Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 søsialurin Nr. 25 — 31. mars 1979, 4 =, telf. 14720 . 11820 sostalurin box 76, 3800 Torshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Figgjarlogin samtykt SO VARÐ fíggjarlógin fyri 1979/80 endiliga samtykt. Og hava vit aftur eina fíggjarlóg, sum setir met í út- reiðslum og inntøkum við um 527 mill. kr. FÍGGJARLÓGIN hevur fingið eina gjølla viðgerð í figgjarnevndini, og er her minkað um rættuliga nógvar útreiðslur, og tað serliga hjá teim- um almennu stovnunum. Vit kunnu ikki siga, at vit taka undir við øllum niðurskurðunum. At t.d. arbeiðseft- irlitið er skert í mun til uppskotið hjá landsstýrinum, halda vit vera skeivt. ARBEIÐSEFTIRLITIÐ er ein stovnur, sum er undir uppbygging, og tí er serstakur stórur tørvur á hesum øki. Nógv hundrað arbeiðspláss skulu kannast, og tað kann illa náast við teirri núverandi manningini. Tí halda vit tað vera illa umhugsað, Tí halda vit tað vera illa umhugsað, at júst arbeiðseftirlitið er niðurskorið, so ikki kann setast ein maður aft- urat. Men vónandi kann komast afturumaftur her. EITT ANNAÐ, sum vit tó fegnast um, er at tikin er hædd fyri einum prísansara afturat. Hetta er eitt leingi ynskt mál hjá verkamannafel- øgunum, og skuldi hetta styrkt um príseftirlitið hjá okkum. ORÐASKIFTIÐ um fíggjarlógina hevur verið útvarpað, og her hava vit hoyrt, hvussu ymist tingmenn fara um hetta týdningarmikla mál. Sum t.d. tann tingmaðurin sum samanbar prísin á einum frakka fyri 25 árum síðan við gongdina hjá fíggjarlógini. Og sum royndi við sera eintáttaðum upplýsingum at skapa illvilja móti teimum sum fáa almannaveitingar av einum og hvørjum slag. MEN Ti betur eru flestu tingmenn meira åbyrgdarmenn enn omanfyri greitt frá, og vit kunnu fegnast um, at hendan fíggjarlóg mótvegis tí seinastu varð samtykt av einum samdum tingi. AAA AAA AAA AAAAAAÅAÅÅÅAAAAAAA AA [||| NYTT FRA BEISTINUM I OKKUM ØLLUM Ni fer so smått at bera til at skriva doktararitgerð um feroyska skaldið J. P. Heinesen: >The fatalistic humanphilosophy of a modern faroese author« ella okkurt slikt. Ti mannaskoðanir hansara eru eitt so gott demi uppá »fatalismu« (lagnuheimspeki) at døm- i3 kann nytast sum al- tjóða dømi. Fyrst einaferð minnist meg hann siga »føroyingin« vera »hin æviga húskallin- — har var onki at gera, lagnan hevði dømt hetta neyðars fólkaslag at vera soleiðis. Síðani kom fyri stuttum læran um »tey trý manna- slegini<: fanatikararnar til høgru, og teir til vinstru, og so »okkum í miðjuni<. Hetta líkist naivu heims- uppfatan maoista um teir >3 heimarnar<, men ikki er vist at Heinesen hevur heimspeki sína um mannasálina haðani. Og nú í Sosialinum roynir Heinesen so gløgg- liga at greida øll møgulig vandamál við læruni um »tad býr eitt beist i okkum øllum«. Haleluja, nú fingu vit pylsuendan inni í ros- inuni. Álvaratos, væl er skil- ligt at ein hevundur, sum livir í einum so mentanar- kúgandi samfelagi sum Feroyar er vorðið til, hev- ur tað sálarliga ringt. Hugsa bert, at hann er einasti professionelli rit- hevundur í okkara góðu >tjóð< ella hvat man nú skal kalla tað sum rerist millum tindarnar har uppi. Ikki kann slíkt vera tekin um at tjóðin metir rithevundaarbeiðið sum nakað veruligt arbeiði. Tað sum ikki snýr seg um tosk ella trúareði er mett sum »fjas«. Men Jens Pauli kundi jú valt sum Solshenitsyn: at flýggjað til hin »frælsa heimin«. Tað ber til at smugla tilfar inn við postinum. Nú kann tað síggja út sum eg eri fullur av ti Jens Pauli nevnir »stålsettur illvilji og góð heilsa til at mistýða fá orð<, og'eg vil ti undirstrika, at ætlanin við hesum brævi ikki er at øsa heilsu høvundans 6- neyðugt upp, tí hann eig- ur at vera nóg stressaður i forvegin av at liva i einum so repressivum landi, hvat mentan viðvíkur. Tað er í góðum vilja at eg finnist at teirri fatalu misskiljing Jens Pauli altíð hevur, nevniliga at forklára sam- felagsligar syndarligheitir við einum ella eðrum psykologiskum feili í >lyndinum< hjá