mikudagur 9. mai 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Vit eru nú komin í gjøgnum alla rúgv-
una av bingobrøvum, og hava funnið
33 plátur við 15 røttum. Hesi fáa øll
sendandi vinningin tey hava ynskt:
Vinnararnir eru hesir:
Eyðna Thomsen, Froðba
Jonna Hansen, Vestmanna
Fia Pedersen, Vestmanna
Kristvør Eliasen, Vågsgeil Klaksvik
Hans J. å Reynatrød, Leirvik
Mamy Dahl Sørensen, Vidareidi
Runi Winther, Skopun
Jolina Dimon, Tvøroyri
Leivur Hentze, Trongisvågi
Gudmund Joensen, Torfinsgøtu 34, Torshavn
Óluva N. Joensen, Essalåg 4, Tórshavn
Hans O. Johannesen, Dj. i Geilsgøtu 13, Torshavn
Birita Samuelsen, Torfinsgøtu 36, Torshavn
Eina Maria Mortensen, Tróndargetu 21, Tórshavn
Eyð Jacobsen, á Tórgarði, Tórshavn
Annika Krosstein, Klaksvík
Katrin Andreasen, Landavegi 21, Tórshavn
Herdis Jensen, Nólsoyar Pállsgetu 4 a, Tórshavn
Leif Poulsen, Sundsvegi, Tórshavn
Maria Olsen, M. Heinasonsgetu 10, Tórshavn
Sigbjerg Jacobsen, Geilartúni 4, Tórshavn
Johannes Jacobsen, Áargeil 1, Tórshavn
Martin Næs, Velbastaðvegi 16, Tórshavn
Harafturat hava hesi vunnið, men tey hava ikki við-
merkt, hvenn vinning tey ynskja. Tey verða tí biðin
um at venda sær til blaðið og siga frá hesum:
sosialurin
SU ——————————ðvðvð A —it—wiiWiiwiww
Ella Hermansen, Heygsmannavegi 11, Tórshavn
Sólbjorg Johannesen, Heygsmannavegi 5, Tórshavn
Mikkjal Pauli Lamhauge, Jákup Nolsøesgøtu 37, Tí
Maria Hansen, Stoffalág 10, Tórshavn
Jens W. Jacobsen, Rasmusargetu 9, Tórshavn
Viktoria Ziska, undir Svartafossi 4, Tórshavn
Johan Johansen, strondum
Niels Danielsen, Nólsoy
Kim Thomasen, Tveroyri
. Ryggsekkur
2. Luftmadras
3. Kóki apparat
. Tráðusett ABU
5. Taska — adidas
6. Borðtennissett
7. Fótbóltur — Select
8. Svimjufetur og maska
9. Venjingarbúni
Nr. 35 — 9. mai 1979
nýtt um nevn
85 ár
Í dag fyllir Elsebeth
Merkere, Klaksvík, 85
ár.
25 ára
starvsdagur
1. mai Harry Joensen,
vanliga nevndur Harry
í Vági, starvast í 25 ár
á posthúsinum í Klaks-
vik.
Tey fyrstu 13 árini
var hann í starvi hjá
Axel Petersen, sum tá
hevði postin um hendi,
meðan hann hevur ver-
ið beinleiðis settur av
Postverkinum síðani.
Tey fyrstu árini bar
hann post. Nú starvast
hann á pakkaavgreiðsl-
uni.
Floghavnar-
ovasti
Floghavnarovasti við
flogvøllin í Vágum er
settur. Tað er Finnbogi
Niclasen, av Tveroyri,
sum er settur í starvið
frá 1. apríl at rokna.
Finnbogi Niclasen er
skipsferari og hevur
siglt í Mærsk.
Fultrúar
Jens Erik Magnussen
og Johan M. Djurhuus
vórðu eftir aðalfundin í
Sjóvinnubankanum 26.
apríl útnevndir til full-
trúar í bankanum.
Somuleiðis vórðu
Finnbjørn H. Dam,
Edna Dalsgarð og Vig-
dis Dalsgaard útnevnd
til yvirassistentar í
bankanum.
Kiropraktor
Anna Maria Svabo
Jergensen hevur í Ca-
nada tikið prógv sum
kiropraktor - Áðrenn
hon kann virka sum
kiropraktor, skal hon á
eitt stutt praktikkskeið
í Danmark.
KROSSUR kastar skarn eftir fakfelagi
Vit hava ikki
sáað misnøgd!
— sigur Ingeborg Vinther, formaður í
Fjallbrúður, í viðmerking til Tingakross
Sosialurin hýsti fyri stutt-
um nekrum lesarabrev-
um, sum viðgjerdu ar-
beiðsviðurskiftini á flaka-
virkinum Polarfrost í
Lesarabrevini fingu
Hannu Absalonsen, blað-
stjóra á Tingakrossi, at
leggja eftir Sosialinum
fyri at skriva negativt um
flakavirki og leggja eftir
fakfelagnum Fjallbrúður í
Vági og formanni felags-
ins, Ingeborg Vinther.
Sosialurin hevur hitt
Ingeborg Vinther og biðið
um eina viðmerking til
greinina. Ingeborg sigur:
— Eg veit ikki betur,
enn at vit hava skrivi- og
talufrælsi, so einhver hev-
ur loyvi at bera sína hugs-
an fram í talu ella skriv-
ing. Ti tykir mær tað løg-
ið, at Hanna Absalonsen
leggur eftir Sosialinum,
sum tekur upp brev frá
lesarum sínum.
