Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 48 — 23. juni 1979 try a gotuni Hava feroysku avísir- nar nóg góðan tidinda- flutning úr Suðuroy? Einar Joensen, prentari: — Tað er ikki nógv suðuroyar-tíðindi í fer- oysku blødunum — í heila tikið eru íkki nógv feroysk tíðindi. = Ási Jacobsen, lærari: — Tíðindaflutningur úr Suðuroy kemur sum oftast í bylgjum — hann skuldi verið meiri javnur. Ein partur av tíðindunum kemur sum lesarabrev, og tað kennist negativt. Johan Miiller, lærari: — Nei, tær hava av- gjørt ikki so nógv tid- indi úr Suðuroy sum tær hava norðanfjerðs. Tvøroyri, tridstørsti býurin: Vaks stórliga, stóð í stað og minkaði, men nú í menning Tveroyri, har jóanseku- stevnan verður hildin í dag og í morgin, er enn triåstørsti byurin við 2.144 fólkum. Men Troðbiar sókn hev- ur verið næststørsta bú- plássið í Feroyum. Ja, Tveroyri hevði ta einu tíð- ina ein slíkan vekstur, at tað kom upp á tal at lata Tveroyri vera hevuðsstað Feroya! Tveroyri telist annars millum tær ungu bygd- irnar. Tey fyrstu húsini, sum vórðu bygd á Tver- oyri, vóru tey kongaligu einahandilshúsini. Tey vórðu bygd í 1836 í haga- num millum Trongisvág og Froðba. Handilshúsini, sum framvegis liggja á sama staði, vórðu bygd niðri við sjóarmálan víð Tverá — á Tveráaroyri = — sum gjørdist til bygdanavnið seinri í styttum sniði. Sethús til krambarfólkið vórðu bygd omanfyri. Einastu húsini, sum komu afturat fyri 1856, tá einahandil varð avtikin, vóru doktarahúsini. Tey vórðu bygd, tá Suður- oyggin fekk sín fyrsta lækna í 1852. Annars setti eingin búgv. Um so var, at onkur hevur havt hug, so hevur ikki borið til, tí einki var lagt av til húsagrundir. Men tá einahandilin varð avtikin, kemur vend í. Longu í 1860 eru sjey hús bygd afturat og fólkatalið var komið upp á 66. Tey næstu tiggju árini veksur fólkatalið til 104, meðan tað stendur í stað til 1880. Men so gongur skjótari og tiggju ár seinri er fólkatalið komið upp á 258. Tey næstu tiggju árini meira enn tvífaldast fólkatalið til 567 í 1901. Vinnuliv á sam- taksgrundarlagi Ein ikki litil partur av vinnulivinum å Tvøroyri i dag er å samtaksgrundar- lagi. Størsta arbeidsplåss- ið er flakavirkið, sum tók í móti tí fyrsta stertinum á heysti 1975. Tað eru fakfeløgini, kommunan, bygdarfólkið annars og landið, sum hava reist virkið. Flaka- virkið, sum tók í móti 222. tonsum í fjør, er í minna lagi og skal útbyggjast munandi í komandi árum. Útbygging fer væntandi at kosta einar 15 mió. kr. Hevuðsgrundarlagið undir flakavirkinum eru trolarnir Sudringur og Sirius og línubáturin Blá- fossur. Harafturat koma fleiri trol- og línubátar, 10 um 50 tons, og hópin av opnum bátum Onnur virkir Áðrenn Tveroyrar Flaka- virki fór undir virksemi sítt, rak P.f. N.J. Mort- ensen eitt flakavirki frá miðskeiðis í hálvtrýssu- num og fram til tað nýggja fór at virka. Virkið hjá N. J. Mort- ensen fevnir í dag um skipini R. C. Effersee, Gudmund og NIM um- framt handilin. Hetta handils- og reiðaravirkið hevur virkað síðan 1911. Eitt annað uppaftur eldri handilsvirki finst á Tvøroyri — P.f. T.F. Thomsen. Hetta handils- og reið- aravirkið er tað elsta í landinum og hevur retur sínar heilt aftur til 1856. Tá keypti