Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-06-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 — 23. juni 1979 Síða 9 eftir J. M. Neale Tey búgva seg til at rýma 2. PARTUR: Framhald »Ja, pápi! Her teir triggir pålmarnir — um midd- agsleitið 20 fet úr endanum á skugganum av ti lítla — oman móti ánni — mitt inni í kjarrinum. Tað skal ganga! Difilus hevur ikki lært meg onki!« >Tað eydnaðist Filippusi ósæddum at bera leður- pungarnar yvir til pálmarnar. Har leitaði hann so eftir kjarrinum, har hann skuldi krógva peningin. Men tað var eitt sindur ringt at finna, tí alt ekið uttan um pálmarnar var avvaksið við runnakjarri, heilt oman at ánni. Har var onki at gera uttan at bíða til sólin stóð hægst á himni um middagin. Ímeðan hevði Jóhannes leitað inni í býnum eftir teim rettu kamelunum at keypa. Faðir hansara hevði lagt honum eina vid at keypa góð og sterk kriatur, sum orkaðu væl at ganga. At enda helt hann seg hava funnið teir rettu hjá einum grikskum handils- manni. Men maðurin legði so ógvuligan pris á. „Ert tú galin!'« rópti Jóhannes, >so nógv fyri hesar skrindirnar? — Ikki talan um. Ikki meir enn helvtina av ti lati eg!« Maðurin flenti og hugdi Oreint argandi at Jóhann- esi. »Tad tykist vera umrådandi, at tu fært kamelarnar í brædi?« »Eg taki uppaftur, at um eg lati tær helvtina, so fært tå kortini ein góðan pris fyri teir!« »Ver tú glaður, um eg yvirhøvur vil selja teir til tin!« Kamelarnir lógu á bóli lið um lið. Jóhannes gav teimum ein dyggan brest, so teir lupu á fetur. Teir vóru heftir saman. „Eina ferð afturat sigi eg: Ikki meir enn hálvfjers silvurpeningar!« Av ti haråmælta tosinum vóru nú fólk saman- komin uttan um teir bådar. Tey hugdu at kamelu- num frå øllum síðum, handlaðu teir og mettu um góðsku. >Hygg hesin kristni!< rópti grikkin. >Hann býður mær hálvfjers fyri kriatúr, sum eg lættliga kundi fingið tvey hundrað fyri!“ »Hundrad!« rópti Jóhannes. »Hvar er hann kristin?« Ein førligur kjøthandlari trokadi seg igjøgnum mannamúgvuna. Stilladi seg gleirbeintur framman fyri Jóhannesi. »Hevdi tú havt hug at bumsa í Nilånna, lítli min?« »Ikki meir enn hundrad!« Grikkin risti vid høvdinum. »Skuldi eg verid nøgdur vid hundrad, tå id eg veit, at tú ert førur fyri at lata try hundrað?< Kjøthandlarin tók afturiaftur: >Hevði tú havt hug at sloppið út í Nilånna, litli min?« Og hann treiv í teymarnar á hestinum. Fólkini flentu. »Slepp við tær!< rópti Jóhannes. »Mitt seinasta boð, grikki, er hundrað!< Aftur risti grikkin við hevdinum. Tá slongdi Jó- hannes pengaposan í hevdið á honum, tók í somu letu í teymarnar á tí fremra kamelinum og gav hesti sínum hekl. Forfærdur leyp kjøthandlarin til sidis. Hesturin leyp gneggjandi av stað. Kamelarnir aft- aná. Mannamúgvan rópti í eði. Men bara ein steinur varð tveittur eftir Jóhannesi. Tá ið hann vendi sær á, var alt ein ruðuleiki uttan um grikkan. Peningaposin var skrædnaður, og fólk stóðu gramm og hentaðu so nógvar silvurper hv øllum stóð grikkin og royndi at savna tað, hann kundi fáa ver sum gjerligt. Mitt í IT ————" hendur á. Hann deildi og bannaði og bað allar hel- heimsins illu andar revsa sær handa nasadjarva kristna hvelpin. Jóhannes bara flenti og skundaði sær til hús. Tey heima vóru næstan liðug at gera seg til. Vinsekkirnir vóru fyltir við vini og vatni. Maturin var stungin í kassar so at hann rúgvaði sum minst, og alt annað, nakrir virðislutir, rekkjuváðirnar, nøkur våpn, kyndlar og tvær stórar eksir lógu til reiðar. Filippus hevði eisini gjert síni erindi burtur av sær, tá ið Jóhannes kom við kamelunum. Jóhannes flenti, tá ið hann segði teimum, hvat sær var hent. »Jamen, Jóhannes,< segði móðurin. >Har kundi skjótt verið verri vorðið hjá tær!« „Jú, men tað gekk ju væl!a »Men eg haldi kortini, Jóhannes, at tú átti at farið til onkran annan at keypa hasar kamelarnar. Tú bart teg jú ljótt at — og harafturat megu vit ansa eftir ikki at gera okkum so upp, at fólk fer at gruna nakað, < segði faðirin. > Men nú — er einki út at geva! Hverja løtu kunna hermenn koma higar, um grikkin hevur meldað teg. — Skipið upp á kamelarnar bein- anvegin. So megu vit saðla fýra kvikar reiðkamelar. Jóhannes, tú sært til, at kriatúrini sum skjótast verða leidd yvir til >Farao-pálman<. Um so nakar kemur higar, megu vit royna sum skjótast at koma til tin gjøgnum trongvegin. Tak tveir trælir við tær! — Filippus! »Ja, pápi?