Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1979síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Vestmenningur lei seks røktarheim á sosialurin Nr. 25 — 31. mars 1979 Axel Johannesen var millum tey sjey fyrstu mann- fólkini, ið tóku prégv sum sjúkrasystrar Sosialurin hevur hitt vestmenningin Axel Johannesen, sum í mong ár hevur arbeitt innan eldraforsorgina í Danmark. Axel og seks danir vórðu tey fyrstu mannfólkini, sum tóku prógv sum sjúkrasystrar. Síðani hevur Axel havt serstakan áhuga fyri eldri brekaðum fólki. Í dag er hann einasti Amtsrektarheimsstjóri í danska ríkinum. Hann hevur alla fyrisitingina av seks rekt- arheiminum á Vestursælandi, undir sær Í hesum degum er Axel Johannesen í Feroyum í samband við, at ætlanin er at stovna eitt felag fyri sclerosusjúklingar. Vit prátaðu við Axel um bæði eitt og annað. Hann greiðir sjálvur soleiðis frá: — Eg eri føddur i Vest- manna. Påpi min, Jéan Pauli Johannesen var kongsbóndi og doyði, tå eg var tvey ára gamal. Móður mín rekti síðani garðin, til hon doyði í 1971. 20 ára gamal til Danmarkar Eftir fólkaskúlan fór eg at arbeiða hjá Otto Jacob- sen, sum hevði handil í Vestmanna. Har var eg í eina tið, til eg í 1946 fór til Danmarkar bert 20 ára gamal. Fýra ár seinni tók eg prógv á diakonskúlan- um í Árhus. Á skúlanum hevdu vit 16 mánaðar við teori og restina av tíðini var eg í praktik á ymsum rektarheimum. Tað var tá eg fekk serstakan áhuga fyri rektarsjúklingum. Diakonútbúgvingin er annars ætlað til arbeiði sum t.d. fyristaðumaður á einum røktarheimi ella á einum sjómansheimi. Endamálið við hesi út- búgving er at gera eitt sosialt kristiligt arbeiði. Tað var um tað leitið, at tjakið - um mannfólk skuldu sleppa at útbúgva seg til sjúkrasystrar tók seg upp í Danmark. Ein kanning gjørd av »Heilsu- nevndini« visti, at tað var tørvur á fleiri sjúkra- systrum. Stjórin á diakon- skúlanum í Aarhus heitti tá á meg og bað meg vera millum tey fyrstu mann- fólkini, sum fóru á sjúkra- systraskúla. Á sjúkra- systraskúla Saman við seks denum fór eg á sjúkrasystraskúlan á Ríkishospitalinum. Hetta var í juni mánaða í 1951. Vit vóru 25 næmingar á holdinum. Eg kann minn- ast, at ein føroysk genta eisini var á hesum hold- inum. Tá hon kom á skúl- an og sá okkum mannfólk vera har, helt hon, at hon var komin á skeivt stað, men tað var hon so kortini ikki. Tað var sjálvandi spennandi at vita sær, at ein skuldi vera millum tey fyrstu mannfólkini í danska ríkinum, sum komu á sjúkrasystra- skúla. Eg má viðganga, at eg var mest bangin fyri deildarsjúkrasystrunum, um hvat tær fóru at siga til at hava okkum mann- fólk gangandi millum tær sum arbeiðsfelagar. Hetta bilti ikki og vit vórðu sum heild væl móttikn- ir. Tað var annars rætti- liga nógv tjak í Danmark um hetta, at mannfólk nú kundu læra til sjúkra- systrar. M.a. varð tosað um heitið sjúkrasystur skuldi broytast, tá talan var um mannfólk. Hetta vóru nógv ímóti, serstak- liga teir kvinnuligu fólka- tingslimirnir. Men tað kom so framvegis at eita sjúkrasystur, og tað haldi eg er í lagi. Tað var greitt, at ikki ell tóku líka væl ímóti hesum nýggja tiltaki, men yvirhevur varð tað væl móttikið. Tá vit vóru lidn- ir sum sjúkrasystrar opn- aðu allir sjúkrasystraskúl- ar í Danmark dyrnar fyri mannfólki. Í dag munnu vera millum 500 og 1000 mannfólk, sum eru sjúkrasystrar í Danmark. Arbeiddi á kvinnudeildini Eg var liðugur á sjúkra- systraskúlanum í mars mánaða 1954. Tað varð ikki at drála ov leingi, men harafturímóti at byrja at arbeiða beinan- vegin. Eg kom sum fyrsta mannfólk at arbeiða sum assistentur á kvinnudeild- Har var eg í fýra mán- aðir og gjørdi alt vanligt sjúkrasystraarbeiði. Sjálvur feldi eg, at kvinnuligu sjúklingarnir dámdu væl at hava eitt mannfólk til sjúkrasystur, og tá eg fór, bóðu sjúk- lingarnir meg syrgja fyri, at eitt annað mannfólk kom á deildina eftir meg. Mínar royndir eru ann- ars tær, at kvinnuligir sjúklingar dáma betri at hava mannfólk sum sjúkrasystrar eins og mannfólk dáma betri at hava kvinnuligar sjúkra- systrar. Til Bretlands Axel greiðir víðari frå, at hann framvegis hevði stóran áhuga fyri brekað- um og ynskti tí at læra meira á hesum eki. Hetta var ein orsekin til, at hann tók av einum tilboði at fara á lestrarferð og sam- stundis fáa arbeiði í Bret- landi. Tað var júst um hetta leitið, at ein týskur yvir- lækni hevði uppbygt ein stovn, sum hevði til