T. F. Thomsen, sum var dani, tey konga- ligu handilshúsini og fór at handla. Handilin er enn í somu ætt og í dag rekur sætta ættarlið handilin, sum heldur til í somu húsum. T.F. Thomsen hevur bert eitt skip i dag — idnad- arskipið Onnu T. Tveroyri hevur verið fyri fleiri vinnuligum bakkøst- um. Kreppan, sum skolaði yvir oyggjarnar í tretivu- num, rakti Tvøroyri meint. Stersta virkið í bygdini og eitt tað stersta í land- inum — Mortensens virkið — fór á heysin. Og aftur í kreppuárunum í hálvtrýssunum varð Tveroyri rakt, við tað at A. T. — Arbeiðaranna Trolaradrift — fór av knóranum. ! - Fram móti tjúgunum vaks fólkatalið í stórum. Soleiðis var tað komið upp á 1786 í 1925. Men nú gongur seinri og í 1930 er fólkatalið 1935. Frá 1930 og heilt fram til 1945 stóð fólkatalið í Froðbiar sókn í stað og minkaði í tíðum. Men í 1950 er fólkatalið farið upp um 2000 og lá um 2000 líka fram móti 1960—65, Tá fór tað eitt sindur niður um, og hevur ligið um 1950 —2000 fram til 1975. Men hesi seinastu trý árini er fólkatalið vaksið nakað, soleiðis at við árslok vóru um 2.150 fólk búsitandi á Tveroyri Samtaksvirkið A.T. A.T. var navnið á tí virk- inum, sum í 1936 keypti ognirnar hjá Mortensen. Arbeiðsloyvið var farið at gera vart við seg og sluppir vórðu seldar út av fjørSinum, sum í síni tíð hýsti helvtina av fiski- flotanum. Hetta gekk ikki. Ti tóku fakfeløgini, Fylking og Fiskepigernes Fagforening, seg saman við eðrum góðum kreftum um hetta samtaksvirkið. Hevuðsmaðurin fyri at fáa virkið upp á føtur var Petur Mohr Dam, sáli. Ein annar av hevuðs- monnunum var Rudolf Niclasen. Stjóri var Hjal- grímur á Heygum. A. T. átti bæði trolarar og onnur fiskiskip. Har- umframt rak A.T. hand- ilsvirki. Ísvirki A.T., var ikki fyrsta virk- ið arbeiðararerslan tók stig til. Seinast í tjúgun- um stovnaði Fylking luta- felagið Ísvirki, sum var sitt fyrsta av sínum slag. og er hetta tað mesta, sum vit hava funnið fram til. Men í mun til landið sum heild er talið minkað. Í 1930 búðu t.d. 1950 fólk á Tveroyri, meðan fólka- talið í Feroyum var 24.200. Fólkatalið á Tver- oyri er litið hækkað, síð- ani meðan talið í Føroyum nærum er tvifaldad. I fjør búðu 13,7 pst. av føroyska fólkinum i Suð- uroy, medan 15,4 pst. búðu í Suðuroy i 1966. Til sammetingar kann nevn- ast, at i Havn búgva 31,5 pst. i Klaksvik 12,0 pst., meðan 5,0 pst. búgva á Tveroyri. Afturat Ísvirkinum vóru teir átta ísvirkisbát- arnir knýttir. Teir vóru á privatum hondum, meðan Ísvirkið var reiðari, Ís- virkið sjálvt hevði flutn- ingsskipið Th. Stauning, sum skuldi flyta feskfisk suður um hav. Men Ísvirkinum var ikki langt lív lagað. Árini vóru vánalig til fisk og prísirnir vánaligir, og sildaveiðan gjørdi enda á teimum og Ísvirkinum í 1932, tí prísurin var eing- m. Við at mennast Eftir bakkastið í hálv- trýssunum hevur tað tikið langa tíð hjá Tveroyri at ment seg aftur. Virksemið var íkki nógv. Og Tveroyri var í mong år í stødugari mink- ing og er tað enn í mun til landið annars. Tó er vend komin í. Fólkatalið er aftur farið at nerast og fleiri handverksfyritøkur og smærri idnadarvirkir eru í menning — og fyri stuttum varð fyrsti ny- bygdi báturin yvir 20 tons sjósettur á Tveroyri.