Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1979síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Kristuslovsongurin sosialurin Fil. 2,5—11 Av mongum verður hildið, at hetta pettið í Filippibrævinum er ein felags kristin lovsangur um og til Kristus. Orðalag og rytma bendir á, at so er. Hesin Kristuslovsangur — kanska sungin til gudstænasturnar um allan hin kristna heimin tá, og sum er epistultekst til pálmasunnudag — ber sín sterka boðskap um Kristi verk til okkara frelsu. Eitt, sum hesin lovsangur umtalar, er Jesu eyðmýkt, hetta at hann setti seg sjálvan lágt, tók tænara mynd á seg og gjørdist monnum líkur. Frívilliga og av sínum eintingum av- klæddi hann seg ella utømdi hann seg fyri gud- dómsdýrd sína og kom av himni higar til foldar og varð ein av okkum, var ímillum okkum og bar okkara pínu og neyð, og alt hetta gjørdi hann av kærleika sínum til okkara. Tað er henda eyðmýkt hansara, sum er vorðin okkara bjarging. Hann kann sjálvur siga: Eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta ella eg eri ikki komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og geva lív mitt sum loysigjald fyri mong, og við lívi sínum stóð hann aftan fyri orð síni. Hann ferðaðist ímillum tey sjúku og neyðsteddu og gjørdi væl, hann setti seg til borðs saman við tollarum og syndarum, hann reisti seg frá borðinum fyri at tváa føturnar á lærusveinum sínum, hann bað fyri figgindum sínum osfr. Hann átti guddóms- dýrd, men avklæddi seg hana fyri at koma okk- um til hjálpar. kirkjur i Føroyum Eitt annað, sum hesin lovsongur umtalar er Kristi lýdni — hann varð lydin til deyða, ja, til deyða á krossi. Hann segði: Matur min er at gera vilja hansara, sum sendi meg. Hann lærdi okkum at biðja: Verði vilji tín, Faðir, sum í himni so á jørð, og hann bað sjálvur: Verði tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt. Jesu vegur til kross og grev var ein vegur í lýdni. Fyri honum var ein hægri vilji og ein hægri makt til, Guds heilagi vilji og Guds heilaga orð, og hesum boygdi hann seg fyri og var honum lýðin. Hann varð oftani freistaður av djevlinum til at víkja frå Guds leið; men ongantíð sveik hann, ong- antid læt hann seg lokka burtur av leið. Eisini í hesum feri livdi hann, sum hann segði, lív hansara samsvaraði við orð hansara. Í Róm. 5 tekur Paulus fram tað, sum hendi við Adami og setir tað upp ímóti ti, sum hendi við Kristusi: >Líkasum tey nógvu vórðu synd- arar við ólýdni hins eina mans, soleiðis skulu eisini tey nógvu verða rættvis við lýdni hins eina<. Tað, sum kom at sermerkja stoðu Adams til Guds og síðani steðuna hjá allari manna- ættini, er ólýdni móti Gudi. Tað, sum sermerkir Kristus, er hansara lýdni ímóti Faðirinum. Jesus Kristus varð monnum líkur og væl ber ti til at siga, at hann var okkara javnlíki. Men leggur ein inn í hetta, at hann eisini var javnlíki okkara í synd og ólýdni, sum summir hava lyndi til at siga, so bronglar ein gleðiboðskapin. Í hes- um var hann okkum ólíkur, við tað at hann altid Nr. 27 — 7. apríl 1979 PÁLMASUNNUDAGUR var Gudi lýðin, meðan vit ikki vilja lurta eftir Gudi, men tí er hann eisini vorðin okkara frels- ari, og ti er deyði hansara á krossinum ikki ein deyði í syndini, men fyri syndarar. Hesin Kristuslovsangur nevnir so, at Gud hevur fyri tað hátt upphevjað hann og givið honum navnið yvir øllum nøvnum, og at hver tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri til dýrdar Guds faðirs. Hann er nú harrin yvir øll- um universinum, allari tilveruni og øll skulu koma til at ásanna hetta. So hava vit einki at óttast, einki at stúra fyri, um vit boyggja knø fyri honum her og nú og leggja lív og lagnu okk- ara í hansara góðu hendur. Hann hevur aftur alla guddómsdýrd og allan guddómsmátt, men hann brúkar sín mátt til at frelsa okkum, tí hansara máttur er ein kærleiksmáttur. Harfyri eigi eg at takka honum og tilbiðja hann. Kristuslovsangurin og gleðiboðskapurin allur vil vera við, at hann er verdur allan okkara heiður og alla okkara tilbiðjan, og av sonnum megu vit samtykkja í hesum, tá ið vit geva okkum fær um tað, sum hann hevur vunnið okkum. Apostulin Johannes sá á ellisárum sín- um inn í Guds himmal, hann sá hin stóra hvíta, lovsyngjandi skara av frelstum sálum og hin heiðrandi einglaskara, sum sungu: Verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm, vis- dóm, kraft, heiður og dýrd og signing. Vilt tú vera við til at heiðra tín frelsara? H. P. ARA KARKARI A KO Jarnkrossurin Filmurin snýr seg um eitt týskt gonguherlið, og serliga um eina deild, , , . Bláa náttin Filmurin sigur seguna hjá nekrum fólkum, sum ikki hava nakað sam- band sínamillum, men sum øll við einum slag broytast frá at vera van- lig og friðarlig fólk til sálarsjúk drápsfólk. Ein ungur maður verður ill- tonktur fyri at hava staðið fyri teimum fyrstu dråpunum, og Brandt fyri sær trupul- leikar fyri framman. varð bygd í 1957 úr timbri. Grundin er úr gróti (Kristoffer Kristoffersen, arkitektur, Tórshavn og Jákup Oluf Jacob- sen, byggimeistari, Fuglafirði). Altartalvan: KVØLDMAL- TIÐIN, sum Ernst Trier, Vallekilde, málaði í 1960. Kirkju- garðurin varð laðaður av malargróti í 1955. blaðið, sum viðger øll viðurskifti blaðið, sum hýsir øllum meiningum pr 7 Lesið um ítrótt i SOSTALINUM sum er undir leiðslu av Steimer sersjanti ein klænur, harður og krigs- hærdur hermaður. Bólk- urin hjá honum av drivnum hermonnum hevur næstan eina ó- natúrliga- virðing fyri honum. Og ikki bert teir, eisini leiðarin hjá gongu- herliðnum, Brandt ob- erstur. Tá Stransky kap- teynur kemur út á vig- vellin sum tann nýggi herdeildarleiðarin, sær > x Stransky við sínum altid pressaða eyðkennisbúna og skínandi stilvum er tann veruligi preusarin — stoltur og avbjóðandi — sum sær fram til at fáa jarnkrossin. Hann roynir at vinna sær virð- ing hjá Brandt, men hes- in vil onki hava við kap- teynin at gera, og skjótt blómar figgindaskapur teirra millum, meðan bardagin heldur fram úti á vígvellinum. Filmurin verður sýnd- ur í Leikhús Bio. | 4 ;N + i meðan hann flyggjar frá politinum saman vid vinkonu sinari, roynir hann at finna ein felags- nevnara fyri øll hesi morðini. Sporið ferir hann 10 ár aftur í tíðina, til Stanford universitet- ið, har øll fýra vóru studentar einaferð. Her tóku tey evnið LSD, og lykilin til hesa gátu er júst eitt LSD, sum varð vidgjørt á skúlanum. Nú er spurningurin: Kann tað vera LSD, sum hevur gjørt hesi fólkini sálarliga sjúk, við tað, at evnið nú er farið at virka av álvara, 10 ár aft- aná? Hvussu kann hann prógva hetta? Hvar finnur hann annan per- són, sum eisini hevur tikið LSD, men sum ikki er blivin >sjúkur<? Og hvussu fær hann fatur á honum áðrenn? Filmurin verður sýnd- ur í Leikhús Bio. Automatsvararin i Leikhus Bio hevur tlf. 11131.