mikudagur 18. apríl 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leysasøla 3,00
52. årgangur
Nr. 29 — Mikudagin 18. april 1979
Sr %
Fráboðaður ov seint — politiið ongan áhuga
Atli Dam, løgmadur á páskastevnuni hjá »Kristus er Svarid«:
Lesið á síðu 4
Intoleransa, ótti og fordoming
eyðkennir eisini kristiligt arbeiði
Kristiliga arbeiðið í Føroyum fevnir bæði um góð og ring ting
Páskini eru av og ein av
trúðarbólkunum í Feroy-
um, >Kristus er Svarið<
hevur endað sína árligu
páskastevnu, sum var
hildin í Klaksvík nú um
dagarnar. Kristin úr ellum
pertum av landinum
hevdu leitað sær til
Klaksvíkar at luttaka í
páskastevnuni, sum hinar
undanfarnu árini hevur
verið hildin í Vágum.
Á skránni vóru ikki bert
metir av ymsum slag,
men eisini skrúðgonga,
popptónleikur við kristi-
ligum innihaldi og ein
fundur, har formenninir
fyri teir politisku flokkar-
nar í landinum svaraðu
ymsum spurningum.
Fimm floksformenn
vóru mettir til fundin.
Har vóru Adolf, Pauli,
Hilmar, Hákun og Atli.
Tjóðveldisflokkurin sendi
ikki umboð á fundin.
Ov stórt glopp
Fundurin var rættiliga
drúgvur, vardi í góðar
triggjar tímar. Byrjað
varð við sangi, tónleiki og
ben. Síðan beyð ein av
fyrireikarunum, Olvheðin
Jacobsen politikarunum
at vera vælkomnar og
segði, at tað er alt ov
stórt glopp millum polit-
ikararnar og tey fólk, sum
— Vit siga tær tøkk fyri,
Harri Gud, at vit her fáa
loyvi at savnast undir
slíkum umsteðum hesa
lotu, segði Tummas J.
Askham í ben síni, tá
fundurin byrjaði seinasta
leygardag.
fáast við kristiligt arbeiði í
Feroyum.
— Soleiðis meti eg ikki,
at tað eigur at vera, og so-
leiðis sigur Skriftin eisini,
at tað ikki eigur at vera,
segði Olvheðin Jacobsen.
Hann vísti á, at politikkur
og kristiligt arbeiði ikki
eigur at verða skilt frá
hverjum eðrum.
»Hvat halda tit
um tað kristiliga
arbeiðið?“
Politikararnir høvdu nú
hevi at svara spurningum.
M.a. varð spurt um, hvat
teir ymsu flokkarnir hildu
um tað kristiliga arbeiðið,
sum verður gjørt í Før-
oyum í dag.
Teir flestu floksfor-
menninir vórðu samdir
um, at spurningurin var
torferur at svara floksins
vegna, og teir gjørdu tað
ti heldur fyri egnu rokn-
ing.
Bønirnar
stóran tydning
Adolf Hansen helt, at tad
verður gjørt eitt stórt
kristiligt arbeiði í Føroy-
um. Hann helt, at tað var
torført at siga, hvenn
týdning hetta arbeiðið
hevði, men vísti sam-
„Kristus er Svarið< bjóðaði eisini nútímans kristinboðstónleik
stundis á, at um tað ikki
hvenn dag fóru so nógvar
benir upp til Gud, sum tað
gera í Feroyum í dag úr
kirkjum, meinigheitshús-
um ødrum samkomuhús-
um, privatum heimum og
hverjum einstakum menn-
iskja, tá hevði staðið líka
illa til í Føroyum sum i
hinum Norðanlondunum.
— Tað er hesum áhald-
andi benarhaldi fyri at
takka, at feroyingar hava
staðið seg so væl í teimum
vánatíðum, sum hava ver-
ið segði Adolf Hansen.
Og hann helt fram: —
Politikararnir eru amboð,
sum eru sett av Gudi. Teir
eiga ikki æruna av, at tað
er so væl statt i Føroyum i
dag, men tað eigur har-
afturimoti tann kristna
trúgv sum er millum fer-
oyingar.
TaA
Tad sýnist mangan so,
at tad er eitt åvist klandur
millum tey ymsu trúðar-
samfelegini Feroyum.
Sjálvur haldi eg, at vit
kunnu ikki verða hetta
fyriuttan, at tað eru fleiri
trúðarsamfelog. Hetta
ger, at vit fáa eina åvisa
kapping, og hetta skapar
harvið eitt ávist lív. Var
bert ein meinigheit í Fer-
oyum, tá sovnaði alt
Gudsarbeiðið her á landi
eins væl og aðrastaðni,
segði Adolf Hansen í síni
rødu.
Ósemja
skapar misálit
Hilmar Kass tók undir við
Adolfi Mansen og segði, at
tað má ásannast, at tað
fer eitt stórt og dygdar-
gott kristiligt arbeiði fram
bæði millum ung og eldri
fólk. Hann visti síðani á ta
ósemju, sum er millum
teir ymsu kristnu bólkar-
nar.
— Tað verður sagt, at
— Bæði góð og ring ting
eyðkenna tað kristiliga ar-
beiðið, sum verður gjert í
Feroyum í dag, segði Atli
Dam m.a. í síni reðu.
tað er neyðugt við fleiri
trúðarbólkum og fleiri
hugsjónum, og kanska er
einki ringt í ti, men tann
klovningur, sum er í dag,
sáðar misálit á ta kristnu
hugsjónina innan fyri
nógv av tí kristna arbeið-
inum, segði Hilmar Kass.
Vit hava eina
almenna kirkju
Atli Dam tók síðani orðið
og segði, at soleiðis sum
politikararnir hava skipað
viðurskiftini í samfelagn-
um, so skal eitt kristiligt
arbeiði kunna fara fram
frælst og frítt. Hann visti
á, at flokkarnir sum so
ikki hava tikið steðu til at
verja ein ávísan trúðar-
bólk.
— Men tá vit hava eina
almenna kirkju, segði Atli
Dam víðari, so hava vit
fyri so vítt tikið steðu til
eitt åvist slag av kristi-
ligum arbeidi
— Tað má vera eitt
krav frá samfelagnum til
hesa almennu kirkju, at
hon eisini er vaktari i ti
kristiliga arbeiði, sum
annars fer fram. Soleiðis
at talað verður at, tá sumt
av ti ringa, sum kann vera
i hesum
mikið vart við seg
arbeiði, ger ov
Bæði gott
og ringt
Og hann helt frar
Tað er vid
arbeiði sum vid øllum liv
ins målum, at tad fylgja
bæði góð og ring ting vid
Ein partur av kristiliga
arbeiðinum kemur nógv-
um fólkum væl við. tað
leiðir ein hóp av fólki til
persónliga nøgd, ella per-
sónliga frelsu, sum tað
verður kallað, meðan ein
annar partur av arbeið-
inum kanska meira er-
kymlar fólk, sum framm-
anundan stóðu við báðum
beinum á jerðini í sínum
andaligu viðurskiftum
Ein partur av hesum ar-
beiði fremur toleransu,
men tað er eisini so, at tað
ikki fremur toleransu,
men tverturimóti intoler-
ansu.
Ein partur elvir ikki til
gleði, men heldur til ótta
Ein partur hevur sum eyð-
kenni fordeming ístaðin
fyri tilgeving, meðan ein
annar partur haraftur-
Framhald á síðu á