— At Hanna Absalon-
sen kemur inn á mína pol-
itisku áskoðan, og at eg
eri nevndarlimur í Javn-
aðarflokkinum, viðkemur
í hvussu so er ikki henni
heldur Ingeborg fram
- Fyri mær sær tað út
sum um, at hevur tú ein
vissan politiskan lit — og
serliga um tú ert demo-
kratiskur sosialistur — so
eru tað beinanvegin vissir
bólkar í samfelagnum,
sum eru til reiðar at dálka
teg út í bløSunum. Eg veit
ikki, um slíkt kallast
demokrati. Eg havi so
ongantíð kastað eftir
Honnu Absalonsen fyri
hennara politisku áskoð-
an.
Ein vunnin rættur
Í grein síni skrivar Hanna
Absalonsen m.a., at hon
hevur tosað við fólk, sum
nýliga eru farin úr kram-
búðaryrkinum, tí á flaka-
virkinum hevur arbeiðs-
fólkið fri leygardag og tí
at lenin er betri.
Til hetta sigur Ingeborg
Vinther:
- Ja, vit hava fri leyg-
ardag, og tað er ein rætt-
ur, sum fakfeløgini hava
stritt seg fram til. Vid-
víkjandi úrtekuni hjá
krambúðarfólki, so vil eg
bert viðmerkja, at tey eru
óorganiserað í Suðuroy og
fáa eina tilvildarliga og
ofta lítla løn. Hetta vísir,
at tað altíð er tryggari at
vera organiseraður og
sáttmálabundin.
Vit hava ikki
sátt misnøgd
Víðari spyr blaðstjórin á
Tingakrossi:
>Tá flestu arbeiðsfólk
rósa arbeiðsplássinum, so
má spyrjast um tað bert er
Fjallbrúður, sum er mis-
negd ella vil sáa misnegd
millum fólk.<
Til hendan pástandin
sigur Ingeborg:
— Fyri tað fyrsta hevur
nevndin ongantið havt
sum arbeiði at sáa mis-
negd á arbeiðsplássinum
ella ímóti arbeiðsgevara-
num. Tvørturiméti hava
vit roynt at fingið eitt
samarbeiði í lag og tosa
um tingini.
— Tí haldi eg, at Hanna
Absalonsen við hasi grein-
ini sjálv hevur roynt at
skapt misálit millum ar-
beiðsplássið og arbeiðs-
fólkini. Og eg vil mæla
Honnu Absalonsen til ikki
at leggja upp í viðurskift-
ir, sum viðvíkja Fjall-
brúður, uttan eisini at
venda sær til okkum sum
annan partin í málinum.
Arbeiða undir
akkordskipan
fyri timaløn
Skrivingin
tók seg upp
vegna ein tvidrått um eina
akkordskipan ella ikki.
Landingarmenninir á
Polarfrost ynsktu eina
akkord, men virkið vildi
ikki ganga ynskinum á
meti.
Og við Sosialin segði
virkisleiðarin, Valberg
Thorsteinsson, at grundin
til, at virkið ikki vildi fara
undir akkordskipanir, var
hon, at Ingeborg Vinther
hevði frárátt hesum.
Til hetta sigur Inge-
borg:
— Fyri tað fyrsta
standi eg fast við tað, sum
eg havi avsannað einaferð.
Nevniliga, at Valberg
Thorsteinsson ongantið
hevur spurt meg til ráðs
viðvíkjandi akkordskipa-
num. Heldur ikki passar
tað, sum Valberg Thor-
steinsson sigur við Tinga-
kross, at kvinnurnar hava
fingið tilboð um akkord-
arbeiði.
— Viðvíkjandi arbeið-
inum á Polarfrost so ar-
beiða vit undir eini
akkordskipan við tað, at
alt verður upptalt, hvat
hver einstek flakakvinna
ger, men fyri vanliga
tímalen, leggur Ingeborg
afturat.
Standa ikki
aftanfyri onnur
— Tað er annars einki at
ivast í, at flakakvinnurnar
arbeiða í einum góðum
»tempo«. Hetta er yvir-
skotið hjá Polarfrost m.a.
eitt dømi um. Tað góða
úrslitið hjá Polarfrost
prógvar eisini, at vit
standa ikki aftanfyri ar-
beidsfolki3 á teimum
virkjunum, sum koyra við
akkord- ella bonusskipa-
num, sigur Ingeborg, sum
heldur fram:
— Persónliga haldi eg
ikki, at akkordarbeiði er
besta loysnin, men tá vit
arbeiða undir eini akkord-
skipan, vildi tað sjálvandi
verið rættast at havt eina
bonus-avrokning — ella
mugu uppteljingarmerkini
burturbeinast úr kassun-
um, so tað ikki verður ar-
beitt undir pressi.
Ikki neyðugt,
at akkord
skapar misnøgd
Í endanum av greinini
kemur Hanna Absalonsen
við síni egnu meining:
„Annars skuldi tað
verið góður javnaðarpoli-
tikkur, at øll fingu eins
nógv burturúr. Tað fáa
tey við tímalenini, meðan
akkord-skipanin kann
skapa misnegd millum ar-
beiðsfólkið. Men tað er
sjálvandi eingin, sum sig-
ur at arbeiðskvinnufor-
maðurin skal praktisera
javnaðarpolitikk, hóast
hon er javnadarfolk…«
Til hetta sigur Inge-
borg:
— Tað er ikki neyðugt,
at ein akkord skapar mis-
negd. Um ein felags-
akkord verður nýtt, har
tey, sum hava sama ar-
beiði, verða avroknað
saman, verður javnbytt.
Persónliga álopið er
so tápuligt, at tað vil eg
slettis ikki koma inn á,
sigur Ingeborg Vinther at
enda.