mikudagur 11. apríl 1979síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
sosialurin
Fótbóltsárið 1979 byrjað:
Við at fåa mål
i seinasta minutti
eydnadist tað MB
at fåa umdyst
— móti Royn i semifinaluni,
medan tad gekk væl lættari at vinna
finaluna móti Fram
Seinasta vikuskifti var
fyrsta fótbóltskapping,
sum Fótbóltssamband
Føroya stendur fyri, leikt,
og var hetta endaliga
kappingin um Eysturoyar
Heilselu-steypið.
Av tí at limafeløgini i FSF
i fjør avgjørdu at sam-
skipa allar tær eldru deild-
irnar i eina steypakapp-
ing, var eisini avgjørt at
tær núverandi steypa-
kappingarnar skuldu nið-
urleggjast.
Steypið í 1. deild, Ísa-
fjarðarsúlan, verður nú
nýtt sum steyp í stóru fel-
agskappingini, meðan
steypini í 2. og 3. deild,
Eysturoyar Heilselu-
steypið og Sjóvinnu-
bankasteypið skuldu
halda fram i serstøkum
kappingum í ár afturat.
Misskiljing?
Mánadagin fekk SOSIALURIN
soljóðandi bræv sendandi:
SOSIALURIN skrivar í stórari yvir-
skrift mikudagin, at >teir gomlu< mettu
ikki til ætlaðan jubileumsdyst í flogbólti
vikuskiftið fyri. Hevði blaðmaðurin, ið
hevur ábyrgd av hesi grein, gjørt sær tann
ómak — áðrenn hann sló hetta stórt upp
— at spurt okkurt umboð fyri okkum um
orsøkina til, at dysturin datt nidurfyri, so
hevði hann fingið hetta svar, sum vit nú
sjálvir noyðast í bleðini við.
Vit hevdu stóran áhuga fyri hesum
dysti, men fingu ongantíð boð hverki um
leikdag ella leiktíð frá flogbóltsdeild ÍSF's.
Vit harmast serliga um, at føroyameist-
ararnir — NFL — til fánýtis mettu upp til
dystin, og nýta hevi til at takka teimum
og ellum hinum 1. deildarliðunum fyri eitt
spennandi og stuttligt kappingarár.
Bestu heilsur
v. Flogbóltsliðið NFL 4
Arni Dahl, liðformaður
Sipað verður her til grein,
sum stóð í SOSIALINUM
nr. 26, 4. apríl undir yvir-
skriftini = >Teir gomlu
mettu ikki upp.«
Í hesi grein varð millum
leumsdystur
skuldi verið
NFL |,
sum gjørdist føroyameist-
ari i år, og liðið hjá NFL 4
r milluð
fyri 10 árum síðani, sum
tá gjørdist nr. 2 í kapping-
ini. Hetta skuldi sum sagt
vera ein jubileumsdystur
við tað, at NFL 4 eisini
gjerdist nr. 2 í kappingini
i ár. Men sum skilst
blaðnum, so mettu >teir
gomlu« ikki upp.
Áðrenn henda grein
varð skrivað, og eisini
seinasta mánadag, spurdi
eg formannin í Flogbólts-
deild ISF's, Herman
Lindberg, um hvi hesin
dystur varð av ongum.
Herman svaraði, at hann
visti ikki orsøkina — NFL
4-leikararnir fingu boð um
dystin mánadagin ella
týsdagin áðrenn, sum
dysturin skuldi leikast
sunnudagin eftir. Herman
hevði sjálvur sett seg í
samband við tveir av leik-
arunum, ein teirra var
Árni Dahl. Avtalað varð,
at Árni sjálvur skuldi
geva hinum leikarunum
boð um dystin, men tá
dysturin skuldi leikast,
var bert ein mettur. Av-
talað varð eisini, at dyst-
urin skuldi leikast henda
sunnudagin kl. 4 sp.
Herman sigur annars,
at hann er keddur av, at
ikki allir mettu, ti hesin
dysturin í veruleikanum
skuldi vera til æru fyri
gamla NFL 4-liðið.
NFL 1, sum skuldi vera
mætstødulidid, fekk .boð
um dystin sama dag, sum
Árni Dahl — teir mettu
allir upp!
