Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 — 28. mars 1979 sosialurin Síða 7 So er liðugt: Seinasta vikuskifti fóru fram seinastu finalurnar í badminton í Havn Seinasta vikuskiftið fór fram føroyameistarakapp- ing í badminton í Ítróttar- hellini á Hálsi. Kappast varð í kvinnu-, old boys- og meistarabólkinum, og spælt varð í einmansleiki og tvimansleiki. Teir innleidandi dystir- nir vórðu allir leiktir leyg- Sigrid Andreasen, KÍ ardagin, meðan finalurnar vórðu leiktar sunnudagin. Um 30 leikarar vóru við. Luttakandi feløgini vóru úr Klaksvík, Kollafirði, Havn og úr Sandavági. Vinnararnir Í einmansleiki fyri old boys gjerdist Heri Berg úr HBF feroyameistari. Hann vann í finaluni á Gudmundi Niclasen úr MBF við 15—3 og 15—8. Í tvímansleiki vunnu Jan Joensen og Gudmund Niclasen úr MBF á Kurt Hansen og Jógvan Ki Jac- obsen 15—12 og 15—12. Í kvinnubólkinum vann Sigrid Andreasen úr KÍ á Margit Svarrer úr HBF 15—3 og 15—8. Hetta var í einmansleiki. Í tvímans- leiki vunnu Margit Svarr- er og Elna Joensen, HBF, á Sólrun Michelsen og Tórgerð Nielsen 9—15, 15—8 og 15—9. Enn einaferð tryggjadi Kári Nielsen úr HBF sær meistaraheitið í meistara- bólkinum. Í finaluni vann hann á Petur Hansen, eis- ini HBF, við 18—15 og 15—11. Tvimansleikin vunnu Kåri Nielsen og Petur Hansen å Hans J. Stenberg og Poul Mic- helsen við 15—9 og 15—1. Annars Nu er so vanliga badmin- tonkappingin liðug, men í hesi vikuni verður lands- liðið úttikið. Tað skal leika í Íslandi 24. og 25. mai. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at tað verða leikt- ir 3 einmansleikir og 2 tvimansleikir við bert monnum, men nú er ætl- anin at fáa kvinnur við á landsliðið. sent Uppskot er íslendingum um íroknað. hetta, og avger verður ikki tikin, fyrrenn teir hava givið svar. Ætlanin er at hava tvær kvinnur við — eina til einmansleik og eina til mix-double, Torfinn Smith, formaður í Badmintondeild ÍSF's, sigur, at nú eru væl betur fyri enn seinast. 2. vikuna inn í mai koma tveir danskir in- strukterar upp henda veg- in, men hetta er ikki fyrstu ferð, at tilik vitjan er. Tey seinastu árini hava teir eisini verið her, og tað er ein av orsøkunum til, at vit eru betur fyri enn sein- ast, sigur Torfinn. Sum eina viðmerking til farna kappingarárið, sigur Torfinn, at liðkappingin hevur gingið ógvuliga væl og man orsøkin helst vera tann, at kvinnurnar eisini eru komnar við. Tær hava ikki verið við fyrr. SOSIALURIN ynskir føroyameistarunum í bad- minton tillukku við heit- unum. Petur Hansen og Kári Nielsen vunnu double-kappingina í meistarabólkinum. Kári vann eisini single-kappingina í hesum bólki Elna Joensen og Margit Svarrer Ísáðing Sagt verður frá, at ísáðarin í Streymoynni gevist við arbeiðinum hin 1/4 1979. Aftaná henda dag skulu boð um ísáðing gevast Roynd- arstødini frá kl. 8.30 — 10.00. ÍSLAND Páskaferð 12.-19. april Vit kunnu bjóða tygum åhugaverda og biliga ferð til Islands á páskum Reykjavik Excursion tekur sær av tygum i Islandi. Gist verður á Hotel ESJA, ið er eitt av bestu hotellum í Íslandi Kostnaður kr. 2277,- (á dupult verilsi kr. 2062,-) fyri hvønn. Iroknað er flogferð báðar vegir og innivist við morgunmati í 6 dagar Eisini er flutningur ímillum flogvøllin i Reykjavik og hotellið íroknaður Útferð til Gullfoss/Geysir og ein áhugaverdur túrur í Reykjavík eru eisini P REYKJAVÍK al EXCURSIONS FLOGFELAG FØROYA ROYNDARSTØDIN tlf. 11616 ICELANDAIR rf. 11025