Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mai 1979síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ed Sida 18 Um litla stund (Johs. 16—20) Á gravsteininum yvir Søren Kierkegaard, stóra danska heimspekinginum stendur skrivað sálmagrindi eftir Brorson: Det er en liden tid, sá har jeg vundet — sá er den ganske strid med eet forsvundet — Så kan jeg hvile mig i rosensale — og der evindelig — hos Gud i himmerig — med Jesus tale. Hetta eru beinrakin orð um henda stóra hugsunnarmann, sum kom sær út i mikið stríð i blødum og ritum fyri tað sum hann helt vera sannleikin, og sum hevur lýst frá, at ein sannur kristin altíð verður atsektur og happaður. Í samreðu síni við lærusveinarnar seinasta kveldið, áðrenn krossfestingina, sum hesin tekstur er tikin burtur úr, spáar Jesus teimum mikla trongd og meði fyri navn hans skuld, men eisini at sorg teirra skal vera vend til gleði um lítla stund. Jesus kann við orðum sínum sipa til tað, sum skuldi fara fram og fór fram langafriggjadag. Tá fingu lærusveinarnir stóra sorg og vórðu ógvuliga ráðaleysir og mótleysir. Men henda tíðin vardi bert trý samdøgur, tí páskamorgun vendist alt til avbera stóra gleði aftur, tá ið teir sóu Jesus livandi ímillum teirra. Ein annar meguleiki er, at hesi orð sipa til foldarlívið hjá teim kristnu, sum alt samalt er merkt av trongd og ikki fyrrenn tá ið vit ein dagin síggja hann sum hann er, verður sorgin vend til gleði. Yvir hesum sorgfylta lívi stendur tó skrivað >um lítla stund.« Ein tridji møguleiki er at taka hin fyrsta meguleikan sum demi um korini hjá hinum kristnu ikki bert tá, men til allar tíðir — tað skiftir ímillum sorg og gleði, millum mótgang og viðrák — at sjálvt um ein livir í atsóknum, eigur ein tó Harrans gleði, um ein ikki missir Jesus úr eygsjón. Felags fyri allar uppfataninar er, at trongdar- tíðin er stutt, og at gleðin kemur við at festa síni eygu á Jesus. Fyri fyrstu lærusveinar Jesu gekk lyfti longu út á páskum, og alla tíðina eftir páskir vóru teir fyltir av miklari gleði, tí teir sosialurin 3. SUNNUDAG EFTIR PÁSKIR hevdu sæð Harran. Eisini fyri okkum kemur gleðin við at líta til Jesus. Rætt er tað, at trongdartíðir við nógvum mótgangi og stórari neyð tykjast okkum drúgv- ar at koma igjøgnum. Trange tider — langsomt skrider, det har den art, syngur Brorson. Hann hevdi tá mist konu og fleiri børn, sorgin nivdi til jarðar; men so syngur hann fram bønarsamtalu sína við Jesus í sálmanum: Her vil ties, her vil bies, inspireraður av hásonginum. Eisini hann - fekk eyguni upp fyri, at um lítla stund eru allar trongdir av. Várið boðar frá sumri. Men trongdartidir hava eisini eitt og annað at læra okkum. Sum oftast spyrja vit: Hví hendi hetta meg? og vit stara inn í tað gåtuføra, sum er hent okkum. Vit eiga heldur at spyrja: Hvat vil Gud mær við hesum, ella hvat er Guds meining? Sum kunnugt fekk Paulus at vita um tornin í holdinum, sum hann dróst við, at hann hevði fingið hann, fyri at hann ikki skuldi gerast hástórur av teim miklu opinberingunum, hann hevði havt, og at náði Guds var honum nóg- mikið. Hebræarabrævið sigur um Jesus, at hann lærdi lýdni av ti, hann leið. Líðingar, trongdir, sorg og mótgangur hevur altíð nakað at læra okkum — fyrst og fremst at vera eyð- mjúk og seta alt