Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 1979síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Íslendski rithevundin Þorgeir Þorgeirsson hevur gjert ein sáttmála við for- lagið Mál og Menning. Hann hevur bundið seg til at týða eina bók um árið eftir William Heinesen. Fyri hetta fær hann tað, sum svarar til tríggjar mánaðarlenir, um árið. Talan er um 8 bekur og tann fyrsta kom í 1977, tað var >Turninn á Heimsendi<. Í 1978 kom »Fjaldinn hleypur i Gamaliel« og hesar dag- arnar leggur Þorgeir síðstu hond á >Blæsende gry«, sum á islendskum kemur at eita >Í morgun- kulini<. Tá Þorgeir er liðugur við hetta týðingarstarv sítt, kunna íslendingar lesa allar skald- og stutt- segurnar hjá William Þorgeir býr í miðbýnum í Reykjavík, beint við síðuna av Alþingshúsinum. Nú eru húsini, har hann býr, á tremur av handverkarum, ti tey skulu innrættast til skrivstov- ur til alþingismenninar. Þorgeir hevur innrættað sær eitt arbeiðsrúm í kjall- aranum. Har situr hann í hesum degum og týðir fyrstu skaldseguna hjá William, »Blæsende gry« til íslendskt. Hevur bundið seg til at týða eina bók eftir William Heinesen um árið — Hann er ein av teimum heilt fáu »genialu« lista- monnunum, sigur Þorgeir Þorgeirsson, sum hevur gjørt sáttmála við eitt forlag um at týða 8 bøkur Heinesen á sínum egna máli. Sáttmálin millum Þor- geir Þorgeirsson umfatar ikki yrkingarnar hjá Willi- am, men Þorgeir sigur, at hann umhugsar at gera eitt úrval av teimum, tá hann er liðugur við tær 8 prosabekurnar. — Eg var eitt sindur skeptiskur í fyrstani at skula týða eina bók um árið eftir sama hevund. Men tað eri eg ikki longur, tí mær dámar betur og betur at fáast við hetta. Ein av ummælarunum segði, tá týðingin av >Ga- maliels besættelse« kom, at tað sær ikki mætari út enn at Porgeir er »besat« av Heinesen. Þorgeir sigur, at fyrstu ferð, hann las William Heinesen, var á sumri 1956, tá »De fortabte Spillemænd< kom út í ís- lendskari týðing hjá Guð- finnu Þorsteinsdóttir. Hann gjørdist sera hug- tikin av bókini og persón- unum og lýsingum í henni. 10 ár seinni varð Þor- geir av íslendska útvarp- inum biðin um at týða út- varpsleikin, sum er gjerd- ur eftir skaldseguni >De fortabte spillemænd.« — Tá gjørdist tað mær greitt, at William Heine- sen er ein av hesum heilt sjåldsomu listamonnum, sum viðhvert verða kall- Umframt útvarpsleikin hevur Þorgeir Þorgeirsson týtt sjónleikin og skald- seguna >De fortabte Spillemænd« til islendskt. Tydingin av skaldsøguni er enn ikki komin út í bók. Þorgeir sigur, at spanski arkitekturin Gaudi er tann listamaður, sum hevur mint hann mest um William Heine- sen. — Eg var i Barcelona fyri stuttum og var har inni i Sagrada Familia. Eg var so heppin, at tad var stormur henda dagin, eg var inni i Sagrada Familia og kendi eg tað, sum var eg inni i einum verki eftir Heinesen. Skrivar eisini um islendsk vidurskifti Porgeir er sjålvur rithøv- undi og hevur skrivad nakrar skaldsøgur. Hann sigur, at stilurin hjå Willi- am Heinesen er ein mót- mótsetingur — kontrastur — við hansara egna stil. — Tann eggjan, sum tað er at týða Heinesen, er mær ein hjálp at útvikla