mikudagur 25. apríl 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
HB—YVB 4—1 (3—1):
sosialurin
Målrikur dystur vid
nogvum målmøguleikum
Málmunurin gjørdist hesaferð væl størri enn tå
HB og VB annars hittust
Væl av åskodarum høvdu,
i góðveðrinum sunnudag-
in, leitað sær niðan á
ovara vell í Gundadali til
ársins fyrsta landskapp-
ingardyst í 1. deild millum
HB og VB.
Væntað varð, at hesin
dystur vór at gerast
spennandi, tí seinastu ár-
ini hevur tað víst seg at
hesi bæði liðini hóska sera
væl saman, leikliga sæð.
Spæla vakran fótbólt og
oftast er spenningur um
úrslitið til síðsta bríksl.
Nógvir
málmeguleikar
Dysturin gjerdist eisini
undirhaldandi við nógvum
málmeguleikum til báðar
partar, men var tað tó
HB, sum, serliga í fyrra
hálvleiki, hevði yvirvág í
leiki.
Varlig byrjan
Bæði liðini byrjaðu leik
heldur varliga og skiftu
álopini úr máli í mál, tó
uttan at nakað av liðunum
megnaði at skapa nakrar
veruligar málmeguleikar.
Tað gekk lætt hjá báðum
pertum at spæla seg fram
til brotsteigin, men meiri
striltið at fáa bóltin inn-
um.
Einsamallur
gjøgnum verjuna
Soleiðis gekk fyrsta kort-
erið, men í 15. min. fekk
Kári Nielsen, staddur úti
á hegra vongi, avlevering
Kári Nielsen hevur økt til 4—1 til HB
frá Hera Nolsee. Kári
trekti einsamallur inn í
brotsteigin, rak rundan
um tveir ella triggjar VB-
verjuleikarar og spældi
bóltin tverturvið fimm-
meturteiginum til Suna
Jacobsen, við lættliga
kundi seta bóltin í netið til
1—0.
Javnaðu
beinanvegin
Bólturin var nóg illa givin
aftur til leik áðrenn VB
javnaði. Hetta mál, ið Páll
Augustinesen skeyt, var
avgjørt vakrast í dystin-
um.
Páll skeyt úr vinstra
brotsteigshorni eitt hart
skot móti málinum og
streyk bólturin inn í hand-
ara málhornið, og út
gjøgnum eitt hol í net-
inum.
Orsakað av Lesum holi
stóðust eitt sindur av
trupulleikum. Hegni
Mikkelsen, málverjin hjá
HB, ið ongan meguleika
hevði at bjarga skobti
Pålls helt saman við fleiri
áskoðarum, at bólturin
ikki var farin inn í netið,
men var strokin fram við
ytri málstongini. Dómarin
Baldvin Baldvinsson og
linjuverjin Hjerleif Kúr-
berg ivaðust tó ikki, men
dømdu, sum rætt var,
mál.
Stutt løta
Hesin javnleikur vardi tó
stutta letu. Bert fýra min.
seinni økti HB um leiðsl-
una.
Tað var skotið horna-
$
=
spark úr vinstru síðu,
bólturin kom inn í fimm-
meturteigin og eydnaðist
tað ongum at fáa tamar-
hald á honum, men aftaná
stutt trunkaspæl eydnað-
ist tað Eyðun Dahl Chris-
tiansen, millum við- og
mótleikarar at seta bóltin í
netið til 2—1.
Enn einaferð
Enn einaferð eydnaðist
tað HB at fáa mál í hesum
hálvleikinum.
Hetta hendi í 34. min.,
tá VB-verjuleikari skuldi
leggja bóltin aftur til
Schandorff Vang í málin-
um. Heini Joensen, ein av
nýggju leikarunum á HB-
liðnum kom igjøgnum og
skeyt hann, frá spískum
vinkli úr høgru, bóltin i
Hol var i netinum
Nr. 31 — 25. april 1979
Sjúrður Ludvig og Kári Nielsen eru í loftbardaga um
bóltin
netið til hálvleikssteðu
3—1.
Seinni hålvleikur
I seinna hálvleiki var tað
VB, sum hevði lítla yvir-
vág í leiki og nógv tey
vandamiklastu álopini,
men ikki eydnaðist at fáa
bóltin í netið.
Fleiri ferð var tætt við,
men eydnan var ikki við
VBarunum. T.d. kann
nevnast, at í 15. min.
hevåi Johan (Hanneman)
Miiller frålikt langskot,
men rakti tað á yvirliggj-
aran.
Um miðjan hálvleik
gjørdist spælið meira
javnt. Málmeguleikar til
báðar partar og í 40. min.
skeyt Kári Nielsen sigurs-
málið fyri HB.
Trekti sjálvur
Kári fekk bóltin úti í
»Dansur« frammanfyri VB-målinum
vinstru síðu og trekti
sjálvur inn í brotsteigin.
Komin á fimmmetur-
teigin skeyt hann, hart
pressaður av Niels Jákup
Nielsen, bóltin í netið, í-
millum stongina og
Schandorff, ið leyp skeiva
vegin.
4—1 gjerdist
endaliga úrslitið.
eisini
Dómaratrioin
Dómaratrioin, ið demdi
dystin var »trio« A, og
kom hon serstakliga væl
frá hesum lættdemda
dysti.
Einasta ein kann finn-
„ast at var holið í málnet-
inum Áðrenn dyst eigur
dómarin at kanna, at vøll-
urin, mál, herundir netini,
uppmerking, inngirðing
o.a. er í lagi. Tað var tað
ikki í hesum feri, men ti-
betur spilti tað ikki dyst-
in.