okkara alit á Gud og eisini „hetta, at tíðin er stutt, um lítla stund er alt av. Hetta um lítla stund minnir okkum so eisini á nakað annað, sum eisini var eitt eyðkenni fyri Paulus og tey fyrstu kristnu. Av tí at tíðin er stutt, ræður um at arbeiða, meðan tað enn eitur í dag, at brúka hesa stuttu tíð, meðan ein hevur hana, og liva til Harrans æru. Tað tíðarskeiðið, sum t.d. Paulus fekk at virka fyri sín frelsara, var stutt; men hver fekk hann ikki avrika nógv kortini. Kann vera, at tað at síggja Jesus í hansara dýrd, liggur nakað úti í framtíðini enn — vit vita tað ikki — so kann okkara trúareyga mitt í sorgini og trongdini fáa eyga á Jesus, og so er gleðin har. H. P. Hvítusunnu- samkoman Evangeliihúsið Útifundur á Vaglinum í dag ki. 21.30. Morgun- meti sunnudagin kl. 11, sunnudagsskúli kl. 14 og evangeliskt meti kl. 18. Týsdagin kl. 20 verður bíbliulestur og ben. Tele- fonandaktin er á tlf. 12266. Evangeliska røddin hoyrist hvørt månakvøld kl. 21 frå Monte Carlo (við síðuna av Luxemburg) á millumbylgju 205 metrum (1466 kHz). Sendingin varar eitt korter. Orð krossins ið er sending á íslendskum máli, hoyrist hvert mána- kveld kl. 23.15 frá Monte Carlo á millumbylgju 205 m (1466 kHz). KIRKJAN I HVALBA varð bygd i 1935 og vigd 27. oktober sama ár. (Byggimeist- ari Jens Mortensen, Tvøroyri). Kirkjan er målad bædi innan og uttan. Altartalvan KVØLDMALTIDIN avrit av Leo- nardo da Vinci. I kirkjuni eru tveir silvurkalikar og -diskar. Hesar lutir fekk kirkjan frå bretsku stjórnini i 1901. Sama år var bretski trolarin ST. BERNHARD farin å Hvalbiareidi. Tad eydnad- ist ikki at bjarga nøkrum av manningini, men teir vórðu allir jarðaðir í Hvalba. Nr. 34 — 5. mai 1979 Anna Frank í Læraraskúlanum Framhaldsdeildin á Venjingarskúlanum hevur síðani á nýggjárinum vant sjónleikin um dagbók Onnu Frank. Í kveld kl. 8 verður leikurin sýndur fyri næming- um, lærarum og foreldrum. Mánakveldið og týs- kveldið verða almennar sýningar. Allar sýningarnar verða í Læraraskúlahellini. Leikararnir eru 10 og leikstjóri er Lina Larsen. Leikurin er um eina jødafamilju i Amsterdam, sum undir seinna heimsbardaga noyðist at fara undir heilt. Dóttirin, Anna, skrivar dagbók alla tíðina, meðan tey noyðast at liva avbyrgd frá umheiminum. Tað eru Frances Goodrich og Albert Hackett, sum hava gjørt leikin burturúr seguni og Øssur av Stein- um hevur týtt til foroyskt. Hetta er fyrstu ferð, hesin leikur er spældur í Feroyum. Hver var tann seki? í Sjónleikarhúsinum Klaksvíkar sjónleikarfelag er í Havn við leikinum Hver var tann seki? Leikurin verður sýndur í dag og sunnudagin. Hver var tann seki? er enskur leikur, eftir J. B. Priestley, og umsettur av Jógvani E. Ósá og Jógvani Eliasen. Høvdingar hittast i Roynhøllini Í dag fara sandingar til Hvalbiar við sjónleikinum Høvdingar hittast. Sýningarnar verða tvær, kl. 18 og kl. 21. Hevdingar hittast hevur verið sýndur á Sandi nakrar ferðir og eisini í Havn. J ákup á Møn i KT-høllini I Klaksvík eru næmingar úr 2. real b i Tórshavnar kommunuskúla við Jákupi á Møn, sjónleikinum, sum Sigrid Niclasen skrivaði eftir kvæðinum hjá Nólsoyar Pálli. Sýningar verða i KI-høllini í dag og sunnudagin kl. 19. Higartil hava 8 framførslur verið, 5 í Havn og 3 i Húsavík. Eini 1000 fólk hava sæð leikin.