Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-04-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Agnstudningur TAÐ ER eingin loyna, at tað, sum merkti tað seinasta samtykta figgj- arlógaruppskotið, varð tað stóra í- skoytið til fiskivinnuna. Og var talan um eina hækking frá um 85 mill. kr. til um 108 mill. kr. Serstakliga var hækkingin stór til »minstuløn og annan stuðul til fiskivinnuna«. Her var hækkanin frå 72 mill. kr. til 80,5 mill. kr. ORSØKIN til hesar hækkanir eru teir trupulleikar sum fiskivinnan hevur havt við lækkandi útflutn- ingsprísum v.m. Hetta hevur soleið- is gjørt, at játtanin til ráfiskagrunnin er ætlað hækkað úr 20 mili. kr. upp í 50 mill. kr., og verður roknað við hesi upphædd at kunna halda rá- fiskaprísunum í hvussu er óbroytt- ar. MEN landsstýrið og løgting hava ikki hildið galdandi ískoytir til fiski- vinnuna vera nóg mikið, og tí var eisini ein upphædd sett av á fíggjar- lógini til agnstudning, og nú hevur landsstýrið sett fram á ting uppskot um at geva 70 oyru pr. kg. í agn- studningi. Hetta uppskot var til 1. viðgerð seinasta fríggjadag. TÁ hetta uppskot verður sett fram, so er tað tí, at ásannað verður, at stødan hjá línuskipum og teimum sum sigla við teimum er serstakliga vánalig, serliga aftaná tað vánaliga linufiskariid seinasta vetur. Og lætt- ast er at lætta um hjá nettupp hesi veiðu við at lata stuðul til agnið. Agn er vorðið ein stór útreiðsla hjá hesum línubátum og roknað verður við at lætta nakað um hesar út- reiðslur við nevnda uppskoti. Sann- ast má, at her er talan um ein bata, hóast hetta uppskot ikki loysir allar trupulleikar. HETTA er tó ikki tann besta loysnin uppá hendan spurning. Betur hevði verið um vit sjálvir kundu tikið ímóti makreli frá okkara kraftblokkabát- um, so hesin kundi verið frystur til agn til ein munandi lægri prís enn tað innflutta agnið. Talan hevur leingi verið um eina agnfrystistød, og tá hon er komin, skuldi tann besta loysnin verið fyri at fáa bíligt agn. Nr.31 — 25. apríl 1979 Teir gomlu segdu: >Guð náði hann, ið ongan ev- indarmann heyði.< Tó má eitt mark vera fyri hesum. Ætlan mín er ikki at koma í blaðtjak, men tað má harma hvenn tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. rætthugsandi borgara í Vági, um tey ljótu álop í Sosialinum nr. 26 og 27 á Polarfrost og á teir, ið ráða har. Fyri árum síðan var Vágur ein av teim fremstu bygdum í landinum. Dugnamenn hevdu sett virkir á stovn, ið góvu fólki arbeiði. Hesir dugna- menn fullu frá, og virkir og annað fóru í sorl. Bygdin kom í ein aldudal væl so leingi — ein kaldur gjóstur við arbeiðsloysi fór yvir tað heila, men so kom, sum skaldið sigur „vár við lýggjum vindi«, har menn við áræði og dugnaskapi fóru til verka. Teir vóru ikki føddir við POLARFROST 1979 peningaposanum um háls- in. Bygdu fyrst eitt skip, síðan annað. So fóru teir undir flakavirkið — ein risafyritøka, og sigst hetta flakavirkið at vera eitt hitt- mest nútímans í heiminum. Flakavirkið mátti fáa skip, tí uttan skip kundi virkið ikki liva. Skipini keyptu teir eisini, og hava teir 7 skip nú, ið hoyra til virkið. Hetta gav í um- setningi í 1978 70 mill. kr. Tað vóru ikki fáar mill. av hesum, ið fullu niður í Vági. Kommunan ger fleiri stórarbeiðir í bygdini — kundi hon gjert tað, um einki »Polarfrost« var? Nei! Tad er ikki bert fólk úr Vági, ið fær arbeiði her, men eisini úr