mikudagur 16. mai 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
To: å
a dm + mg MT %— % 7
l. deild MB—B36 4—1 (1—0):
MB vann uppiborið á
Aftaná dystin sunnudagin liggur MB
nú næstovast í 1. deild, meðan B36
liggur á sjeynda plássi
Sjálvt um meginparturin
av dystunum seinasta
sunnudag ikki vóru leiktir
vegna vánalig veðurlík-
indi, var dysturin í Mið-
vági leiktur undir heilt
góðum líkindum.
Áðrenn dysturin byrj-
aði steðgaðu bæði liðini á,
og mintust ein av elstu
leikarunum hjá MB, Johs.
P. Johannesen, sum júst
henda dagin varð borin til
gravar.
Aftaná at MB sunnu-
dagin frammanundan
hevði vunnið heili 6—0 á
VB. var spennandi at
síggja, hvussu teir fóru at
klára seg móti B36, sum
jú taptu 4—0 móti VB í
Vági.
Seinasta summar
hevdu miðvingar trupul-
leikar við at vinna á
heimavelli, men hesum
hava teir eftir øllum at
dema vunnið á. Teir byrj-
aðu betur enn B36. og
hevdu frá byrjan av fleiri
vandamiklar atsóknir á
B36 málið.
Í 8. min gav ágrýtni
teirra úrslit. Sámal á
Vágalið fær bóltin í
vinstru síðu. Hann trekkir
framvið tveimum B36
leikarum, og staddur heilt
úti við síðulinjuna, sendir
hann bóitin beint til Eirik
Joensen, sum ikki ivast,
men við kneppum skoti
sendir bóltin í netið.
Hetta gjerdist so hálv-
leikssteðan, sjálvt um MB
hevði týðuligt yvirvág í
spæli. T.d. hevdu teir eitt
skot á stongina. B36 átti í
hesum hálvleiki eisini
meguleika til okkurt mál,
men sum sagt hevði MB
nógv tey vandamiklastu
álopini.
Tá einir 15 min.
voru leiktir av seinna
hálvleiki var Sámal aftur
sosialurin
uppá spæl í vinstru síðu.
Hann og Jóhannus Ellef-
sen spæla saman í vinstra
horni har fleiri B36-arar
royna at koma inn imill-
um, men Johannus hevur
bóltin, og leggur hann
væl innfyri til Árna Jo-
ensen, sum headar hann
vakurt í netið til 2—0.
Tað sá út sum B36
hevði fingið heldur meira
spæl hesa letuna, og
høvdu teir eisini einstøk
góð álop, sum tó ikki góvu
nakað úrslit.
Tá 25 min. vóru farnir
av seinna hálvleiki fær ein
av MB-leikarunum,
Valdemar á Legmansbe,
reytt kort fyri at sparka
Sjúrð Norðbú, aftaná
hesin hevði »eftirtaklad.«
Triðja málið
hjá MB kom tá 79 min.
vóru leiktir av dystinum.
Sámal fær bóltin mið-
skeiðis á B36 helvtini.
Hann trekkir framvið
fleiri B36 leikarar og setir
bóltin í netið, uttan megu-
leika hjá Bjarna á Steig at
bjarga.
Bóltkynstur
Ikki skuldu vit bíða meir
enn 5 min. afturat til
Sámal enn einaferð sýnir
uppvísing í bóltkynstri.
Hann fær bóltin miðskeið-
is á vellinum. 3—4 B36
leikarar royna ein eftir
annan at fáa fatur á bólt-
inum, men Sámal fer utt-
anum allar og endar við at
sparka eitt flatt skot í
málið.
B36 mál
Tá tíðin var um at verða
liðin fekk B36 sítt mál.
Ein langur bóltur verður
skotin móti MB-málinum.
Sjúrður Norðbú fær bóltin
og skjýtur hann spakuliga
í mål, eftir at MB-
verjan var uppsteðgað.
Teir høvdu ivaleyst rokn-
að við dómarin bríkslaði
fyri rangsteðu.
Uppiborin sigur
Úrslitið 4—1 til MB, ein
avgjørt uppiborin sigur
eftir leikgongd og mål-
møguleikum at døma. B36
liðið så út til at verða sera
veikt í steðum, t.d. fall
verjan og miðvellurin
saman fleiri ferðir í dyst-
inum. MB sær út til at
Nr. 37 — 16. mai 1979
B36
hava fingið eitt sera stød-
ugt lið, við góðari verju og
skjótum álopum.
Dysturin var til tíðir
heilt góður, og royndist
dómaratrioin væl, teir
høvdu tamarhald á ellum
dystinum.
Tíðindi frá
Fótbóltssambandi Foroya
Viðv. dystunum í 1. deild nr. 115 KÍ—TB 5. mai,
nr. 143 ÍF—MB og nr. 144 HB—NSI 6. mai 1979.
Kappingarnevndin hevur avgjørt, at omanfyri
nevndu dystir í staðin verða leiktir hósdagin 24.
mai 1979 (Kr. himmalferðardag) soleiðis:
KÍ — TB dómaratrio M
ÍF — MB dómaratrio F
HB — NSI dómaratrio E
Viðvíkjandi dysti nr. 97 B36—HB 1. deild
Kappingarnevnd
FSF's hevur avgjørt, at
dysturin ímillum B36 og HB 1. deild skal leikast
umaftur mikudagin 16. mai 1979.
Viðvíkjandi dystunum í 2. deild nr. 117 Fram—
GI, nr. 118 EB — SI 5. mai og nr. 146 HB — B68
6. mai.
Kappingarnevndin hevur avgjørt, at omanfyri
nevndu útsettu dystir skulu leikast soleiðis:
nr. 117 Fram — GI dómaratrio N
SI dómaratrio P
B68 dómaratrio A 16. mai 1979
nr. 118 EB
nr. 146 HB
15 mai 1979
16. mai 1979