mikudagur 20. juni 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 47 — 20. juni 1979
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: Feroya Javnaðarflokkur
Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lýsingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Framtíðin
HJÁ okkum eru røddirnar, sum tala
ta døpru samfelagsmyndina, farnar
at harðna í hvørjum. Eitt nú hoyrdu
vit útgerðarmenninar greiða frá,
hvussu úrslitið skarst í 1978. Niður-
stødan, samandrátturin, karakter-
urin var toluligur, men ikki nóg
gott.
VIT fingu at hoyra, at rækjuskipini
høvdu greitt sínar skyldur í 1978 og
somuleiðis línuskipini, ið høvdu
havt tveir túrar í Newfoundlandi,
meðan línuskipini til ísfisk høvdu
havt hall. Hjá nótaskipunum var úr-
slitið so hampuligt, men ídnaðar-
skipini høvdu havt eitt ringt år í
1978. Hjá ísfiskatrolarunum var
vánaligt ár og eisini langfaratrolar-
arnir høvdu ringt ár.
BURTURUR hesum kunnu vit so
gera okkum metingar um 1979, sum
nú er at knappast um helvtina.
TAÐ vit vita er, at útreiðslurnar eru
stórliga vaksnar, at oljan støðugt
krevur meira, at ræsurnar ikki eru
vorðnar rúmari har vit royna. Tann
príshækking, sum eisini er royndur
lutur, hevur ilt við at vinna á øktu
útreiðslunum.
TANN politiski veruleikin ar tann, at
vit mega leggja alla orku í at finna
eina nýtuliga loysn. Landsstýrið
samrådist í løtuni við lånistovnarnar
um útsetan ella leingjan av låni-
skyldunum, soleiðis at hesi illa fyri-
komnu skipini fáa tann skáan, sum
krevst. Men tað er sjálvsagt ikki
nøkur varandi loysn.
MEST veldst um at selja til besta
marknaðin. At vit dubba okkum
enn betur, at vit viðgera ráfiska-
nøgdina vit veiða i enn stórri mun
heima hjá okkum sjálvum.
TIL tess krevst politiskur vilji — og
eisini vilji til at síggja tað neyðuga í
tí at hugsa um aðrar vinnuvegir
enn tann, sum fiskurin gevur, so vit
ikki lorka burtur møguleikar, sum
liggja fyri okkum — meguleikar
sum kunnu styrkja vinnulíusmynstr-
iðog fjøltåtta tað.
EIN TØKK TIL THOMAS ARABO
Nú Smyril byrjaði aftur
siglingar sínar á Seyðis-
fjorðin — hevði islendska
sjónvarpið eitt viðtal við
Thomas Arabo, stjóra á
Strandfaraskipum lands-
ins.
Tað gleddi undirritaða
og fleiri aðrar íslendingar
frá Eysturlandinum at
stjóri Strandferðslunnar
var negdur við siglingar-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
nar á Seydisfjørdin og gav
okkum eina lítla vón um
framhaldandi siglingar
hagar komandi árini.
Tað er nú einaferð so-
leiðis at vit menniskju
flest eru eitt sindur »ego-
istisk<, tá vælferð okkara
nærmasta er í vanda. Í
hesum sambandi vil eg
stutt nevna tað — at fleiri
tættir í hesi sigling —
meguliga — liggja ikki
ljósir fyri mongum.
Onkur tosar uin tap —
annar tosar um at rættari
hevði verið at siglt á Þor-
lákshøfn og aftur onnur —
at her eigur eitt norrønt
tiltak at taka sær av hesi
sigling. Til tað fyrsta er at
siga — sjálvandi er neyð-
ugt at lata rutuna vera so
økonomiska sum megu-
ligt. Tá er at vísa á at
siglingin á Seydisfjørdin
er fleiri tímar styttri enn á
Þorlákshefn. A hendan
hátt sparast ótrúliga nógv
av dýrari olju, samtíðis
sum skipið er meira sam-
bindandi og aktivt enn
annars. Eisini skal tað
undirstrikast at allar flog-
rutur til og frá Íslandi
liggja her á Suðurlandi-
num. Skipafeløgini her á
landi hava somuleiðis eis-
ini flestar sínar rutur á
Suðurlandinum.