eðrum bygd- um. Øll skilafólk eru sann- ferd um, at hesir menn við sínum virki og skipum reistu Vágs bygd aftur á føtur. Hetta er ein risafyri- tøka, eitt roysnisbragd og ein minnisvarði, ið lysur av årædi og dugnaskapi. Harmiligt, at »ein fjall- brúður< kann ríða so nid- arlaga við sínari evund og illsinni. »Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga«. Vågbingur VILJA HAVA INGEBORG FRÅ Nu fåa vit loksins okkara aðalfund. Tað verður stuttligt at hoyra, um tað er nakar, sum hevur okk- urt at klaga um frá ar- beiðsplássinum hjá okk- um, Polarfrost. Okkurt man tað vera, ti nú tað síðsta árið hava fleiri enn ein dottið á ti hála og skitna gólvinum, so um tað einki annað var, so hevði verið gott at fingið tað í lag, soleiðis. at ikki fleiri vanlukkur standast av ti. Men kanska ánar- arnir av Polarfrost hava ikki ráð at gjalda yvirtið til ein mar:n at halda gólv- ið reint. Vit eru tó hepnar at eiga eitt so gott og væl- virkandi fakfelag sum Fjallbrúður er. Sum eg skilji, so er tað eitt tað frægasta fakfelagið í Fer- oyum. Tað hevði verið eitt verri skil har niðri á Polar- frost, um vit høvdu havt ein so vånaligan formann, sum mannfólkið her í bygdini hevur. Men, tíverri, tá ljóðar tað so, at summar konur vildu heldur havt okkara góðu Ingeborg Vinther frá sum formann, og heldur fingið eina í staðin fyri hana, sum hevði hjálpt Valbergi og Poul at halda stýr á arbeiðskvinnunum. Og tað undarliga er, at hesin sami virkisleiðari er ógvuliga væl við hesar somu kvinnur, ið standa og rotta seg saman í ar- beiðstíðini. Ti tað eru tær somu, sum vilja hava Ingeborg frá. Men eg líti á vitið og skilið hjá meirilutanum í Fjallbrúður. Vit vita, hvat vit hava, men ikki, hvat vit fáa. Ein fjallbrúður STJÓRIN Ein persónur í firmainum hevur givið leiðsluni hesa søgu undir dulnevni. Søgan er å tyskum, men av ti at nakrir av les- arunum kanska ikki skilja hetta mål, skal eg eftir besta førimuni royna at týða hana: Tá ið likamið varð skap- að, vildu allir likamslut- irnir verða stjórar. Heilin segði: Tá ið tað eri eg, ið ansi eftir ollum likamslutunum, má tað verða eg, ið skal verða stjóri. Beinini segdu: Tá ið tað eru vit, ið bera menniskj- að, hagar tað ynskir og gera tað, ið heilin ávirkar okkum til, skula vit verða stjórar. So komu eyguni: tá vit síggja fyri tykkum og á- vara tykkum móti vanda, mugu tað verða vit. Síðan segdu hjarta, lungu, hendur, oyru 0.s.fr. og at enda kom (og her kemur eitt orð, ið ikki er so vakurt at týða. Tað byrjar við r og hevur 9 bókstavir og endar við hol, so lesarin kann sjálv- ur royna at gita). R...holið kravdi eisini at verða stjóri. Hetta fekk ell hini at læa hart og halda gang, tá tey hildu hugskotið nær sagt vera absurd. R...holið bleiv í ødini av at verða til láturs. Tað lukkaði seg og noktaði at virka. Hetta ferdi til, at heilin fekk fepur, eyguni skeittu og fingu pínu, beinini blivu veik, og hendurnar hingu slappar niðureftir. Hjarta og lungu fingu trupulleikar við at virka rættuliga. At enda vendu øll sær til heilan og bóðu hann gera r...holið til stjóra. Soleiðis gekk tað til at allir likamslutirnir komu Luttakið í almenna tjakinum Sendið lesarabrøv til Sosialin! at gera arbeiðið, meðan r... holið spældi stjóri og einans gav eina rúgvu av lorti frá sær. Moralurin í seguni: Fyri at vera stjóri er tað ikki neyðugt at vera eitt geni — bert eitt r...hol. Kr. Ab