Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-03-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1979síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 25 — 31. mars 1979 Kirkjufaðirin Augustin sigur frá, at meðan hann skrivaði sítt stóra verk um tríeindina (De trinitate), har hann royndi at grunda yvir og greiða frá, hvussu tað kundi bera til, at Gud var ein og so kortini Faðir, Sonur og Andi, hevði hann ein dreym. Hann droymdi seg at ganga niðri í sjóarmálanum við eina stóra sandstrond, og har sá hann ein smádrong grava eitt hol í sandin við eini øduskel. Hann stóð og hugdi at honum, meðan hann arbeiddi, og tá drongurin helt seg hava fingið holið nóg stórt, vóð hann út í og fylti skelina við sjógvi og bar niðan í holið, og soleiðis helt hann á. Tá sigur Augustin við hann: >Lítli mín, hvat er tað tú gert?< Drong- urin hugdi undrandi at honum: »Sært tú ikki, at eg ætli mær at tøma havið nidan í holið<. >Jú,< sigur > >Jú, sigur Augustin, »tad síggi eg nokk. Men sært tú ikki, at havið er so stórt, og holið so lítið?< Tá hyggur drongurin fast at honum og heldur fyri: >Og so hugsar tú, at tú við tínum lítla heila skal skilja skaparan í sínum veldi og visdémi.« Og Augustin tók dreymin sum eini boð frá Gudi um, at hin alvalda Gud vildi ein lítil skapningur aldri vera førur fyri at útgrunda og forklára, so at hann í síni veran og virkan lá opin og útbreiddur fyri mannaviti. Tí verður tað í kristna boðskapinum ferð eftir ferð, at vit menniskju koma at standa í undran yvir Guds virkan, og hann vil mangan meta mótmæli av monnum, tá ið mannavitið heldur Guds veg vera løgnan og ófatandi. Soleiðis kom Jesu krossur at standa sum eitt mótmælis- merki, og kortini var hann Guds vegur til frelsu fyri hvenn tann, sum trýr, ella sum Paulus apostul tekur til: Vit boða Krist krossfestan, Jedum ein meinboga, men heidningum ein dárskap, men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jedum og Grikkum, Krist, Guds kraft og Guds Christianskirkjan í Klaksvík Vit fara í dag undir ein nýggjan tátt í blaðnum, sum vit hava nevnt KIRKJUR Í FØROYUM. Hvønn leygardag fara vit at hava eina mynd og stutta frásøgn um eina føroyska kirkju. Tann fyrsta er Christianskirkjan í Klaksvík Kirkjan er teknað av Peter Koch, arkitekti. Hon er bygd uttan um altar- myndina, sum er ein fresko, upprunaliga málað í Viborg dómkirkju av professaranum Joakim Skovgaard í 1901. Í 1910 varð hon tikin av veggin- um og ferd yvir á lerift, tí tað vætti inn gjøgnum hann, og myndin kundi farið fyri skeyti. Hon varð hongd á Statens Museum for Kunst, men kom ikki til sín rætt har. Tá grundarsteinurin varð lagdur, segði Peter Koch, at sær hevði altíð tókt synd í teimum villu djórunum, tá hann sá tey í búri, og hevði hann hug at sleppa teimum út. Somu kenslu hevði hann havt yvir fyri hesi myndini, tá ið hann sá hana á lista- savninum, og hann var fegin um at veita henni verduga tilveru. Rubow, stjórin fyri Statens Muse- Navn: um for Kunst, beyð Koch hana, sum altarmynd, men Koch hevði ongantíð fyrr havt hevi til at bygt eina so stóra kirkju. Hann bjóðaði okkum myndina, vit tóku av, og er hon nú deponerað her í kirkjuni. Myndin verður roknað fyri at vera hevuðsverkið hjá Skovgaard; hesin verður annars mettur at vera stersti freskomálarin í Norðurlondum síðan miðeldina. Fremmandir, ið ætla sær at studera Skovgaard leita nú í hópa- tali til Klaksvíkar. Fornur byggiháttur Hetta er tann fyrsta stóra kirkjan í Norður- londum, sum er bygd eftir fornum norrønum byggi- håtti. Takkonstruktiónin er tann sama sum i vik- ingaøldini, og soleiðis sum hon er varåveitt hjå okk- um i teim føroysku royk- Bustadur: stovunum, og teimum før- oysku bygdakirkjunum. Henda takkonstruktión vísir seg at vera væl egnað til kirkjubygningar. Vit hava her í kirkjuni betri akustik enn í nakrari aðr- ari av somu stedd. Kvistarnir á síðunum og tremmurnar á vestur- síðuni hava neystini i fjør- uni inspirerað arkitektin