mikudagur 27. juni 1979síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tveir partar fyri
fimm kvinnur
Danskur amatersjónleikarabólkur hevur fram-
um kvinnuspurningar
førslu í sjónleikarhúsinum
Komandi friggjadag kem-
ur danskur amatersjón-
leikarabólkur til Feroya at
vitja.
Hetta eru sjónleikarar
úr Næstved, og skulu teir
framfera norska leikin >To
akter for fire kvinder« i
Sjónleikarhúsinum í
Havn.
Ein av leikarunum,
Armgarð Djurhuus, er av
føroyskari ætt, og tey,
hon leikar saman við,
hava í mong ár verið knýtt
at sjónleikarabólkinum í
Næstved. Tey hava fram-
ført fleiri krevjandi leikir
ymsastaðni.
Fyrstu ferð, tey spældu
henda norska leikin, var í
Næstved í fjer. Síðani
hava tey verið við honum
fleiri staðir í Danmark.
Leiktur
ymsastaðni í
Norðanlondum
Tað er Bjørg Vik, sum
hevur skrivad leikin, og
varð hann fyrstu ferð
sýndur í 1974. Hann hev-
ur síðani verið framførdur
ymsa staðni í Norðanlond-
um.
Í einum blaðpráti segði
hevundurin um henda
leikin:
— Eg leggi stóran dent
á at skapa eitt livandi te-
atur, og tað er av stersta
týdningi, at tey leikandi
eru meira enn talsmenn
fyri eini sak. Eg havi ong-
an áhuga bert at agitera.
Mær dámar betur, at ein
leikur ger sítt til, at fólk
seinri fáa eyguni upp fyri
ti ávísa málinum, sum
leikurin snýr seg um.
Tað skal ikki vera
dulsmál, at leikurin snýr
seg um kvinnusakina,
men eg vil ikki indoktri-
nera. Tað, eg vil, er at fáa
samband við áskoðaran og
at hesi sjálvi fáa høvi til at
gera sínar egnu tankar.
Eg geri tað ikki teirra
vegna, sigur hevundurin.
Leikurin er í tveimum
pørtum, og tey leikandi
eru Armgarð Djurhuus,
Dorte Burchard, Inger
Tofte, Anna Lise Stou-
gård og Jane Kruuse.
Tað eru hesar fimm
vinkonurnar, sum eru
komnar saman at hugna
sær. Tær kennast frá
skúlanum fyri mongum
árum síðani, men hava
ikki sæð stórvegis til
hverja aðra síðani. Tær
skemtast og práta vinar-
liga, men skjótt sæst, at
tær ikki eru so samdar.
Hon sum tók stigið til
at tær skuldu hittast,
roynir at greiða hinum frá
samfelagnum og hjúnar-
lagnum og kvinnunar
stødu, og misjavnt er,
sum tað verður upptikið.
Unglingi
fyllir
85 ár
Fríggjadagin 29.
juni verður Einar
Waag 85 ára gam-
al.
Einar ber árini lættliga
og hevur enn eitt ungt
sinnalag — byrgur sum
ein unglingi.
Enn sum áður fylgir
hann væl við ellum, sum
fyriferst, bæði her heima
og aðrastaðni. Hann hev-
ur lisið og granska nógv
og hevur stóran áhuga fyri
tí skrivaða orðinum. Hann
eigur t.d. týdningarmikla
goymslu av føroyskum
blødum heilt frå 1906.
Einar hevur sett sær
djúp spor á mongum økj-
um samfelagsins, og hev-
ur gjørt seg galdandi inn-
an fiskivinnu, ídnað,
skúlapolitikk, kommunal-
politikk, felagsarbeiði
o.m.a.
Politiskt er Einar javn-
aðarmaður, og tað við liv
og sál. Hann hevur verið
javnaðarflokkinum ein
hollur og trúgvur stuðul
— ein sannur stridsmad-
ur. Hann hevur sett sær
djúp spor i søgu Føroya
Hendan i midjuni er fyri langa og trågva tænastu
Hevdi eg verið
turistarnir,
Atli,
hevði eg syrgt fyri, at
sum eru
staddir i Føroyum, fáa
valrætt. Og valið
sjálvt skuldi verið á
Javnadarfloks, og ikki
minni djup vera spor
hansara at standa i søgu
Nordoya Javnadarfelags.
Einar er ein madur vid
fólkaeydnu og hevur røkt
fleiri álitisstorv. Hann
varð valdur av javnaðar-
flokkinum í Norðoyggjum
sum fyrsti umdemisvaldi
tingmaður floksins har í
valdøminum.
Einar var eisini limur av
Kommunustýrinum fyri
Klaksvíkar Kommunu frá
1943 —1947, og limur í
Klaksvíkar skúlanevnd í
samfull 25 ár, frá 1947 til
1972. Herav var hann for-
maður í 13 ár.
Men hóast hann nú hev-
ur lagt tey politisku størv-
ini frá sær, er hann fúsur
til verka á hesum eki.
Hann luttók á landsfundi-
num hjá flokkinum í fjor
við lív og sál og var sein-
astur av dansigólvinum.
SOSIALURIN ynskir
Einari Waag tillukku við
teimum 85 árunum og
vónar at hann fær mong,
góð ár aftur at. Sam-
stundis sum Sosialurin
takkar fyri trúgvan og
hollan stuðul.
ólavseku, ti tá eru so
nógvir turistar i Fer-
oyum, sum óivað
høvdu tikið undir við
Lassa-keypinum.
*
Verkfall her og verkfall
der nær munna
prestar fara í verkfall?