Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-05-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mai 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Á i Nr. 36 — 12. mai 1979 sosialurin Síða 9 B imiðsteðin — ný i sniðhúsaframleiðsla: Nýggj foroysk sniðhús í summar 2 Tann nýggja Byggimidstødin roknar við at kunna framleiða eini 25 sniðhús tað fyrsta árið. Sosialurin hevur havt eina samrødu við Hans Jákup Staksberg um sniðhúsaframleiðsluna og aðra fram- leiðslu hjá Byggimidstødini. Byggimidstødin, sum er eitt dótturfelag hjá Byggi- felagnum Guttesen og Staksberg, fer væntandi at koma á marknaðin við nekrum nýggjum sniðhús- um einaferð í summar. Frammanundan hevur Byggifelagið Guttesen og Staksberg framleitt snið- hús í samstarvi við Magna Thomassen úr Sandavági, men hesi húsini hava ikki heilt verið liðug at seta upp. Stórviðurin hevur verið kappaður og gjørdur til, meðan restin av ar- beiðinum er farin fram á sjálvum arbeiðsplássi- num. Byggingin minkaði Hans Jákup Staksberg greiðir frá, at tað var í 1973, at teir fóru at gera royndir við sniðhúsum, av tí at nógv sniðhús vórðu innflutt og ti at húsabygg- ingin minkaði av hesum. Tilsamans hava teir hesi árini framleitt um 30 hús á henda hátt. — Men fyri at fram- leiðslan kundi fáa ein týdning í mun til markn- aðin annars, vóru vit noyddir at fáa okkum líka góð framleiðslutól sum fyritøkur í útlondunum hava, sigur Hans J. Staksberg. 4 mió. kr. Ti vendi byggifelagið sær til myndugleikarnar í 1975 við ti fyri eyga at byggja eitt virki. Tað hevur ging- ið striltið, men í vár kundi Byggimiðsteðin takast i nýtslu. Virkið er figgjad við lánum úr Egnsudvikl- ingsfonden, Ídnaðar- grunninum umframt egin- kapitali upp á 20 pst. Við øllum maskinum og tólum kostar Byggimiðsteðin um 4 mió. kr. — Og nú kunnu vit so fara undir at gera liðugt- gjørd sniðhús grundað á elementir, soleiðis at bert uppsetingararbeiðið fer fram á byggiplássinum, greiðir Hans J. Staksberg frá. Tá hann sigur element- Úr tí stóru arbeidshøllini í Byggimiðsteðini br -F" Myndin visir Byggimidstødina uppi å idnadarøkinum uppi á Hálsi. Á Byggimidstødini, sum varð tikin í bruk i februar, arbeiða í letuni 10 mans, men tá farið verður at framleiða sniðhús av álvara, fara einir 16—18 mans at arbeiða á virkinum. Umframt at framleiða sniðhús, ger Byggimiðsteðin eisini limtræ, sum hon hevur eina serliga maskinu til, og elementir til aðra bygging so sum skrivstovur, skúlar, barnagarðar o.s.fr. ir, hugsar hann bæði um skilaveggir og útveggir. Veggirnir = verða íikki gjørdir í einum, men i sektionum. Byggimið- staðin ger standardele- ment, og út frá teimum verður restin gjørt. Eisini til stórri byggjari Ein slík framleiðsla er eis- ini ætlað til sterri byggj- ari. Ætlanin hjá Byggi- miðsteðini er at hava eina kombineraða framleiðslu, soleiðis at sethúsafram- leiðslan bert er ein partur av framleiðsluni. Av eðr- um byggjarii verður hugs- að um skrivstovubyggn- ingar, skúlar, barnagarðar 0.s.fr. Rovini i elementunum eru úr viði, meðan tey kunnu klæðast við ellum teimum evnum, sum eru á marknaðinum. Soleiðis eru meguleikarnir nógvir. Í hesum føri kunnu stand- ard-element eisini gerast, og hetta er sjálvsagt bilig- ari. — Men sum viðurskift- ini eru i Føroyum, kunnu vit rokna við nógvum ser- uppgávum. Vit kunnu t.d. rokna við, at aðrir pro- jektera, meðan vit ganga inn í arbeiðið á einhvenn hått., sigur Hans J. Staksberg. Eini 25 hús fyrsta árið