mikudagur 11. apríl 1979síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
REE OR OOA
|
Loysasøla 3,00
So komu teir við kistuni
javnaður - brødralag
Bóru líkkistu millum sin
— men har var einki lík í
Eg hevði saman við einum
1500 eðrum leitað mær
niðan í Ítróttarhellina á
Nabb til ta árligu ung-
dómskonsertina, sum
Skansastova í Havn skip-
aði fyri seinasta leygar-
kveld.
6 bólkar við tilsamans
31 tónleikarum luttóku,
og kann hetta sigast at
vera eitt passandi tal til
eina konsert, sum varar í
uml. 3 tímar.
Seinkað
Eftir skránni skuldi kon-
sertin byrja kl. 20, men
ikki varð byrjað fyrr enn
eitt korter seinni — einki
óvanligt!
Black Birds
Fyrsti bólkurin, sum
spældi, var Black Birds úr
Havn. Hetta var ein góð
byrjan, tí hetta er ein væl-
dámdur og góður bólkur,
sum leggur seg eftir at
spæla dansitónleik, ogs
hetta er tað slagið av tor
leiki, sim feroyingum
dåma best. »Futtur« kom
i åskodarafjøldina so at
siga beinanvegin.
Jazz
Jazzurin var eisini um-
boðaður. Hoydalar Jazz-
band var næsti bólkurin á
pallinum, men nú var tað
sum hýrurin minkaði
nakað — jazz er kanska
ikki »in« hjá ellum her á
landi. Men tónleikurin var
góður.
Cactus
Næst á skránni var Cact-
us úr Havn, og teir eru
eisini vældåmdir. Teir
leggja seg eftir at spæla
meira progressivan tón-
leik, men tó soleiðis, at ein
kann dansa eftir honum,
og tað er tað, sum umræð-
ur hjá einum bólki í Fer-
oyum. Tá teir hevdu
spælt eini 2—3 leg, bóðu
teir ljósmannin um at
sløkkja ljósini á pallinum.
Síðani bóðu teir teir á-
skoðararnar, sum hevdu
eldføri ella svávulpinnar
um at tendra hesi, so
skuldu vit fáa eitt stilt
lag. Hetta varð alt gjørt
og væl bar til — tað bleiv
næstan líka ljós sum tá
ljósini undir loftinum vóru
tendraði. Men keðiligt —
tá Cactus fór av pallinum
bleiv ein steðgur. Nú var
hýrurin blivin so góður,
men einki gjerdist við
hetta Ein 5-minuttirs
steðgur, sum vardi í nær-
um eitt korter.
Munkar
Nú er steðgurin av, fólk
kemur inn aftur í hellina,
ljósin undir loftinum
slókna. Myrkt er inni
Frammi á paliinum hoyr-
ist urgutónleikur —
kirkjutónleikur. Ljósini á
pallinum tendra, men har
er eingin — enn. Men nú
fer teppið til síðis, og inn
koma fýra persónar ílætn-
ir munkakappar. Millum
sín bera teir eina svarta
líkkistu. Teir seta kistuna
á pallin og fara út. So
koma teir inn aftur, hesa
ferð uttan kappar, og
byrja at spæla. Men —
har manglar ein, sangarin
Karl. Men mitt sum hinir
spæla, kemur roykur úr
kistuni — einki lok er á —
og »likid« reisir seg upp —
sangarin Karl.
Soleiðis komu klaksvík-
ingarnir Hjarnar inn á
pallin. Sum ikki einaferð,
so eru teir vælumtóktir
enn, serliga av klaksvik-
ingum sjálvum. Tá teir
fóru av pallinum aftur,
var hýrurin ovast uppi.
Samansett
So kom Plutonium. Hetta
er ein ein samansettur
bólkur, har nakrir av
teimum bestu popptón-
leikarunum í Feroyum
leika við: Olavur Øster,
Hans Karl Hansen, Jørgin
Dahl, Johannes å Rogvi
Joensen og tann litli, men
kortini stóri trummuslåar-
in Oskar Eiriksson. Men
tónleikurin hjá hesum
bólkinum kann diskuter-
ast.
Síðsti
6. og seinasti bólkurin á
pallinum hetta kveldið var
Feslie úr Gøtu. Eg vil
halda, at hetta var ein
Olaf år Cactus
tann besti bólkurin, um
ikki tann besti, á hesi kon-
sertini. Tó var eitt minus,
tónleikurin sjálvur var ov
harður, meðan sangurin
ikki hoyrdist serliga gott.
Skemtiligur
Eliesar Joensen úr Klaks-
vik var tann skemtiligi
maðurin, ella framsegu-
maðurin, um tað kann
nevnast so. Hann royndi
at fáa hýrin at vera við
líka allatidina, og hetta
eydnaðist.
At enda
Sum heild kann sigast, at
konsertin var væleydnað,
sjálvt um tað ikki vóru so
nógv fólk sum t.d. sein-
asta ár. Tá vóru um 2000.
Men eg haldi, at øll vóru
vælnegd við konsertina
-rd
NANNNARNNNANARNRRRRRNARNARANRRS RANA AAA SAS SÍNA NNA SNNSSðð
NNANNASNSNASSNAASARARSASAASSSASSRARS
SÁNSAASSNASSNASNANSSSNÓSSARASARSARARARARARARAA SANNA
NANASNAARASANSASASSSASSASRSSSRA8
Óli í Áarstovu
I
Franski skiparin helt
seg onga last at hava,
ti keypti hann sina
egnu last.
*
Orsakað av at posthús-
ið er stongt leygardag-
in, kemur Sosialurin
ikki út aftur fyrr enn
eftir páskir.
NANNANNANANANSNSSRSARSSASSARRAR RS AR RA R ARA NS SSA SAS ðj.
3