fólki: hetta er at kleiggja ein 6- politiskan ham yvir sam- felagsligar spurningar, og sum snigilin at draga seg inn í seg sjálvan aftur, eftir at hava víst hornini. Uppgávan hjá einum rithevundi í einum ment- anarliga geldum landi má vera bardagi: ein dagligur bardagi í ellum teim fjøl- miðlum hann kann koma fram at, móti teirri sálar- knúsandi ødi og ti manna- hatri sum fólk dag og dag- tjak og meiningar liga spýggja sum gor og gall út úr sær í Dimma- lætting og Dagblaðnum. Rithevundurin má verja skansan, og ikki goyma seg inni í sær sjálvum og burturfrágreiða okkara satanistisku mentanar- fasismu sum nakað sum „býr í ti einstaka« — við- føtt biologiskt ella ikki. Rithevundurin má opna skjúrtuna og taka sting- irnar, tí til demis haldi eg at tann øsingin, sum er farin heilt yvir gevind um hesa neyðars Wernstrem- bók, hon avdúkar so f.b. væl hjálparloysið og sinn- .. MEN KONAN ER FITT — apropos Fólkafloksins kvinnuhugmynd, so yndisliga og so grípandi borin á torg av Inga Mohr, Helenu Samuelsen og Ola Breckmann — Hann er tolin, men ilskast tó, tá uttan grund } il ISS — hann sleppur ov seint å Rotary-fund im stjóri hann hevur eitt umhildið navn har standa teir aftur hendur í favn! Hann ger sína plikt, men at gjalda sín skatt, um tað mugu hini, hann hamskiftist lætt, tá tað snýr seg um status, starv og profitt, — men konan er fitt. Henni býðst restenil, tað er gott fyri stress, hann flýgur í morgin til næstu kongress. Hon droymir í nátt um sítt óbygda slott, hann loypir um borg nú — sum lívið er gott! Hon smyr síni mein við teim sjónum, hon spann, men badminton krevur jú eisini sín mann, sum ásannar rerdur — tú hevur tað gitt — — at konan er fitt. Hon ognast hvenn hentleika — fyrstafloks slag! Og Miele avloysir Nilfisk ein dag. Og árini líða og minna um her av regndropum, sum eftir rútinum fer. Ein skugganna frúgv inspicerar sítt slott við nærlagni, og á tí seinastu gátt hon lønina heystar — løgd í granitt — — á, sum hon var fitt. landsynningur isørskapin hjá føroyska fólkinum, at hon fer at vera ein ljótur spegil at spegla sær í tá erskaps- aldan hevur lagt seg. Munu timburmenninir ikki tá verða mangir, og ikki sleppur nakar undan — uttan kanska ein ein- stakur hevundur sum verður noyddur at flýggja land undan andaligum terror. Vitað er, at menn sum hava roynt at fingið fólk at sissa seg og sáa eitt sindur av fornuft inn í »lyndid« gjøgnum føroysk blød og annars, hava verið offur fyri telefon-terror um nåttina frá „góðum kristnum borgarum< og tað hevur verið arbeitt effektivt fyri at seta teir úr starvi. Hvat so eisini merkir at koyra fólk av landinum. Og hetta er ikki Sovjet- rusland, men okkara »åst- kæra fosturland< sum út- stillar sína muru soleiðis. So — Jens Pauli, eg vóni at tú skilir míni álop á tínar neyðarsligu indi- vidualfilosofisku burtfor- kláringar, tú ert ikki mín figgindi, men ein vinur sum eg royni at kritisera. At brúka mínar kreftir móti terroristum sum eru teir nevndir so kendir, tað er nú ov mikið. Eg kriti- seri bert teir, sum eg síggi eina vón í at ávirka rætta vegin. Ti at enda gerst tað ongin spurningur um millumvegir: her má far- ast á skansan móti ellum mentanarhatskum kreft- um, bæði fólka- og sam- bandsflokkinum og eðr- um, her má onki tigast, og her má 'rithevundurin gera sína skyldu. Fyri humaniteti og demokratii. Ella fasismu. Og hetta primitiva við at loypa á fólk sum skriva undir dulnevni, tað átti J. P. at skilt. Í einum sam- felagi, har mong demi eru um at ein sjálvur, familjan og onnur ósek verða terr- oriseraði og missa arbeiði vegna at onkur torir at siga sína hugsan, har má tað vera ein mannarættur at nýta dulnevni. Fyri at spara tey avvarðandi. krippi P.S. Við hverjum grund- arlagi metir J. P. teir sum „týða Wernstrem< sum >skilaleysar sáðmenn<? Er hann eitt offur fyri ótta, ella skal eg biðja Þórarin Eldjárn, son Ís- lendska forsetan, sum eg kenni, persónliga at svara Jens Paula? (Hann týddi henda »bestsellara« á Ís- landi til íslendskt).