Við Smyrli á Eystur-
landið skapa feroyingar
ikki einans brúgv millum
Ísland og hini norðurlond-
ini * Skotland, men
halda uppi bygdamenn-
ingarpolitikki — sum
nærum ómeguligt er at
meta, so mikil hesin er.
Við at sigla á Þorláks-
høfn í framtíðini — siggi
eg lítlan vanda verða at
gera hetta um veturin,
samtíðis sum skipið fram-
haldandi hevur Eystur-
landið á skránni. Um vet-
urin kundi ein hugsa sær
at ferðaætlanin gerst rúm-
ligari enn á sumri.
Við at halda á við hesi
sigling hava feroyingar
skapt sær eina náttúrliga
positión at yvirtaka eina
meguliga samnorrena
fergu í framtidini.
Tad hevur verid sagt
um føroyingar, meira enn
nakran annan at »Bundin
er båtleysur madur«. Tad
skal verda ynski mitt —
nú á sjomannadegi islend-
inga — til føroysku tj6d-
ina, at hon aldrin gerst so
bundin at gerast båtleys.
Vinarligast,
v/ fleiri frá
Eysturlandinum
Vestarr Lúðviksson
Bakkafirði Island
10/6 -79
MENTANARLIG NIVELLERING
j. m. hevur í Sosialinum
nr. 45, 13. juni 1979 eina
meining um list fyri eina
millión og um at útskeiða
fólk. Hansara sambinding
á hesum eki er mest at
líkna við vanliga rindal-
ismu. Tann knappa milli-
Onin til listarligt prýði av
Eysturskulanum ger ong-
an arbeiðsmann hjé kom-
mununi arbeidsleysan.
Føroyska samfelagid
hevur i dag bert í persón-
bilar lagt eitt virði í peng-
um uppá einar 400 milli-
ónir, umframt tað, sum
verður nýtt av eykalutum,
benzini, bilsjampu o.e.
Harafturat kemur so tað,
sum tað almenna leggur
av ílegum í bilariið. Sam-
anlagt stendur bilariið
okkum í einum virði, sum
ikki er undir 500 milliónir.
Sjónvarpið er nú ein veru-
leiki. Tey komandi árini
fara foroyingar at lata til-
samans minst einar 100
milliónir bert fyri sjón-
varpstól. Tann knappa
milliónin til list í Eystur-
skúlanum, og tað sum
annars verður latið til
sosiala, listarliga og ment-
anarliga menning her á
landi, er í samanburði lát-
urliga lítið.
Úr einum javnaðarsjón-
armiði átti einki at verið
meira greitt enn tað, at
listin kemur at verða so
nógvum fólki at gagni
sum gjerligt t.d. í skúlum
og ødrum hølum har nógv
fólk kemur saman. Hver
vildi í dag verið ta vekru
listarligu prydingina av
kommunuskulaaulini fyri-
uttan. Her er eygad ein
góður avloysari hjá oyra-
num, tá tú ert til konsert
ella aðra samkomu. Tað
eigur at verða eitt javnað-
arsjónarmið, at ell almenn
umhvervi eiga at vera so
vekur og hugvekjandi
sum gjørligt.
Kortini er tad hugstoytt
at gera tær royndir, at
just javnadarmenn skulu
vera i iva um tad rætta i at
pryda ein tann størsta
skúla í landinum við list.
Tað er ikki tað hugvekj-
andi, sum sermerkir javn-
aðarflokkin í dag, hann er
um at gerast keðiligur.
Ein glotti er kortini at
Sosialurin nú er eitt tað
besta blað í Foroyum. Hó-
ast avgjert neyðugt, so er
tað ikki nóg mikið bert at
hugsa um almannamål,
Suduroyarsiglingina og
Lassar. Tað er eisini neyð-
ugt at menna um ta anda-
ligu lívsdygdina hjá fólki.