“ »Tu fert upp á tekjuna og hevur eyguni eftir vegnum til Ombi. Kemur nakað illgrunavert til sjóndar har, varskógvar tú! — Tú skilir?« „Ja, ja!< segði Filippus og leyp innan beinanvegin. „Jóhannes skundadi sær av stað við kamelunum. Hann var ikki meir enn farin um sýnina, Basilius ætlaði sær júst at siga, at tey ell skuldu leggja seg aftur eina letu, ti tey noyddust helst at ferðast alla komandi nátt, nú rópar Filippus: >Tveir menn á hestbaki, pápi!< og hann rann al- goystur oman av tekjuni. >Vit fara beinanvegin! — Eg steðgi so mikið, at eg síggi, hvat teir ætla. Sleppi eg ikki burtur hiðani, so fari til oasuna *). Har bidar Difilus eftir tykkum!« segði Basilius. Móðurin tók í hondina á Cyrillu og báðar skundaðu sær yvir ímóti trongvegnum. Filippus rann aftaná. Basilius skundaði sær upp á tekjuna. Sanniliga. Tveir reiðmenn. — Men so gjørdi hann eitt gallróp: „Filippus! — Thekla!« Tey steðgaðu á. >Thekla! — Filippus! — Farið ongan veg! Filippus vendi aftur. Faðirin stóð longu í túninum. »Ropa mammu aftur eisini!« »Hvat er nú?< »Kendi tú ikki Difilus og presbytarin. Nú mundu vit rýmt undan okkara egnu.< Teir báðir reiðmenn- inir vóru í túninum um somu tíð sum móðurin og Cyrilla komu aftur. Móðurin flenti: >Nú klekkaðu tit okkum, meini eg! Presbytarin brosaði eitt sindur, tá ið hann hoyrdi, at tey hevdu ræðst hann, men hann varð beinanveg- in álvarsamur aftur. >Tað er gott, Basilius, at alt er til reiðar hjá tykkum. Í Ombi hevur rómverski høvudsmadurin longu tikið nakrar av brødrunum, ti at mannamugvan í eði næstan hevði gjørt av við teir, og Difilus sigur frá, at slíkt eisini er hent i Silsatis.« »Ja, harri. Viðskiftamaðurin hjá tær, tók ikki ímóti mær. Tí har eru teir longu farnir undir offring- arnar. Harri, eg haldi, vit skulu fara hiðani alt fyri eitt.« »Mær dåmdi best, um Cyrilla, Filippus og Thekla fingu hvílt seg eitt sindur afturat…« »Mræ nýtist onga hvíld, < helt Filippus Framhald UR: TTT 7 Góðu børn! H nasta barnasiðan fyr letta er seina men framhaldssagan um loyn í hverjum leygardagsblad Hesaferð verður sagt eitt sind kanst finna í einihverjari á. Kanska kennir tey væl, ella kanska fert tú oman at vita, um tú kanst finna tey í ánni tak tev upp» rlaskrukku og hygg eftir, hvussu tey bera seg at. Men lat tey ikki standa og doyggja av hungri ella luft-troti i glas- krukkunum, slepp teimum av stað aftur. tå ið tú hevur hugt at teimum — KS Maðkapirra. Nú eru longu 2—3 mánaðir, síðani maðkapirrurnar kyknaðu úr eggjunum. Sílini gýttu í heyst, og eggini hava ligið millum eyrin á botninum allan vetur. Maðkapirrurnar liva av smádýrum (flugum 0.ø.) — og tær vaksa skjótt 6 > — Si. = > 6 -7 can Allur. Niðast í ánni millum smáar steinar og í eyr- inum finnur tú smáar állar, vit nevna glasállar. Glas- állarnir eru álla-murtar, sum eru 3-ára gamlir. Teir eru klaktir í Sargasso-havinum yviri við Miðamerika og eru nú á veg niðan í áirnar hjá okkum. Tá ið teir eru umleið 10-ára gamlir fara teir aftur á sjógv og suður í Sargasso-havið at gýta. Heygsmaðurin líkist bæði eini flugu og einum summ- ar-fugli. Tú finnur hann sitandi á einum steini í ánni ella í grasinum við áarbakka. Ungarnir hjá heygs- manninum liva niðri á botni í ánni. Teir hava gjert sær eitt rer av sandi, smásteinum oggrasstráum — og teir búgva inni í rørinum, bara hevdið og gøturnir síggjast uttanfyri, tá ið rerið fer til gongu. Állar eta ungarnar (orm-verurnar) hjá heygs- manninum — og síl kunna leypa upp úr vatninum og taka heygsmannin sjálvan á flogi. Marflugan er eitt lítið krabbadýr. Hon hevur 14 bein og svimur í vatninum — oftast krógvar hon seg undir steinum. Síl eta nógvar mar- flugur. Veitst tú, at nógvar áir eru so skitnar, at dýr ikki liva í teimum Sápu-vatn og vatn úr rottangum og kloakkum eru ófor teð til slýggj og aðrar vatnplantur. so eru so grønar av slyggi, at alt annað lí