mikudagur 9. mai 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 35 — 9. mai 1979
kring oyggjarnar
70 skip á svart-
kjaftagkinum
Týsdagin vóru eini 70
skip á svartkjaftaøk-
inum 25—50 fjórðingar
suður úr Akrabyrgi.
Av teimum vóru tey 60
útlendsk: norsk,
bretsk, donsk, russisk
og islendsk. Skipini
liggja tætt og Vaktar-
og bjargingartænastan
hevur steðugt eftirlit
við ekinum, men enn
hava ongir trupulleikar
verið.
Afturat teimum 60
svartkjaftaskipunum
vóru 21 útlendsk fiski-
skip undir Feroyum
týsdagin, so talið av
fremmandum veiðifer-
um kemur uppá 81
Ein rættleiðing
Í Sosialinum nr. 34 fyri
5. mai 1979 síggja vit,
at H.F.-lestrarveg-
leiðari á Tveroyri, Jó-
annes Dalsgaard, í 1.
mai reðu síni á Tver-
oyri hevur upplýst at
— vit citera:
„Seinast sáttmála-
samráðingar vóru her á
landi fingu føroysku
Býarætlanin fyri
Klaksvík er um at vera
liðug. Tað er danski
arkitekturin = Anders
Nyvig, sum hevur
gjørt byarplanin sam-
an vid Trønda Fuglø,
arkitekti i Klaksvik.
Dispositionsætlanin
fyri Klaksvikina skuldi
viðgerast av býráðn-
um í gjár og ætlanin er,
at Trendur Fugle skal
niður við rættingunum
ein av komandi døgu-
num.
arbeiðsgevararnir til-
boð um stuðul frá DAG
(Dansk Arbeidsgiver-
forening) uppá 1/2
mill.e
Hetta er ógvuliga á-
hugaverdur upplýsing-
ur, men er bara um
hann at siga,at hann
hevur einki við veru-
leikan at gera.
Vit fara tí at úttala,
at vit vóna at hesin
ungdómsuppalari = er
meira keldukrittiskur
viðvíkjandi upplýsing-
um og tilfari, tá ið
hann kennur ungdóm
okkara, enn tá ið hann
heldur 1. mai reður.
Feroya
Arbeiðsgevarafelag
: ma
til 'úsmvíkar
Í annaðki 4 og hvert
k vikuna út fer
Grina at framfera
sjónleikin eiga
ikki eiu á :it lata
ikki eitt oyra< í Húsa-
vik.
Sjónleikurin er fram-
førdur 41 ferð og er væl
vitjaður.
Byarætlan liðug —
Aftaná hesar triggj-
ar vikurnar hava borg-
arnir eina klagufreist
upp á triggjar mánaðir.
Um nakrar klagur
koma, skulu hesar
fyrst viðgerast av bý-
ráðnum, áðrenn býar-
ætlanin, sum fevnir um
eina dispositiónsætlan,
havnaætlan, vegaætl-
an og uppskot til eina
byggisamtykt, verður
send landsstýrinum til
endaliga góðkenning.
Basarur
Dýra biðidag 11. mai og leygardagin
12. mai verður basarur til frama fyri
kirkjuna í Kvívík. Báðar dagarnar
verður byrjað kl. 15.
Á basarinum verður eydnuhjól,
útsgla, matsøla og m.a.
Kirkjuráðið
Alment BINGO
Pensionistafelagið hevur
alment
bingo mikukveldið 9. mai, kl. 19.30 í
S.M.S.
Hetta er seinasta almenna bingo i
hesum umfari.
NEVNDIN
Fiskasølan fær steðugt størri figgjan
til rakstur utianifrå:
Fiskasølan umsetning
uppå 546 mill. kr.
Rakstraryvirskotid minkadi vid tveimum mill. kr. i 1978
Føroya Fiskasøla hevdi
aðalfund i farnu viku.
Roknskapurin fyri 1978
varð framlagdur og góð-
kendur.
Samlaði | umsetningurin
hjá Feroya Fiskaselu var í
1978 uppá umleið 546 mill.
kr. Inntekan hjá Fiska-
seluni var knappar 10
mill. kr., soleiðis at
Fiskasølan hevði eitt
rakstraryvirskot uppá
787.000 kr. eftir at av-
skrivingar av virkisam-
boðum, innbúgvi v.m.
Rakstraryvirskotið í 1977
var væl hægri: góðar 2,7
mill. kr.
Meginparturin av inn-
tøkunum stavar frá
rakstrargjaldinum. Hetta
er tann peningur, sum
limirnir í Fiskaseluni
gjalda felagsskapinum
fyri, at hann selur fiska-
verurnar uttanlands.
Seljarin letur eitt åvist
prosentgjald til Fiskasel-
una alt eftir, hvat tað er
fyri ein vera, sum seld
verður. Hetta gjald er 1%
av seluvirðinum av salt-
fiski, meðan tað er 2% fyri
allar aðrar fiskaúrdráttir:
rækjur, frystar verur,
slógv, saltsild og agn.
Inntøkurnar av hesi sølu í
1978 vórðu hesar: (Telini
eru rundað av) Saltfiskur
1.760.000 kr., rækjur
2.150.000 kr., frystar ver-
ur 4.763.000 kr., fryst
slógv 186.000 kr., saltsild
80.000 kr. og agn 216.000
kr.
Útreiðslurnar
8,6 mill. kr.
Av útreiðslunum, sum
vórðu góðar 8,6 mill. kr.
