Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1979síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Diskotekklubbin ætlar eisini at appellera Aðalfundurin hjá Diskotekklubbanum í Havn í síðstu viku samtykti at skjóta dómin yvir fyrrver- andi nevndarlimir klubbans inn fyri landsrættin. Nevndarlimirnir, Petur O. í Hoyvík og Árni C. Joensen, vórðu í juni 1977 stevndir eftir 534.600 kr., sum tásitandi nevnd metti, teir høvdu tikið sær í samsýning uttan heimild. Málið gjerdist drúgt, men endaði fyribils við dómi í Feroya rætti 6. februar í ár. Petur Olivar og Árni vórðu demdir at endurgjalda 204.000 kr. Rætturin metti, at ein hóskandi samsýning var 330.000 kr. Petur O. í Hoyvík og Árni C. Joensen appeller- aðu beinanvegin og nú ætlar Diskotekklubbin eis- ini at appellera dómin. Í einum tíðindaskrivi frá Diskotekklubbanum verður sagt, at aðalfundurin metti, at dómurin ikki kundi góðkennast. — Tað er skeivt, at summi ávís fólk kunna meira ella minni snýta onnur og sleppa heilskalað burturúr ti. Fyri okkum er hetta eisini ein prinsipiellur spurningur. Nevniliga, um Disko- tekklubbin kann rekast sum ein businessfyritøka — vit halda íkki. BYRADID BOÐIÐ Í DANS Í KVØLD — Diskotekklubbin heldur fast við krevini til Havnar klubba Fyri at býráðslimir- nir kunna síggja við egnum eygum, hvussu stórur terv- urin á dansihøli er, hevur Diskotek- klubbin í Havn boð- ið teimum í dansin í kveld. Diskotek- klubbin ætlar íkki at víkja frá krevun- um, sum eru legd fyri = nevndina í Havnar klubba. Diskotekklubbin í Havn hevur boðið býráðnum í dans í kveld. Teir 13 bý- ráðslimirnir hava fingið sendandi eitt atgongu- merki til dansin hjá Diskotekklubbanum i kveld og eina innbjóðing at koma millum kl. 23.45 og 00.30. Fyri at býráðs- limirnir skulu rúmast í dansihøllini hevur nevnd- in i Diskotekklubbanum avtalað við 13 limir í klubbanum, at teir sita heima í kveld. — Byrådid blívur við at tosa um, at tervurin má kannast, áðrenn nakað kann gerast við dansi- spurningin í Havn. Og teir ivast, um tað veruliga er plásstrot í dansihølinum. Tí hava vit boðið teimum í dansin leygarkveldið, so teir við egnum eygum kunnu síggja, at plásstrot er, sigur nýggi formaðurin í Diskotekklubbanum, Christian Magnussen. Noyðast kanska út Tað er møguligt, at dans- urin í kveld verður ein tann seinasti í húsinum hjá Havnar klubba. Diskotekklubbin = hevur lagt fram fleiri krev, men hevur ikki enn fingið svar frá nevndini í Havnar Klubba. Diskotekklubbin krevur m.a. fýra dansi- kveld um vikuna og at hann sjálvur sleppur at á- [ID i / 74 Á 74 "á Á 74 Á 4 V : 4 74 - 4 4 Á Á Á A , A , 5 4 4 , , rå / | 7 , 4 4 4 4 , f : ø 4 4 4 , 4 74 Á 7 , ' , 4 Á 14 4 4 , 4 TÁ Eg kann tíverri ikki koma, tú. Eg havi akkurát vaskað mær hosurnar... * Sambært orkumannin- um í Dagblaðnum høvdu føroyingar kunnað spart 100 pro- sent av olju, um teir lógu undir dynuni 24 tímar um samdøgrid. NNNANAASNAANSNASSNANNARNARNARNAS NANNA NA NANNA SNAR NANNA NANNA SANNAR AR ARAR seta atgongumerkjaprisin og seta starvsfólkið í diskotekinum. Disko- tekklubbin ynskir eisini at sleppa at gjalda eina fasta mánaðarleigu fyri dansi- hellina. Eisini vil klubbin hava ymiskar umbetur gjørdar i dansihellini, pallin fluttan, eldtrygga hurð og betri ventilation. Diskotekklubbin ætlar ikki at víkja frá hesum krevum, sigur Christian Magnussen. — Tað nyttar ikki at blíva við at slaka, sigur hann. — Hvat nú, um Havnar klubbi sigur nei. Hava tit annað høli at fara i? — Vit kanna aðrar meguleikar, m.a. B36- húsið. Vit royndu at leiga bygningin hjá Timbur- handlinum á Eystaru bryggju, men havnar- nevndin hjá býráðnum noktaði at góðtaka hetta. Við teirri grundgeving, at tað var ov nær við sjógv- in. Mundi tað vera fyri at sleppa undan at fara í dans, at Essa Arge og Ingi Mohr hava biðið um farloyvi úr býráðn- um? * Kári Kjelnæs, býráðs- limur og bakari. Veitst tú ikki av, at man ikki skal sláa sterri breyð upp enn man kann baka? Sáttmálin, sum Disko- tekklubbin hevði við Havnar Klubba, fór úr gildi 1. januar og er ikki endurnýggjaður. Christian Magnussen sigur, at einasta loysnin å dansispurninginum er, at Diskotekklubbin ognar sær eitt grundstykki og byggir å ti. Men her liggur býráðið i buktini. Onga viðmerking Vit vendu okkum til for- mannin i Havnar klubba, Jógvan Ki Jacobsen, og spurdu hann, um krevini frá Diskotekklubbanum koma til viðgerðar á aðal- fundinum hjá Havnar klubba í morgin, sunnu- dagin. — Tað er óvist. — Meta tit, krevini eru rímilig? — Eg havi onga við- merking til hatta málið. Diskotekklubbin fær eitt svar, tá vit hava vidgjørt tað. Óli í Áarstovu Betur Fyrivarin Útvarpið visti at siga frá stórtiðindum úr Tinganesi. Tað var landsstýrið sum skuldi UMHUGSA at seta nevnd, sum MØGU- LIGA skuldi vera VEGLEIÐANDI. Jú, best er at vera fyrivarin... NANNNAANANSANSNARNSARSRRÁRARSAR RA RANA RA RNS SÍNA N NANNA ANNANN þJ