Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. apríl 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 21. apríl 1979 ————niiee sosialurin Síða 3 jónvarpstól fyri 10 mill. kr. eru seld i Havn higartil í år Tað eru bert nakrir fáir mánaðir síðani, at Sjón- varpsfelagið fekk loyvi til at fara undir regluligar sjónvarpssendingar. Í dag verður sent fleiri kveld um vikuna, og tað kann ikki sigast annað, enn at íbúgvarnir i Havn vísa nýggja sjónvarpstil- takinum ovurhondsstóran áhuga. Hetta visa í hvussu er tey fyribils tel, sum Sosi- alurin er komin fram til. Vit hava sett okkum í samband við fleiri av handlunum, ið selja sjón- varpstól. Vit vilja tó bein- anvegin gera vart við, at hesi tel ikki eru 100% , og ti kann væl vera at tølini antin eru nakað lægri ella nakað hægri enn sagt frá her. Keypa mest tey dýrastu tólini Hesar fyrstu mánaðirnar í ár eru seld umleið 1000 sjónvarpstól fyri eitt samlað virði uppá umleið 10 mill. kr. Kasettuband- upptakarar og antennur eru eisini við í hesum tali. Hóast prísurin á einum nýggjum og væl útgjerd- um sjónvarpstóli liggur millum 8000 og 10.000 krónur, so vísir tað seg, at tey flestu keypa júst hesi sjónvarpstólini. Tey ynskja litsjónvarp, sum bæði hevur fjarstýring og HI-FI ljóð. Nakað væl hevur eisini verið keypt av kasettu- bandupptakarum, sum saman við sjónvarpstólin- um, kosta góðar 20.000 kr. So talan er í veruleik- anum um stórar peninga- upphæddir, sum hesar fáu mánaðirnar eru farnar til sjónvarpstól. Landskassin 2 mill. kr. í tolli Tað er greitt, at lands- kassin her fær eina fitta inntøku gjøgnum tollin. Tollurin er 43% umframt 300 kr. fyri hvert sjón- varpstól, sum verður inn- flutt. Leystliga mett út frá innkeypsprisinum skuldi landskassin i år havt fingið góðar 2 mill. kr. í tolli uppá sjónvarps- tól. Av teimum 43% fara 30% í ein sjónvarpsgrunn og haraftrat tær 300 krón- urnar av hverjum sjón- varpstóli. 1500 sjónvarpstól í Havn Í Sosialinum stutt fyri páskir segði ein av Phil- ipsumboðsmonnunum, sum hevdu framsýning í Havn. at tær >prognos- ur<, sum teir hevdu gjert um, hvussu nógv sjón- varpstól meguliga fóru at verða seld í Havn og ek- inum nærhendis, vístu, at tað í minsta lagi verða seld 1500 tilik tól í år. Við teimum umleið 1000 tólunum, sum longu eru seld, bendir ti nógv á, at talið fer ikki at liggja nið- anfyri tey 1500. Í dag man talið á sjónvarpstólum í Havn annars liggja nakað omanfyri 1500. Kanning- Sjónvarpið er komið! Og enn síggja vit bert útlendskar sendingar Nær feroyingar sjálvir fara at gera sjón- varpssendingar, er helst eingin feroyingur, sum kann svara uppá í dag. ar, sum vóru gjerdar í fjør, vístu, at tá vóru um- leið 600 sjónvarpstól í hevuðsstaðnum. Hetta vil siga, at umleið annaðhvert húsarhald í Havn í dag hevur sjón- varp Sjónvarp til eysturoyingar og norðoyingar — prisurin 100.000 kr Umsetarar kunnu setast upp á Stødlafjalli og á Brúnaskarði Í dag kunnu bert fólk, sum búgva í Havn og har nærhendis síggja sjón- varpssendingarnar, sum verða sendar frá B 74. Tá tann nýggi 10 w sendarin kemur verður meguligt at síggja sjónvarp í Nólsoy eisini, og sendikvalitetur- in verður munandi betri. Men ein nýggjur sendari merkir ikki, at eisini onn- ur pláss i Føroyum kunnu síggja sjónvarp. Umsetari krevst Skulu t.d. eysturoyingar taka ímóti sjónvarps- signalum úr Havn, mugu teir hava ein sonevndan umsetara. Ein umsetari, sum kostar umleið 60.000 kr., er ein antenna um- framt onnur teknisk út- gerð. Antennan móttekur signalið frá sendaranum í Havn. Umsetarin broytir signalið til eina aðra kanal Við umsetara á Brúnaskarði kunnu klaksvíkingar og lorvíkingar síggja sjónvarp og signalið verður nú for- sterkað og sent til mót- takararnar á t.d. Skála- fjørdinum. Verdur ein tilikur um- setari settur i samband vid FM-stødina å Stødla- fjalli, kunnu allar bygd- irnar á Skálafjorðinum, báðar Geturnar og partur av Fuglafirði síggja sjón- varpssendingarnar úr Havn. Eisini klaksvíkingar, men ikki suðuroyingar Fara vit nú longur norður, so hava klaksvíkingar sama møguleika sum eyst- uroyingar at útvega sær ein umsetara. Hesin kann setast upp á Brúnaskarði, og við honum kunnu bæði lorvíkingar og klaksvík- ingar síggja sjónvarp. Vit hava spurt Sjón- varpsfelagið í Havn, um suðuroyingar eisini kunnu móttaka signalið úr Havn Til tað verður sagt, at hetta letur seg ikki gera, tí signalið sjálvt frá 10 w sendaranum, verður ov veikt til henda langa tein- in. Skulu suðuroyingar tískil síggja sjónvarp. mugu teir fáa sær sama slag útgerð, sum Sjón- varpsfelagið í Havn hev- ur. Felag á Skála- fjørdinum Ahugin á Skálafjorðinum fyri sjónvarpinum tykist vera stórur. Fyri páskir var fundur á skúlanum á Glyvrum, har umleið 60 fólk mettu. Tosað varð um at seta eitt sjónvarps- felag á stovn. Fundurin endaði við, at ein arbeiðs- nevnd varð sett til at ar- beiða víðari við málinum trý á getuni Ætlanin er at stovna eitt sjonvarpsfelag i Hvat heldur tu um hetta tiltak? Eysturoy Olavur Gregersen, stjóri: Eg havi ikki hu so nógv um ha eg vænti ikki verður tann góðskan, fyrr alment sjónvar ur u Óla Jákup Jacobsen, lærari: — Eg eri ikki nógv fyri, at tað kemur. Men tað kemur so fyrr ella seinni. Har haldi eg, at ístaðin fyri, at eitt felag tekur sær av ti. so skuldi tað verið tað almenna, sum gjørdi hetta. Eliesar Gregersen, vrakieftirlitsmadur