leygardagur 24. mars 1979síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
sosialurin
Nr. 23 — 24. mars 1979
Harrans signing, tað er hon, ið ríkar
»Øll venda eygum sínum vónandi til tín, og tú
gevur teimum feði teirra í rættum tíma. Tú let-
ur upp tína hond og mettar alt, sum livir, við
signing.« Soleiðis hevði Ísraels fólk kent Guðs
signing og umsorgan, at hon rekk teimum eisini
i oyðimerkini, og enn røkkur Guðs umsorgan
lika so langt.
Hin norski rithøvundurin og trúboðari As-
bjørn Aavik sigur frá hesum barnaminni:
Pápi hansara og ein farbróðir gingu burtur ein
útróðrardag, og eftir sat mamman við fýra smá-
bernum. Hóast hon gjørdi tað, sum hon kundi,
og aleit se seg út fyri børnunum, var tað kortini
mangan ringt hjá henni at forvinna teimum
dagligt breyð.
Tvey ár aftan á at pápin var gingin burtur,
komu børnini ein morgunin niður í køkin at fáa
sær, áðrenn tey skuldu í skúla, men borðið stóð
tómt. Ikki so mikið sum eina breydflis áttu tey,
og eingin flevi var heldur í komfýrinum. Tey
hugdu upp á mammuna, men hon vendi sær frá
teimum yvir ímóti tí svarta komfýrinum og
segði: >Í dag verður eingin morgunmatur.< Tað
varð kvirt í køkinum, men so segði hon aftur:
„Komið við innar í stovuna.« Har tók hon fram
ta stóru bíbliuna, bókina, sum vit vóru von at
síggja liggja upplætna á borðinum. Ofta plagdi
eg at kaga í hana, ti at nógva staðni var strikad
undir í henni við tjúkkum, reyðum strikum.
Mamman leitaði fram til Jóhannes kap. 6 og
fór at lesa um tey 5000 í oyðimerkini, las um
Jesus, sum segði við lærusveinarnar: >Gevið
teimum at eta.; las um lærusveinarnar, sum
svaraðu, at teir einki høvdu at geva teimum.
i BT HE
Tað einasta vóru fimm breyð og tveir småfiskar,
sum ein smádrongur hevði við sær. Las síðani
um Jesus, sum tók hesi breyð og fiskar, takkaði
og vælsignaði matin, gav lærusveinunum hann
at býta til teirra, og tað var nóg mikið til tey
mongu túsund, ja, meira enn nóg mikið. Og alt
hetta hendi, tí at Jesus bað og vælsignaði mat-
in.
Mundi tað vera, ti at eg var so svangur, at eg
lurtaði so væl eftir tann morgunin, ella var tað
tí, at mamma, ið sjálv var ein av kvinnunum við
sínum bernum úti í oydimørkini, las við slikari
neyð í síni sál. Hesum kann eg ikki svara í dag,
sigur Asbjørn Aavik, men eitt veit eg: Tann
morgunin birtist fyri míni dreingjasál og barna-
trúgv, at tá ið borðið stendur tómt, og einki er
eftir í hjallinum, tá er vegur opin fyri okkum til
ein altvaldandi og livandi Guð.
So læt mamman bókina aftur og neig niður
við stólin og vit bern kring um hana; tað var
eingin long bøn, hon bað; tað var eitt róp í oyði-
mørkini, ein bøn um breyð.
Hetta er eitt barnaminni, sigur Aavik. Tad
var ein mamma, ein einkja uttan nakað breyð,
sum tók síni smáu við sær inn til hansara, sum
er verji hjá einkjum og faðir at faðirloysingum,
og hetta var ein vegur hon mátti fara ferð eftir
ferð í teimum trongu árum.
Hon visti tað ikki tá, og hon fekk tað heldur
ongantíð at vita, tí at hon doyði bert trý ár
aftan á, at hon tann morgunin bant eina barna-
sál, eina barnatrúgv nær at einum altvaldandi
faðiri. Ti tað hevur verið tann stersta hjálp í
mínum arbeiði sum trúboðari, at eg átti
Jóhs. evang. kap. 6, v. 1— 15.
MIDFØSTU SUNNUDAGUR
vissanina um, at tað er ein opin vegur inn til
hansara, sum eigur alt valdið í himni og á jørd,
at tað er ein sterk hond, sum rekkur okkum
måttleysu, og vit eiga ein Guð, sum flytur fjøll,
um vit koma til hansara í trúgv.
Tá vit reistust aftur á føtur, segði mamma:
»So, nú mugu tit skunda tykkum í skúla.<
Tá ið børnini komu heim aftur á døgurdamåli,
stóð ein hestavognur í túninum, og innar í kok-
inum sat ein eldri maður, ein skyldmaður teirra.
Borðið stóð reitt við alskyns góðum, breyði,
smøri, osti, eggum og ollum ti, sum ein svangur
smådrongur dámdi sær. »Gerid so væl«, segði
mamman glað, og hetta nýttist henni ikki at
siga meira enn eina ferð. So bað hon bøn, tað
var eingin long ben, tí at hon visti, at vit vóru
svong, bert ein tekk frá einari mammu í oyði-
merkini.
Fyrstani tá ið eg var mettur og væl settur, sá
eg, at har stóð ein kassi á gólvinum, haðani alt
hetta góða var komið út. Fyri tí átta ára gamla
dreinginum gjerdist hesin kassin tær tólv
tægur, sum vóru til avlops, tá ið tey ell høvdu
etið og vóru mett.
Um mammu sína skrivar Asbjørn Aavik:
Hon læt einki eftir seg til okkum fýra av tí, sum
fyllir í lummanum ella i skápinum ella í bank-
anum. Men hon læt nekur fótaspor eftir seg í
oyðimerk, nekur fótaspor í oyðilandi líka inn til
ein máttmiklan Guð, ein Guð, sum bert
” opinberar sína dýrd, har tað er oyða, og í hesum
fótasporum vil eg fegin ganga.
E.V.
FØROYA SPARIKASSI