til. Koch varð, meðan hann bygdi kirkjuna, greiður yvir, at eingin tjóð í verðini hevur verið so nær knýtt at sjónum sum hin føroyska, og hesum vildi hann geva úttrykk fyri við neystunum og bátinum, sum hann lat hongja uppi kirkjuna. Báturin er eitt brot úr Feroya kirkjusegu. Hann er tann seinasti báturin, sum varð bygdur til prestakallið á Viðareiði, sum fyrr skuldi halda tvey åttamannafør, eitt til prestin at ferðast við, og ……———— ———— Opostad (Electrolux rindar postgjaldið) ' | | | "=— | | ELECTROLUX Postbox 160 3800 Tórshavn ——"———"idWwiiiiiiwiiit Kannað posthúsinum | | | eitt til teirra í sóknini, sum vóru ov fátæk til at eiga bát. Í 1912 varð báturin seldur til Fugl- oyar. Tollaksmessudag 1913 fór hann sum so mangur bátur til útróðrar. Hann var tá fyrstur bátur at vinna upp land henda skaðadag, har tríggir bát- ar gingu burtur í Norð- oyggjum — ein úr Norð- depli, ein úr Kunoy, og ein av Skarði. Tað var hesa náttina Skarðsbygd doyði út. Av mannkyni livdi bert ein 70 ára gamal mað- ur, ein 14 ára gamal drongur, og nakrir smá- dreingir eftir. Sostatt er hann eisini brot úr Feroya segu. Báturin hevur sama snið sum tey gomlu vík- ingaskipini. Hann er átta- mannafar, størsta far ið nýtt varð í Norðoyggjum í landnámstíðini, og upp móti okkara degum. Hendan kirkjan er einasta kirkjan í heiminum, har eitt far in natura hongur, og ger hetta saman við altarmyndini, kirkjuna vidagitna. Elsti skirnarfuntur Men tað er eisini ein Gud er ein og kortini Faðir, Sonur og Andi uasev. 1,26—38 vísdóm. Og eisini dagsins boðskapur um Jesus, sum er gitin av heilagum Anda og borin í heim av Mariu moy, er mongum eitt mótmælismerk:. Og kortini hoyrir hesin boðskapur óloysandi saman við boðskapinum um Jesus, at Gud læt einborna son sín verða ilatnan okkara veika, synduga hold, fyri at ganga okkara veg gjøgn- um lív og deyða og stríða okkara stríð móti djevulinum og ellum tí, sum vil skilja okkum frá Gudi. Og so leingi nakar er, sum hóast ell mótmæli torir at stíga fram og játta sína kristnu trúgv, skal tað ljóða: Eg trúgvi í Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy. Og í hesi trúgv eiga vit lívið hitt æviga. Sanniliga er tað satt. annar lutur í kirkjuni, sum er sera forvitnisligur. Hesin er skírnarfunturin, sum fingin er frá Natio- nalmuseinum. Hann er funnin í einum kirkju- toftum í Norðursjællandi, og kenir menn siga, at hann er ein gomul offur- skål (Hlautbolli), sum upprunaliga hevur staðið í einum heidnum gudahovi sum offurbolli. Sostatt er hann kanska elsti skirn- arfuntur, sum er í nýtslu í Norðurlondum, kanska tann elsti í ellum heim- inum. Skálin sjálv er úr granitti, fóturin av bas- alti, hann er gjørdur i Havn. Á vesturgalvinum er ein rútur av litaðum glasi, sum skal avmynda Kristus sum heimsins ber- andi megi. Rosettin er gjørd av listakvinnuni frú Ullrikku Marseen. Kirkjan kostaði umleið 2 mill. kr. at byggja. Meira enn helmingurin av hesi peningahædd er givin av Fonden for Fædrelan- dets Vel. Hin helmingin hevur kirkjufólkið fingið til vega. Kristian kongur X var protektur, og fekk tí kirkjan navnið Christians- T.B. kirkjan. Hon er vigd minninum um teir fer- oysku sjómenninar, sum lótu lív undir seinasta heimsbardaga. Kirkjan hevur umleið 1000 sitipláss, men tann dagin hon varð vigd — hin hin 7. juli 1963 — har Fridrikur kongur saman við trúnarvinginum prins- essunum Benediktu og Annu Mariu, var hjá- staddur vóru eini 2000 fólk inni. Alt innbúgvið er givið, Altartalvan av Statens Museum for Kunst, skirnarfunturin av Natio- almuseet, tann litadi glas- råturin av Statens Kunst- fond, båturin av teimum sum åttu hann og arki- tektinum. Lampur, nummartalvur, kirkju- stólar og prædikastólurin av Dansk-Færesk Kultur- fond, minningartalvur av Tryggingarsambandin- um, og fóturin undir skirnarfuntinum av kirkjuráðnum. Prestarnir í Norðoya Vestara prestagjaldi í dag eru Jákup Magnussen sum er sóknarprestur, og Henning Begesvang, sum er búfastur kapellanur.