0.
|
ze
Fox
max
Chaldur i Grimsby
fór størsti parturin til løn-
ir og eftirgjald, tilsamans
3,8 mill. kr. Av eðrum út-
reiåslum kunnu nevnast:
umboðan, lýsingar og
propaganda 925.000 kr.,
ferða- og vistarhaldsút-
reiðslur 706.000 kr., út-
reiðslur til umbodsnevnd
og starvsnevnd 218.000
kr. og umsjónar útreiðslur
vóru 411.000 kr. og til
E.D.V. 275.000 kr.
Fiskasølan hevur havt
80.000 kr. í útreiðslum
uppá tap av einum lími.
Avsett á til delcreder-
konto er 1 mill. kr.
Roknskapurin vísur, at
Fiskaselan aftaná renting
av egnum grunnum v.m.
hevur knappar 6 mill. kr.
til egnu nýtslu. Nevndin
skjýtur m.a. upp at býta
nakað av peninginum so-
leiðis:
3 mill. kr. í eykatil-
taksgrunn, 4 mill. kr. at
flyta til næsta ár, og at
leggja í útbúgvingargrunn
400.000 kr.
Figgja
meira uttanlands
Samlaða ognin hjá Føroya
Fiskasølu er uppá góðar
160 mill. kr., medan
fremmanda skuldin er
uppá knappar 110 mill. kr.
Status pr. 31. desember
1978 vísur, at útjavning-
arkonto fyri pulju er —
3,7 mill. kr. Í 1977 var hon
= 700.000 kr.
Av rokniskapinum sæst
eisini, at Fiskaselan fær
størri og størri part av
figgjanini uttanifrå. So-
leidis er bankaskuld og lån
viðvíkjandi sølu av fiski
frå Hambros Bank i Lon-
don vaksin år 5 mill. kr. i
1977 upp i 30 mill. kr. i
fjør.
Chaldur
i Grimsby
Roknskapurin fyri dottur-
felag Føroya Fiskasølu,
tað er Chaldur Frozen
Fish i Grimsby i Bret-
landi, varð eisini fram-
lagdur á aðalfundinum
seinasta hósdag.
Roknskapurin vísur, at
Chaldur hevur havt ein
umsetning uppá umleið 90
mill. kr. í 1978. Tá skatt-
urin er álíknaður hevur
Chaldur ein vinning uppá
1 mill. kr. Umleið 40% av
verunum koma úr Fer-
oyum, 40% koma úr Nor-
egi, og tey restandi 20%
koma úr Hálandi, Ong-
landi og Danmark.
Fyrimunir
í Bretlandi
Virksemið hjá hesi fyri-
tøkuni er vaksið stødugt
tey seinastu árini við um-
leið 20% . Birgir Danielsen
segði í eini viðmerking til
virksemið hjá Chaldur, at
tað er sera heppið at hava
hesa fyritøkuna í Bret-
landi, tí vit fáa nógvar
tollfyrimunir gjøgnum
okkara handilsavtalu við
EEC.
Hann visti eisini á, at
vit gjøgnum Chaldur
kunnu arbeiða undir sera
góðum umsteðum í Bret-
landi. Hesar umsteður eru
skattafyrimunir. Felagið
hevur ikki goldið skatt í
fimm ár. Skatturin er á-
líknaður, men er síðani út-
settur. Í 1978 fekk Chald-
ur eftirgivið tilsamans 3
mill. kr. í skatti.
Helst alt
eftirgivið
Henda skipan er sambært
bretska lóg galdandi fyri
ávísar partar av enska
idnadinum. Birgir Daniel-
sen segði víðari, at tann
restandi álíknaði og ó-
goldni skatturin uppá
millum 10 og 11 mill. kr.
uttan iva fór at verða
eftirgivin eisini.
Í dag skyldar Chaldur
Feroya Fiskaselu umleið 3
mill. kr. Birgir Danielsen
segði annars, at felagið
Chaldur er komið til tað
staðið, at tað nú kann ar-
beiða meira sjålvstødugt.
Tað er ikki longur bundið
av nakrari figgjan frá Fer-
oya Fiskaselu.
Nýtt virki
Annars verður umhugsað
at byggja eitt heilt nýtt
virki í Grimsby. Hetta
kemst lutvíst av plásstroti
og av tí, at keyparin ikki
góðtekur tær umsteður,
sum arbeitt verður undir
nú. Fyribils skal virkið so
halda til í nýggjum leigað-
um hølum.
Marknadarrøkt
Fiskaselustjórin kom eis-
ini inn å roknskapin hjå
partafelagnum >Marknað-
arrøkt«. Marknadarrøkt
er tað felagið, sum á sinni
skipaði fyri keypinum av
fleiri fiskiskipum úr Pó-
landi. Feroya Landsstýri
veðhelt fyri lánum til hesa
fígging.
Tvey sakarmál
Í dag er stødan tann, at
tað í løtuni eru tvey sak-
armál gangandi í samband
við Marknaðarrekt. Eftir
roknskapinum eigur
Marknaðarrekt til góðar:
Hjá P/r Horn 1.722.000
kr. og hjá P/r Nakkur
1.522.000 kr. Sakarmál er
viðvíkjandi hesum báðum
upphæddum. Dómur er
ikki enn fallin við undir-
- rættin viðvíkjandi Nakki.
Hetta sakarmálið er út-
sett, til hitt sakarmálið
viðvikjandi Horni hevur
verið fyri í landsrættin-
Framhald á síðu 7