Tórshavn 9/4 -79
Anfinnur Hovgaard
ítróttarskrivari á
SOSIALINUM
MB
Lið, ið hevdu
vunnið fingu
luttøkurætt
FSF avgjørdi, at tey lid,
sum frammanundan
høvdu ognað sær lut í
steypunum, í ár skuldu
kappast móti hverjum
eðrum, og vildi vinnarin
av hesum kappingum so
fáa steypið til ognar.
Í 2. deild hevdu Fram,
Royn og MB vunnið
steypið einaferð hver, og
seinasta vikuskiftið hitt-
ust hesi trý lið til kapp-
ingar í Tórshavn.
Við lutakasti varð av-
gjørt at Koyn og MB
skuldi leika móti hverjum
eðrum leygardagin, med-
an vinnarin av hesum
dvsti sunnudagin skuldi
leika finaluna móti Fram.
Hampulig líkindi
Líkindini til at spæla fót-
bólt vóru leygardagin
heilt hampulig,“ tó var
vellurin, ið var vátur,
nakað tungur at leika á.
Í fyrra hálvleiki var
spælið hjá báðum liðunum
heldur tilvildarligt, og
skilliga sást at hetta var
ársins fyrsti dystur. Tað,
ið fyrst og fremst merkti
henda hálvleikin vóru
skeivar avleveringar, til-
vildarligar avleveringar
uttan »adressu« og bóltar,
ið vóru skotnir beint upp í
luftina.
Nr. 28 — 11. apríl 1979
Royn á odda
Um miðjan hálvleik eydn-
aðist tað Royn at koma á
odda, men stokkut gjerd-
ist gleðin. Letu seinni
javnaði Sámal á Vágalið
tå hann skeyt eitt frispark
beinleiðis í netið. Hesin
1—1 javnleikur gjerdist
eisini hálvleikssteða.
Pressaðu
væl meira
Í byrjaðini av seinna hálv-
leiki var tað Royn, ið
pressaði væl meira og tá
13 min. vóru farnir gav
hetta eisini úrslit.
Trúgvi Midjord legði
eina langa avlevering fram
til skjóta Roynframherjan
Sveinbjern, ið einsamallur
trekti fram móti MB-mál-
inum, og lyfti hann bóltin
upp um Trúgva Fagra-
berg, ið var runnin út móti
honum, og í netið til 2—1
leiðslu.
Fingu meira spæl
Tað var eins og hetta mál
fekk MB at vakna. Teir
rystu svevnin av sær og
fingu nú sterri lut í leiki,
men restaðu tó ein mann
at skjóta mál. Møguleik-
arnir vóru nógvir, men
einki kom burturúr.
Ístaðin var tað Royn
sum í 38. min var væl
nærri at økja leiðsluna enn
MB at javna.
Tummas Jacob fór púra
einsamallur móti MB-
málinum, aftaná frálíka
avlevering frá Sveinbirni,
men skot Tummas Jacob-
sar rakti mitt á Trúgva, ið
var runnin út og hevði
tveitt seg.
Javnaðu
í seinasta min
Aftaná hetta álop gekk
leikur javnt, men ikki tað
eydnaðist hvergum parti
at fáa mál. Áskoðararnir
vóru bryjaðir at reisa seg
fyri at fara, sannferdir um
at henda dystin hevði
Royn, ið leikar í 2. deild,
vunnið á MB, ið leikar í 1.
deild, tá Árni Joensen við
einum skoti tætt inn við
høgru stong setti bóltin i
netið til javnleik 2—2, og
hetta mál má sigast at
vera skotið í evstu letu, tí
bert 10. sek. aftaná varð
dysturin lokin.
Umdysturin
Umdystur 2X15 min.
varð beinanvegin leiktur.
Megnaði MB ikki at vinna
á Royn í vanliga dystin-
um, so megnaðu teir tað
so ruddiliga í umdystin-
um.
Ikki færri enn trý mál
fingu teir og var tað Árni
Joensen, ið skeyt øll og
skeyt hann sostatt fýra
mál á rað í hesum dysti.
Fyrsta málið í umdyst-
inum kom tá Árni lyfti
bóltin uppum Símun Eiler
Berg í Royn-málinum.
Næsta kom tá Sámal legði