mikudagur 13. juni 1979síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður - brødralag
Nú kemur Ísland eisini upp i part hjá Havnar Jazzfelag.
Tveir íslendskir bólkar koma til Havnar í hesum mánað,
ein jazzkvartet og ein folk-rokk bólkur. Tað er bólkurin,
sum mestan ans hevur vakt í Íslandi hesi tvey seinastu
árini, nevniliga Hinn íslenski Þursaflokkur.
Hann roynir nýggjar leiðir í rokkmusikkinum, sum
ikki
einans i
heimlandinum, men eisini i
teimum
skandinavisku londunum hevur fingið nógv rós. Ein
kanning, sum varð gjørd í Íslandi herfyri, visti, at Hinn
íslenski Þursaflokkur er best umtókti bólkur har.
Gunnar Ormslev Kvartet
Sleppa at hoyra teir
bestu i Islandi
— Hinn islenski Pursaflokkur er i løtuni best
umtókti rokkbólkur i Íslandi. Hevur tvær kon-
sertir í Havn í
i næstu viku.
Hinn íslenski þursaflokkur, her avmyndaður á einari konsert i Reykjavik
Síðani Jazzfelagið varð
stovnað í 1976 hevur tað
havt vitjan av bólkum og
einstaklingum úr Dan-
mark, Sveríki, Noregi og
Finnlandi.
Úr Íslandi hevur ongin
verið higartil. Men tað
verður bert higartil, tí nú
koma tveir íslendskir
bólkar.
Í annaðkveld og frígg-
jakveldið spælir Gunnar
Ormslev Kvartet í Veits-
luhøllini.
Og komandi månadag
og tysdag hevur Hinn is-
lendski Pursaflokkur kon-
sertir i Havn.
Gunnar Ormslev Kvar-
tet spælir tradionellan
jazzmusikk. I kvartettini
eru Reynir Sigurðsson,
vibrafon (piano), Gunnar
Ormslev, tenor- og alt-
saxofon, Helgi Kristjáns-
son, bass (guitar) og Al-
fred Alfredsson, trummur.
Nyskapan
Tað er ikki bert ti, at Hinn
íslendski Þursaflokkur er
mannaður við nekrum av
mætastu rokktónleikarum
í Íslandi, at konsertirnar
mánadagin og týsdagin
eru áhugaverdar.
Tað er eisini tí, at hesin
bólkur er á mangan hátt
ein nýskapan í íslendskum
rokktónleiki. Hann er
tann fyrsti veruligi folk-
rokk bólkurin í Íslandi og
fyrsti rokkbólkurin har,
sum einans spælir á kon-
sertum og á plátum. Allir
aðrir noyðast at spæla til
dans nekur kveld um vik-
una fyri at vinna sær
pening.
Þursaflokkurin byggir
tónleik sin á gomlum is-
lendskum vísum, kvæðum
og folkaløgum. Tá bólk-
urin byrjaði fyri hálvum-
eðrum ári síðani, var
meiningin at gera eina
roynd at sameina is-
lendskan fólkatónleik og
rokk.
Henda royndin eydnað-
ist so væl, at Hinn is-
lenski Þursaflokkurin nú
er best umtókti bólkur í
Íslandi.
Hiðani til
Roskilde
Eisini uttanfyri landodd-
arnar hava þursarnir gjørt
vart við seg. Teir vóru í
januar í Danmark, Sveríki
og Noregi og í øllum lond-
unum fingu teir sera góð
ummæli í blødunum. Og
danska útvarpið tók upp
tvær sendingar við teim-
um.
Hiðani úr Feroyum
fara teir til Danmarkar,
har teir skula luttaka á
Roskilde Festivalen og tá
hon er liðug, fara teir á
konsertferð í Svøriki, Nor-
egi og Finnlandi.
Í á SÁ EÐ EP
2
ENES
Í Í 4 CO CO Í.
hornið
=
Le
Havnarmenn eru altíð vælkomnir á Sevmyri
(> CO Í CE? CO Í C % Í
NRARNANNNNANRRRNNNNARNSNARA RANA AAA A RA RANA NA N AN NNANNANANNSNSNSNY
NNNNNASNNANNASANANARSRARGA
Var hetta ikki
nakað fyri
politihundarnar
i Havn???
ÞNNNNNNNANNARNSANARNARSNSANARNSNARANRS
NANANNNNANANNANNANANNANANANSNANRNANSRSRARARASR ARNARS AR SRARARARAR
Óli í Áarstovu
i
Um nakrar dagar fer
Útvarpið at senda
aldumátingar úr havn-
arskrivstovuni í Es-
bjerg.
SNNNANANSASARNSNARNSSRARSNRÁRRRSAR ARA AAA AAA A ASNA NYNNNNANARN NNA
b.3