mikudagur 2. mai 1979síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Noyddust at sita
í bilinum alla náttina
Fýra mans, sum vóru á
veg til Havnar sunnu-
kveldið, noyddust at
vera náttina í bilinum
norðanfyri Hundsara-
botn, har teir hevdu
koyrt seg fastar í kavan-
um. Ikki fyrr enn gravi-
maskinurnar komu fram
á teir tidliga mánamorg-
unin, kundu teir halda
leiðina fram sum ætlað.
20 bilar stóðu fastir á
Oyggjarvegnum mána-
náttina, upplýsir løg-
reglan í Havn. Fólkið í
teimum øllum slapp vid-
ari við eðrum bilum.
Uttan teir fýra menninir,
sum gistu norðanfyri
Hundsarabotn og tríggir
kollfirðingar, sum sótu
fastir við Kleynisvarða.
Teir vóru á veg norð-
eftir.
Teir vóru kortini so
hepnir at verða funnir av
einum Landrover úr
Mjerkadali, sum eftir á-
heitan frá løgregluni i
Havn koyrdi ein túr
norður og suður eftir
Oyggjarvegnum fyri at
vita, um fólk vóru í
onkrum av bilunum,
sum kavaveðrið hevði
bast.
Teir tríggir koll-
firðingarnir vórðu
koyrdir til Mjørkadals.
Legreglan í Havn sig-
ur, at sama segan endur-
tók seg aftur hesaferð.
Hóast vánalig veðurútlit
og boð um ring koyri-
líkindi fara fólk á oynna
við illa skeddum bilum
við tí úrsliti, at tey
koyra seg føst í kava-
num.
Mánadagin máttu so
kranabilar niðan at flyta
bilar, sum stóðu í vegin
fyri ferðsluni og gravi-
maskinunum.
Vistu ikki, at leikurin
longu var umsettur
— Klaksvíkingar spæla »Hvør var tann seki? «i Havn
— Tá vit byrjaðu at umseta leikin á sumri
í 1977 vistu vit ikki, at leikurin longu var
umsettur til foroyskt av G. L. Samuelsen,
og at hann bleiv kallaður »Obodin gestur«.
Tå vit fingu hetta at vita, høvdu vit
longu umsett 2/3 av leikinum, og vildu vit
ti ikki gevast vid umsetingini.
Ei heldur vildu vit lesa hina tydingina
av leikinum, so at vit ikki vórðu åvirkadir
av henni…
Vid hesum verdur to ikki sagt, at okkara
umseting er tann betra, men minnast må
til, at vit hava umsett leikin ur donskum,
meðan G.L.S. hevur umsett leikin úr
enskum.
Eigarin av hesum akfarinum fær neyvan nakað goldið av
tryggingini....
Soleiðis taka teir til,
Jógvan E. Oså og Jógvan
Eliasen í leikskránni til
sjónleikin >Hver var tann
seki?«, sum Klaksvíkar
Sjónleikarfelag nú fram-
førir. Ein sýning verður í
Klaksvík í kveld, men so
verður farið út at ferðast
við leikinum. Og fyrst
gongur leiðin til Havnar,
har leikurin verður sýndur
i Sjónleikarhúsinum frigg-
jadagin, leygardagin og
sunnudagin.
Síðan sjónleikur tók seg
rættiliga upp aftur í
Klaksvík fyri fáum árum
síðani, hevur verið avbera
? Bid.
gott samarbeiði millum
klaksvíkingar og havnar-
menn og hava sjónleikar-
feløgini dúgliga vitjað
hvert annað. Nú er eisini
tikið stig til at seta á
stovn eitt landsumfatandi
sjónleikarfelag, júst við
sama endamålinum, at øll
sjonleikarfeløg koma at
arbeiða væl saman.
Gaman
og álvara
»Hvør var tann seki«« er
enskur leikur, skrivadur
av J. B. Priestley. Hann
er um eina rika familju i
árinum 1912. Eitt kveldið,
gr tey hava veitslu, kemur
$, ein maður á vitjan. Og
hesin maður og vitjan
hansara hava við sær, at
tey ríku broytast ikki so
Leikurin er álvarsamur,
men eisini skemtiligur, tí
hann vísir væl, hvussu tey
fínu fólkini avdúka seg
sjálvan.
Leikarar eru 8 og leik-
stjórar ikki færri enn
tríggir, Jógvan E. Ósá,
Suni Svabo Samuelsen og
Eyðun Johannesen.
Veitslan fær eina
óvæntaða gongd,
tá ein óboðin gestur
kemur í hana...
Óli í Áarstovu
I
Kuldin millum partar-
nar á arbeiðsmarknað-
inum hevur útviklað
seg til kava.
NNNANANASASSASARSSSARASÁARAASR SARA AAA ARA AR A AA Á AA A A A Á RA AA A Á A ÁÁ
b.3