leygardagur 16. juni 1979síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
sosialurin
Tú skalt elska Harran, Guð tín, og næsta tín!
Eitt sálmaorð sigur: >Í hjarta dárar siga: >Ei
nakar Guð er til«.
Ríki maðurin, Jesus sigur okkum frá í evan-
geliinum, livdi samsvarandi hesum sjónarmiði.
Hann livdi sær sjálvum, hevði nóg mikið í tí,
sum hann átti, og læt hjarta sítt aftur bæði fyri
Guði og fyri tí fátækra næsta, sum lá uttan fyri
hansara dyr.
Eftir menniskjaligari hugsan var neyvan
nakað beinleiðis ringt at siga um henda ríka
mann. Hann brúkti tað, sum hann átti, sítt
rikidømi, til egið gagn, og hver ger ikki tað?
Eitt sindur, onkra olmussu, gav hann teimum
fátæku, og hver gevur kanska meir? Hin fátæki
Lazarus slapp soleiðis at metta seg av molu-
num, sum fullu av borðinum hjá tí ríka, so ríki
maðurin mundi helst ikki vera stórt eðrvísi, enn
flest av okkum eru.
Men hann livdi uttan Guð, sum hevði Guð
einki yvir honum at siga og einki við hansara
ognir at gera, og tí at hann livdi, sum »ei nakar
Guð er til«, so doyði hann eisini uttan Guð, og
tað er glatan at liva og doyggja uttan Guð.
Eitt menniskjalív verður ikki strikað, soleiðis
sum vit kunnu strika tað út, sum er skrivað á
einari talvu. Tann Guð, ið hevur skapað okkum
eftir síni egnu mynd, legði nakað av sær
Lukas 16, 19—31
sjálvum niður í okkum, soleiðis sum prædikarin
tekur til: >... eisini ævina hevur hann lagt í
hjørtu teirra«; tí kann eitt menniskjalív ikki
strikast út, sum hevði tað ikki verið til.
Tað er um okkara menniskjalív við tess
meguleikum og ábyrgd, evangeliið talar við
okkum, at vit ikki skulu misbrúka meguleikar-
nar og sleppa okkum undan åbyrgdini, sum var
Guð ikki til og hevur einki yvir okkum at siga,
men at vit gera hansara gerningar og tæna
hansara vilja.
Ríki maður livdi í fagnaði og góðgæti; hann
hugsaði alla tíðina um seg sjálvan, at njóta lívið
og hevði soleiðis nóg mikið í øllum ti, sum hann
átti, tað var alt fyri hansara egna munn.
Soleiðis hevur Guð ikki ætlað okkum at brúka
lívsins meguleikar og tíðina, okkum er givin,
men »tu skalt elska Harran, Guð tin, av øllum
hjarta tinum og allari sål tini og av øllum huga
tínum, og tú skalt elska næsta tin sum sjálvan
teg.«
Hin fåtæki Låzarus er ikki langt burtur få
nøkrum av okkum, tad eru tey mongu heim-
leysu og svøltandi, tey sjúku og sorgarbundnu,
tey nidurboygdu og hjålparleysu, øll eru tey tin
og min næsti, sum Guð hevur givið okkum lívið
saman við, fyri at vit skulu síggja teimum til
Tungsram/3F in-line —
koma beinleiðis frá fabrik — tí so bílig
lit TV representerar tað besta innan fyri TV í dag.
Vísir veg fyri eini heilt nýggjari lit TV generatión.
Leitar sjálvt eftir signalum — sera hent til at finna útlendskar statiónir
og/ella vita um tær síggjast.
22" við fjarstýring kr. 6.995,-
26" við fjarstýring kr. 7.950,-
Radioverkstaðurin
v/D. Hansen, tif. 47573
3850 Toftir
Musikkhandilin
v/ A. Hansen, tlf. 47249
3850 Saltangarå
Nr. 46 — 16. juni 1979
fyrsta sunnudag eftir trinitatis
góðar.
Eingin kristin kann liva bert av sær sjálvum,
tí at tá ið Guð er Harrin, vit trúgva á og tæna,
gevur hann okkum so nógv annað at liva fyri,
enn bert at hugsa um egið gagn og gleim.
Við líknilsinum um ríka mann og Lázarus
hevur Jesus sagt okkum, so at vit ikki sleppa at
gloyma tað aftur, at vit eru bundin at okkara
næsta vid ti ábyrgd, at soleiðis sum vit gera
móti næsta okkara, vil Guð eisini gera móti
okkum, og hetta røkkur lika inn í ævinleikan.
Okkum nytist ikki at fara at leita eftir Låzarusi,
hann liggur við okkara dyr, ti at teimum, ið
tørva hjálp, meta vit hvenn einasta dag.
»Fåtæk hava tit altid hjá tykkum«, sigur Jesus.
Tað er her og nú vit skulu tæna Guði og gera
væl ímóti tí næsta, sum er illa staddur, tí bert
soleiðis kunnu vit tæna Guði.; tað er nú vit
hava meguleikarnar at gera tað, Guð í sínum
orði hevur lært og givið okkum boð um, so at vit
ikki gloyma tann, ið liggur við okkara dyr, »ti
at tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann
hevur sæð, hvussu kann hann elska Guð, sum
hann ikki hevur sæð? Og hetta boðið hava vit
frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini
at elska bróður sin.«
E. V.
Hondbóltur
Finalurnar í pinkudeildini verða spældar í Getu
16. juni. Byrjað verður kl. 10.
Skráin:
GI — VB
Kyndil a — Neistin a ella VIF a
Søljan a — GI
VB — Neistin ella VIF
Kyndil — Søljan
GI — Neistin ella VIF
Kyndil — VB
Neistin ella VIF — Søljan
GI — Kyndil
VB — Søljan
Feløgini skulu hava ein dómara við hver.
Finalan í smádreingjadeildini verður spæld sum
heima og útidystur 17. og 20. juni.
17. juni: VÍF — Neistin. 20. juni: Neistin —
VIF:
Hesir dystir skulu spælast (umaftur) 16. juni.
Smågentudeildin: Neistin b — TB (frå 27/5)
Gentudeildin: Royn — Neistin.
= =
Dreingjalands-
liðið
Fyribils eru hesir leikarar úttiknir til dreingja-
landsliðið, sum skal leika móti Íslandi 6. juli 1979:
Úr T.B. Egil Olsen, John Danielsen,
Ur H.B. Julian Hansen, Kristian Larsen, Erling
Jacobsen, Bjarni Jacobsen.
Ur N.S.I. Eydun Gaardbo,
Ur B.68 Edmund Jacobsen
Av Skåla Pætur Danielsen,
Ur K.Í Bent Baldvinsson, Beinur Poulsen, Absa-
lon Østerø.
Ur G.I. Hallur Hansen
Venjingarskrå:
15. juni kl. 15—17 i Havn, Gundadalur
22. juni kl. 15—17 i Havn, Gundadalur
20. juni kl. 15—17 i Havn, Gundadalur
Dystir:
19. juni kl. 18.30 í Havn, móti B.36 ungl
24. juni á Tvøroyri, móti TB-dr. 4 ungl
26. juni kl. 18.30 í Havn