mín egna stíl. Harafturat kemur, at allur tann tekn- ikkur, sum ein skaldsegu- hevundur kann droyma um, er at finna hjá Willi- am Heinesen. — Men, leggur Þorgeir afturat, tað er ikki bara tí, eg týði William Heinesen. Hann skrivar um feroysk viðurskifti, sum tó á vissan hátt kunna sam- metast við íslendsk. Willi- am Heinesen hevur skriv- að um ymiskt, sum føroy- ingar og islendingar hava felags og sum ongin is- lendingur hevur skrivad um. Ein heildarútgáva av Heinesen á íslendskum er ti tað sama sum ein heild- arútgáva av eitt nú Þor- bergi Þórðarsoni. — Hvat hugsar tú ser- liga um her? — Týðiligasta dømid er „Den sorte gryde.« Tað er so at siga ongin bók í is- lendskum bókmentum, sum viðger hesi áhuga- verdu árini í seguni hjá Reykjavík og ellum land- inum, nevniliga krigsár- ini. Ongin islendskur høv- undur hevur skrivað um sjómenninar, sum undir krignum sigldu við fiski til Onglands. Mannfallið hjá teimum var ikki minni enn hjá krigstjóðunum. Tá „Den sorte gryde« kemur út á íslendskum, kenni eg tað, sum havi eg fylt uppi eitt skarð í ís- lendskum bókmentum. Góða móttøku Bekurnar hjá William Heinesen verða væl mót- tiknar í Íslandi, bæði av ummælarum og fólki yv- irhevur. Bekurnar seljast sum týddar bekur seljast best í Íslandi. — Brúkar tú feroysku týðingarnar at kaga í? — Eg havi tær føroysku týðingarnar og tað er ofta, at tær eru ein hjálp at sleppa burtur frá danska málinum. Mangan, tá eg ikki havi funnið tað rætta íslendska orðið, hevur gongd komið á, tá eg havi hugt eftir, hvat fyri orð er brúkt í føroysku týðing- ini. — Var tað lætt at finna eitt forlag til at geva út William Heinesen á ís- lendskum? — Tað var ikki so lætt og eg ivist um, at tað hevði blivið til nakað, um ikki grunnurin hjá Norð- urlanda ráðnum, sum veitir studning til týð- ingar av grannalands bók- mentum, hevði komið inn í myndina. Hóast hesin studningur er lítil, hevur hann í ellum Norðurlondum eggjað fólki til at fara undir týð- ingar. Hevur vitjað William eina ferð — Hevur tú samband við William Heinesen, tá tú týðir bøkur hansara? — Tað er alt ov lítið. Men eg plagi at senda honum royndarprentini. — Hevur tú hitt hann nakrantið? — Eg havi eina ferð vitjað hann í Feroyum. Framhald á síðu 15 »Ledurjakkarnir« gjørdu einki um seg å »Reyda Mai-haldinum« Hesin stóð hendur i lumma og lurtaði. NAÁNNANANASSAR SRA SAR RAS AR AS ASS ANNA AA AN NAS Hvítur 1. mai Reyður 6. mai 4 Í summar fara politist- arnir í Havn at ganga í IN WEAR búnum. 7 SNÁASNASSANRASS VANN NNANNASSSASS Allar tíðir hava fólk glett seg til ta ljósu tiðina av árinum, men so er ikki í Havn long- ur. Nú er bert at vóna, at handlarnir hava keypt sær nóg stórar goymslur av myrka- leggingargardinum. NNNNNASNSANSARNNANANARSAR AN AANRASSS NANNNNNØINANANANANANANSNANNANANNANNARNSASRARARARARAR ARA RA RARAARAAA Óli í Áarstovu á Saxov sigur, at HB kann ugga seg við, at Coventry-leikararnir eru ikki vanir at spæla á grúsvelli. Nú havi eg frætt, at leiðarin hjá Coventry sigur, at teir ugga seg við, at HB-leikararnir eru ikki vanir at spæla fótbólt. SANSARSSARNARSSANSARSARSSRRR SAR AR ARA RA RSS ANNAN NA AN ANNANANAS b.3