Tað er neyðugt at menna
ta listarligu, mentanarligu
og visindaligu skapanina í
samfelagi okkara og sam-
stundis skipa soleiðis fyri,
at ell fáa sama rætt og
sama veruliga meguleika
at fáa gagn av hesi skap-
an. Tað verður nóg so
innantómt í longdini, tá
frystiboksin er full, tá bil-
urin er fluttur frá einum
parkeringseki á annað, tá
arbeiðsvikan er stytt, og
tú hevur eitt sindur av
eyka tíð, men veit ikki,
hvat tú skalt nýta hana
til. Tað er einki útlit til, at
tað tilvildarliga útboðið
av lættisoppastuttleika
gera fólk lukkuligari — í
besta føri styttir hetta bert
um leturnar. Tað er líkt til
at javnaðarhugsjónin
kemur at skerja seg sjálva
munandi, um tað ikki,
samstundis sum tað verð-
ur arbeitt ímóti at tryggja
tað materiella í lívi okk-
ara, eisini verður arbeitt
fram ímóti at geva fólki
góðar meguleikar fyri so-
sialari, mentanarligari og
andaligari menning sum
gjørligt: og læra at kenna
eina aðra gleði enn bert
keyps- og nýtslugleðina,
sum bert slýkur allar
resursir og ferir okkum út
á sjógv. Framleiðsla av
listarligum, andaligum og
mentanarligum virðum
dálkar ikki og tærir lítið
upp á resursirnar. Megin-
parturin av pappirfram-
leiðslu fer ikki til bekur,
men til innballing.
Tað er einki legið í, at ein
arbeiðsmaður, sum hevur
sitið og hoppað á eini
breyt allan dagin er
troyttur, tá hann kemur
heim aftaná langan ar-
beiðsdag. Hann er móður
og hevur lítla tid at kunna
seg við list og tilogna sær
kunnleika, kortini ger ein
ógvuliga stórur partur av
teimum tað. Í nógvum
forum er tað lættari at
gloyma seg burtur eina
løtu í lættisoppalesnaði.
Men fyri tað at arbeiðið
krevur alla megi frá fólki,
so er tað ikki víst, at tí
ikki hovar list. Danin Erik
Kjærsgaard segði eina-
ferð: >Tú skalt ongantíð
undirmeta vit og skil
teirra«. Ein bygdamaður,
sum dámdi væl at telva,
segði, at honum dámdi
ikki at telva móti einum,
sum dugdi verri at telva
enn hann, ti so fór hann
aftur í telvikynstri sínum.
Honum dámdi betur at
telva móti monnum, sum
dugdu betur enn hann, tí
so fór hann fram. Fyri tað
at fólk sjálvi ikki hava tíð
ella møguleika at hevja
sitt andaliga og mentan-
arliga stødi, er tað ikki
vist, at tað hóvar teimum
best, at tað skal vera sum
er.
Tað er ov einfalt at
seta spurningin fram so-
leiðis, sum hann var um at
útvega nekrum listafólk-
um nekur oyru. Tað er tað
ikki.
Spurningurin er at lena
nekrum listafólkum fyri at
skapa eina list, sum verð-
ur nógvum fólki at gagni.
Milliónin fer ikki betur av
at lata minni etableraðar
listamenn prýða skúlan,
men hon kundi givið
dygdargóðum listarmonn-
um ein meguleika til at
skapa tað, sum teir annars
ikki hevdu hevi til. Til
menning av teimum ungu
og Oroyndu eiga aðrir veg-
ir at finnast. Við hvert má
hugsjónin vera til fyri sína
egnu skuld.
Teir fimm býráðslimir-
nir eiga tekk fyri sitt
dirvi. Tað krevst lítið
dirvi til at skarva av teim-
um uppskotum sum verða
løgd fram um jåttanir til
mentanarlig endamål. Til
tad bruk visir knivurin seg
altid at vera nog hvassur.
Tað hevur eydnast at
gera Sosialin til eitt gott
blað. Men vil javnaðar-
flokkurin snáka sítt polit-
iska kontrafei eitt sindur,
so er að avgjørt neyðugt,
at hann eisini fer undir at
fora ein aktivan mentan-
arpolitikk, hann kann
lættliga verða ov gráur og
keðiligur. Tað man ikki
vera uttan eitt ávíst pol-
itiskt tev, at Eilif Samu-
Framhald á síðu 11
ver