Eftir teimum metingum, sum Byggimiðsteðin hev- ur gjert, verður ikki rokn- að við at gera nógv hús í fyrstani, men í øllum før- um verður roknað við eini framleiðslu upp á eini 25 hús tað fyrsta árið. Tá húsaframleiðslan verður kombinerað við gerð av elementum, skuldi hetta verið nóg mikið til, at virkið kann bera seg figgjarliga. Hans J. Staksberg sigur, at um- setningurin skal upp å 6,5 mió. kr. fyri at Byggi- miðsteðin kann bera seg. — Hví kombinera tit húsaframleiðsluna við gerð av elementum? — Sethúsabyggingin er ógvuliga viðbrekin. Láni- meguleikarnir eru ikki altið líka góðir, so vit eru noyddir at hava eina alternativa framleiðslu, men hinvegin skuldi jú verið grundarlag fyri tí, tí vit hava jú framleiðslutól- ini. “TIl Byggimiðsteðin er um 1100 kvm. til steddar. Alt grundekið uttan um er planerað, so tað verður lætt at byggja út, um tað gerst neyðugt. Umframt sjálva byggihellina er ein tilbygningur við skrivstovu, teknistovu, matstovu o.tl. Á teknistovuni, sum Byggifelagið Guttesen og Staksberg rekur, arbeiða triggir konstrukterar, tveir verkfreðingar og ein tekni assistentur. Serensen, konstrukterur. Kappingarfør — Eru husini hjå Byggi- midstødini kappingarfør við tey innfluttu húsini? —Eg haldi tað. Nú kenni eg ikki so nógv til prisirnar, ti teir broytast alla tíðina, men sum eg havi skilt tað, so liggja húsini hjá okkum meðal í prisi. Annars hava vit ikki gjørt so nógv við húsa- framleiðsluna, meðan vit hava bygt. Men eg haldi avgjørt, at tey eru kapp- ingarfer. Tað er jú ein fyritreyt. — Í prísunum er ikki hiti og sanitet, uppseting o.tl. íroknað? — Nei, vit hava gjert byggisettini á nakað sama hátt sum tey útlendsku húsini fyri at tey kunnu sammetast. — Grundtankin hjá okkum er, at vit framleiða og gera mest meguligt her, meðan aðrir hand- verkarar ella handverks- meistarar seta húsini upp. Vit ætla heldur ikki i framtiðini at seta húsini upp, men vísa á aðrar handverkarar. — Hetta lættir eisini um flutningsútreiðslur- nar og vit sleppa undan vistarhaldi til okkara timburmenn. Tað er held- ur eingin grund til, at vit skulu kappast við aðrar. Grundað á sjálvbyggjarí — Harafturat er fram- leiðslan grundað á >sjálv- byggjari«, soleiðis at hús- ini verða biligari hjá teim- um, sum sjálvi eru fer fyri Leiðari av Byggimiðsteðini er Tummas at gera ein part av arbeið- inum. Vit hava m.a. ta skipa t vit senda fólk út at ieiðbeina fólki, sum byggja sjálvi. Hetta er í- roknað prisinum. Um fólk fáa leiðbeining nakrar ferð undir byggingini, skuldi tað gingið skjótt, væl og verið biligari. Skjótari innilokað — Eru eini sniðhús bílig- ari enn eini vanlig hús? — Hús verða jú gjørd í nekrum ávísum sniðum og steddum fyri at minka um kostnaðin. Sniðhús hava eisini tann fyrimunin fram um vanlig hús, at tey verða skjótari innilokað, og tað hevur stóran týdn- ing her hjá okkum við ti veðurlagi, vit hava. Men um tey eru biligari er ringt at siga — Hvussu nógv verða innflutt? — Eg tori einki at siga. Vit hava eingi hagtel, men tey eru nógv. — Við eðrum orðum út- flyta vit eina peninga- negd, sum vit fyri ein part kundu varðveitt í land- inum? — Ja, teir pengarnar kundu vit havt í okkara samfelag. Kunnu vit við- gera mest meguligt her, er tað eisini ein fyrimunur. Serliga fyri tey, sum skulu brúka húsini. Um tað er eitt ella annað brek ella trupulleiki, so eru vit jú nærri staðnum. Soleiðis hús skuldi tað verið ein betri service, um húsini verða framleidd í Feroyum.