enda- máls at hjálpa bretskum hermonnum, sum vórðu særdir undir krignum. Hetta vóru teir sonevndu »Paraplegarnir«, fólk, sum av krigsávum hevdu oyðilagt sær ryggin og gjørdust lamnir í undir- kroppinum. Teir flestu doyðu av hesum. Men tá týski yvirlæknin fór at hjálpa hesum sjúklingum við at geva teimum m.a. kropsliga uppvenjing gav hetta so góð úrslit, at nógvir sjúklingar vórðu útskrivaðir eftir viðgerð- ina. Tað vóru tílík fólk, Axel og kona hansara komu í samband við undir vitj- anini í. Bretlandi. Hann arbeiddi á sjúkrahúsum, ymsum almennum stovn- um og á virkjum. Virkini royndu nevniliga sjálvi at fáa fólk, ið vóru komin til skaða, aftur í arbeiði. — Ferðin í Bretlandi lærdi meg nógv, og frá 1955 til 1957 arbeiddi eg á sjúkrahúsinum í Horn- bæk. Hetta sjúkrahúsið varð upprunaliga bygt til poliosjúklingar, men varð nú brúkt til sjúklingar, við teimum somu likams- brekum, sum eg kendi frá mínum arbeiði í Bretlandi. Sjúkrasystra- háskúla í Árhus Í 1957 fór Axel á sjúkra- systraháskúlan í Århus. Saman við einum eðrum var hann fyrsta mannfólk, sum varð upptikið á henda skúlan. Á skúlanum fekk Axel sær útbúgving í fyri- siting innan sjúkrarekt. Í 1958 bleiv hann fyri- stødumadur á sjúkra- systraútbúgvingini á dia- konskúlanum í Árhus. Axel nevnir í hesum sam- bandi, at hann eisini varð biðin um at vera fyri- stødumadur á sjúkra- systraskúlanum í Havn, men hann tók ikki av. A Røktarheim í Maribo Tey fylgjandi átta árini varð Axel fyristaðumaður á amtsrektarheiminum í Maribo. Tað var nógv tjak um hetta starvið, tá tað varð lýst leyst í 1960. Níggju konufólk og Axel hevdu sekt starvið. Úr- slitið varð, at hann fekk tað. Axel greiðir frá, at hann var illa kroystur í teimum døgum, tí blødini gjørdu hvat tey kundu fyri at fåa eina kvinnu i starvið. Tað var heldur ikki óvanligt at síggja yvirskriftir, sum ljóðaðu >Segte en kvinde — ansatte en mand«. Sjålvur fekk hann eisini nogv brøv og uppringing- ar, har fólk bóðu hann lata vera við at søkja starvið. Hann gjørdi tað kortini, og var á Rektarheiminum í Maribo til 1968. Axel greiðir víðari frá, at hann og yvirlæknin á sjúkrahúsinum í Maribo, sum teir fyrstu í Danmark gjørdu eina skráseting við holkortum av ellum rekt- arsjúklingum. Hetta varð gjørt fyri at fáa fleiri og betri upplýsingar um sjúklingarnar, sum síðani kundu brúkast fyri at hjálpa teimum. Yvirlæknin og Axel ferðaðust tá ymsa staðni í Danmark á rektarheimum og skrásettu sjúklingar. Hetta var m.a. orsekin til, at verulig gongd nú kom á ari fyri Sælandi Axel Johannesen uttan fyri Hotel Hafnia rektarheimsarbeiðið i Danmark. Fleiri og fleiri sjúklingar vórðu útskriv- aðir. Orsøkin til hetta var serstakliga tann munandi betri uppvenjingin av sjúklingum. Ikki »Dødens venteværelsel« — Vit fingu so við og vid broytt ta vanligu åskod- anina manna millum, um at rektarheimini vóru >dedens venteværelse=, sigur Axel Johannesen. Vit vildu visa teimum fólkum, sum komu á rekt- arheim, at tey kundu sleppa heim aftur. Setningurin mátti vera at gera fólk so mikið sjálv- steðug á røktarheimun- um, at tey kundu verða før fyri at koma út aftur einaferð. Sinnissjúkur blivin frískur á røktarheimi Axel sigur vidari frå eini hending å røktarheimin- um i Maribo. — Tad var ein sjomadur, sum hevdi fingið so ålvarsligan heila- skjálvta eftir ein saman- stoyt á súklu, at læknar- nir á sjúkrahúsinum vistu ikki annað í at velja enn at senda mannin á sinnis- sjúkrahús. Tað var tá, at rektar- heimið í Maribo kom inn í myndina. Eftir at hava tosað við yvirlæknan á sjúkrahúsinum var semja um, at eg skuldi royna, um vit á rektarheiminum kundu fáa mannin frískan aftur. Maðurin var tí ikki sendur á sinnissjúkrahús. Vit hevdu hann á rektar- heiminum í hálvtannað ár. Tá var hann heilt frískur og varð útskrivaður. Í dag arbeiðir maðurin aftur, sum einki var hent. Axel Johannesen heldur, at tað m.a. var umhvervið, sum gjørdi mannin friskan. Amtsrøktar- heimsstjóri — einasti í Danmark Nú tók rættiliga nógv tjak seg upp í Danmark um tervin á rektarheimum. Í 1968 gjørdi Holdbæk Amt eina kanning um tørvin å røktarheimum. Henda kanningin visti, at tørvur- in var stórur. Avgjert varð tí at byggja 4 rektar- heim við 42 plássum hvert. Axel Johannesen, sum tá hevði rættiliga nógvar royndir innan rektarheimsarbeiði, varð biðin um at vera ráðgevi. Tann 1. apríl sama ár varð Axel settur í starvið sum amtsrektarheims-