Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 9. mai 1979 sosialurin VB—B36 4— 0 (2—0 ): Dysturin sunnudagin suduri i Vågi millum VB og B36 var ein tann besti hjå vågbingum i fleiri år Vegna vånalig vedurlik- indi vórðu allir dystirnir norðanfjerðs avlýstir, meðan dystirnir í Suðuroy og á Sandi vórðu spældir, sum ásett er í kappingar- skipanini. Orsakað av hesum varð bert tann eini dysturin í 1. deild leiktur, og var hann sunnudagin í Vági millum VB og B36. Kappingarárið byrjaði ikki gott fyri VB. Fyri tveir dystir høvdu teir ein målmun upp å 1—10 og einki stig. Dysturin sun- nudagin var teirra fyrsti heimadystur i år, og hava teir ti sett sær fyri, at vinna tapið inn aftur. Við rettum kann sigast um vágbingar sunnudagin, at teir bert vunnu 4—0. Byrjanin av dystinum gekk javnt á bæði málini, men tað gekk ikki long tíð, fyrrenn våg- bingar fingu yvirtakið, og gekk spælið gott. Men ein legði til merkis, at hjá havnarmonnum miseydn- KONDI Feroysk ítróttarklæðir P/FSJÓKLÆDNAVIRKIÐ TELEFON 5 50 40 aðist nógv í byrjanini av hálvleikinum, ja allan fyrra hálvleikin, men tóku teir hetta so ruddiliga aftur í seinna hálvleiki. Ikki gekk long tíð, fyrr enn fyrsta málið kom, og var hetta eitt gott mál. Hannemann fær bóltin stutt framman fyri miðj- una, trekkir bóltin eina- ferð, og spælir síðan bólt- in út í høgru síðu til Hans, ið sjálvur trekkir inn móti málinum og inn í brots- teigin. Málverjin hjá B36, Bjarni á Steig, er á veg út úr málinum, tá Hans skjýtur eitt hart, flatt skot móti málinum. Bjarni tveitir seg, men fer bólturin inn undir hann og í málið. Hetta hendi í 8. minutti. Leikar javnt á Eftir at Hans hevði gjert málið, leikaði javnt á bæði málini, kanska ein lítil yvirvág til vágbingar, tó uttan at nakað kom burt- ur úr. SS Fróði økir leidsluna Tå 26 min. eru farnir, fåa vågbingar aftur mål, og aftur hesa ferð eru tað teir nýggju, sum eiga æruna av tí.. Marni trekkir út í høgru síðu, leggur síðan ein hegan bólt inn í brots- teigin, har Fróði við hevd- inum lyftir bóltin upp um Bjarna, ið var á veg út eftir bóltinum. Síðstu 20 min. Teir síðstu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki hevði VB yvirtakið, og spældu teir væl. Hålvleiksstødan varð 2—0. Marius aftur á ferð Seinni hálvleikur var bert 10 min. gamal, tá VB ekti til 3—0, og aftur hesa ferð var Marius við í leikinum. Marius trekkir út í høgru síðu og spælir síðan Páll frían á miðuni, sum lætt- liga setir bóltin í netið tætt við vinstra málstólpa og uttan meguleika hjá Bjarna at bjarga. Brotsspark Fyrst fekk B36 brots- spark, tá uml. 25 min. vóru farnir. Hans Leo skal skjóta, men Mikkjal, sum henda dagin verjir málið fyri VB, tveitir seg og slær bóltin út. Ein góð bjarging. Tá so 34 min. eru farnir fáa vágbingar brotsspark. Páll skal skjóta, men skjýtur hann langt við síðuna av. Páll og Hans gera mál Bert triggjar min. eftir at Páll hevði brent brots- sparkið, fer hann einsa- mallur í gjøgnum í vinstru síðu, og leggur ein flatan bólt inn fyri málið, har Hans tveitir seg fram og skorar til 4—0, sum eisini gjerdist endaliga staðan. Samanumtikið Samanumtikið kann sig- ast um dystin, at hann var undirhaldandi, og spældu vágbingar heilt góðan fót- bólt, ja betri enn ein hevur sæð teir spælkt í fleiri ár. Dómarin Dómaratrioin var úr Klaksvík. Um dómaran kann sigast, at hann var veikur. Summar tíðir lat hann sumt fara, sum hann síðani bríkslandi fyri seinni. Hann virkaði óg- vuliga ósikkur, eitt gott demi er, tá hann demdi brotssparkið til B36. Hann bríkslar og kemur so sníkjandi spakuliga inn í brotsteigin og biður um bóltin, og trúði eg, et hann fór at dema eitt dómarakast, men legði hann bóltin, sum rætt var, á brotssparkblettin. VB vann uttan dyst Leygardagin kl. 14 skuldi ein dystur í landskapping- ini í 3. deild verða spældur í Vági millum VB og Royn. VB-húsið var út- leigað, og leikararnir skiftu ti í skúlanum. Tá VB-leikararnir komu vest- ur á vellin, segdu teir, at hvalbingar blivu eitt sind- ur seinkaðir, ti tað vóru bert nakrir fáir komnir at skifta. Tá ein hálvur tími var farin, og enn eingin hvalbingur var komin, bríkslaði dómarin, Finn Thomsen av Tveroyri, dystin at byrja. Nú kemur ein ungur maður rennandi og rópar, á dómaran: Hvalbingar koma helst ikki, og var so horvin aftur. Dómarin bíðaði kortini eitt korter, sum lógin sigur, áðrenn hann blásti dystin av. VB vann sostatt uttan dyst, og fær eftir nýggju reglunum málskoruna 3—0. TBa a odda i bólki A Leygardagin hittust TB og Sumba í Sumba til landskappingardyst í 3. deild. Hóast veðrið var gott at spæla fótbólt í við einum lítlum loti longs eftir vell- inum, sást tú ikki nógv til fótbólt. TB valdi tað norð- ara málið í fyrra hálvleiki. Tað sást beinanvegin, at tverámenn vóru teir betru bóltspælararnir, og høvdu teir eisini tað mesta av spælinum í fyrra hálvleiki og vóru á odda við trimum málum móti ongum, tá fyrri hálvleikur var av. Av ti at TB broytti lið- uppstillingina, fingu sumbingar meira tryst å TB-málið í seinna hålv- leiki, og gav hetta sumb- ingum tvey mál, meðan tað bert eydnaðist TB at fáa eitt mál í hesum hálv- leiki, so endaliga steðan gjørdist 4—2 til tverá- menn, sum eisini eru á odda í bólki A. Steðan er hendan: TBa 3 13—: 3 6 Sumba 2 6-4 2 TBb 2 4—7 2