani skúlin varð
bygdur.
Somuleidis er ein stórur
partur av garðinum kring
skúlan brotin. Mær tykir,
at hetta er stórt spell fyri
henda so vakra skúla, at
hann soleiðis fer í órekt,
hver orsekin so er.
Hetta er ivaleyst nakað,
ið skúlatænarin skal taka
sær av, ið býr á staðnum.
Granni
SKEIV ADRESSA
bandslimurin í nevndini
atkveddi ímóti umvali á
Økrum og í Lopra.
Men lat okkum koma til
veruleikan. Hóast Ove
Mikkelsen fekk flestar at-
kveður á tjóðveldislistan-
um í Suðuroynni, so valdi
tingmanning tjóðveldis-
floksins Hergeir Nielsen,
lærara á Leiti, og tað er
ikki ringt at gita sær,
hver hevur ligið í buktini.
Men hvat ger Ove? Jú,
ístaðin fyri at herja á sínar
egnu menn, heggur hann
nú bæði til hegru og
vinstru.
Ove Mikkelsen, sig
heldur sum er, at tínir
egnu menn vildu ikki hava
teg. Men eitt skalt tú eiga
frá mær, og tað er, at sum
landsstýrismaður hevði tú
klárað ta uppgávuna bet-
ur enn Heðin Klein og
Hergeir Nielsen.
At enda skal eg bert
siga, at Ove Mikkelsen
var maðurin, sum skaffaði
sínum flokki umboð á
tingi. Men við hasum val-
inum av landsstýris-
monnum hevur tjóðveldis-
flokkurin gjørt rís í sina
egnu reyv og harvið sagt
frá sær umboðið í Suður-
oynni med alla.
Hvalbingur
A—A———LLL——WSSSSSIÐ
POLITISK BÚKILSKA
Í Dimmalætting 10. mars
hevur Pauli Ellefsen eina
ófantaliga grein um mín
partamann Ola Jacobsen.
Herfyri hevði okkara
fólkatingsmaður Jóhann
Nielsen funnist at Paula
Ellefsen (av góðum
grundum), tí hann metti
so sjáldan á fólkating.
Hetta úttalilsið frá Jóhan
Nielsen gav Paula Ellef-
sen politiska búkilsku og
tað er tað, hann roynir at
krógva seg aftanfyri. Og
fyri ikki at vanvirða sínar
veljarar meira enn hann
longu hevur gjert, so
sendi hann Jóhs. M. Olsen
av Strondum niður á
fólkatingið fyri seg henda
mánaðin. Samstundis
stendur legtingssessurin
hjá honum tómur, sum
tað er vanligt hjá sam-
bandsmonnum.
Øll álop á javnaðar-
flokkin eru fyri at fjala
teirra ómegd. Tær ferðir-
nar, Pauli Ellefsen hevur
mett á fólkatingi, kunna
teljast á aðrari hondini.
Og fyri at fáa sínar velj-
arar at gloyma úttalilsið
hjá Jóhan Nielsen, roynir
hann at leiða hugsan
teirra burtur frá hesum.
Men tað er at vóna, at
fólkið ikki gloymir hetta
úttalilsið frá Jóhan Niel-
sen, fólkatingsmanni.
Fuglfirðingur
EÐ
KLAUSULUR LAGDUR Á
Fekk nú um dagarnar eitt
eintak av »Magn« nr. 6,
við m.a. eini grein nevnd:
Betong — Glas — Bilar —
Urtagarðar!
Í hesi aktuellu grein
stóð m.a. um urtagarðar-
nar fram við Tinghús-
vegnum, at býráð í nógv
ár høvdu havt ætlanir um
at javna teir vid jørdina,
»men her kom speril i av
onkrari orsøk.«
Orsøkirnar kunnu vera
so mangar, men ein man
vera hon, at tá ið teir
gomlu havnarmenninir i
sínari tíð plantaðu hesar
garðar líka frá amt.
manninum og niðan til
Kisan, bleiv samstundis
skilað til, at urtagarðarnir
máttu ongantíð oyði-
leggjast. Her varð klaus-
ulur lagdur á — hettar
fortaldi pápi fyri okkum
bernum, og vit hildu hett-
ar vera sera umhugsið av
forfedrum okkara.
Men nú er vend komin í.
Nú er Havnin vorðin so
stór, og olju- og Volvo-
lukkan ger um seg í Fer-
oyum. Tað ræður um at
„koyra tað gamla vekk,«
og síðani at byggja flott í
glasi og betong. Nú hava
menn (ja, tí menn eru tað)
hug at kveistra gamlar
klausular til viks, og gera
gjøldur burturúr teimum
fáu lokalpatriotunum so
sum Frazer Eysturoy,
sála, Janusi Kamban og
eðrum, ið vága sær at
muta ímóti, ið vága sær at
tosa meira um milje enn
um stokkutan letuvinn-
ing.
Hvat ætlar telefonverk-
ið at byggja aftan fyri
urtagarðarnar? Ein kassa
aftrat? Ella meguliga eina
vakra lága lon? Ætlar bý-
ráðið at kloyna enn ein
cementblokk inn í miðbý-
in, inn ímillum smelu
pinkuvegirnar i gamla
hugnaliga býnum, har tey
smáu húsini í dag standa
og kikka eftir ondini?
Hvat rúmast so í tí evt.
lágu lonini við Tinghús-
vegin? Hví ikki flyta alt
telefonverkið út um býin,
og gera eina fullfiggjaða
ætlan av telefonini eina
ferð með alla? Hettar
kemur at taka eina longri
tíð, men hava vit ráð til at
oyða býin, so einki verður
eftir uttan asfalt og be-
tong?
Tann lága lonin fer
kanska bert at nekta terv-
in í fá ár; og er ikki betri,
at okkara góðu og væl-
lærdu telefonmenn taka
tað tunga takið nú, ístaðin
fyri at bíða, til aðrir koma
til einaferð, tá ið hesir eru
vorðnir pensioneraðir?
Havnarfólk! Sitið ikki
og hyggið at við aftur-
latnum eygum; men sigið
átkoðan tykkara, tað hev-
ur sjálvur býráðsformað-
urin biðið fólk gera.
Oddver Johansen