mikudagur 4. juli 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leysasøla 3,00
Nr. 51 — Mikudagur 4. juli 1973
Brudleyp uti i Dimun
Í morgin fer ein søgulig hending fram úti i Stóru Dímun
við tað, at brúðarvígsla fer fram úti í oynni.
Tað er Óluva úr Dímun, sum skal giftast við Símuni á
Samuelsen, politisti, úr Havn. Bergur Jacobsen, sands
prestur, skal víga parið.
Nær brúdleyp seinast varð hildið í Dímun, vita vit ikki,
men tað eru helst nógv ár síðani.
Løgmadur um Mjolkarvirki Búnaðarmanna:
Ikki trupulleiki
t figgja virkið
— Eg meti ikki, at tað
verður nakar trupulleiki at
figgja mjólkarvirkið.
Menn kunnu bara ikki
krevja svar eftir ongari
tid, segði Atli Dam, log-
maður, á búnaðarstevnuni
í seinastu viku í samband
við ein fyrispurning um
figging av Mjólkarvirki
Búnaðarmanna.
Víðari segði Atli Dam,
at eitt og hvert mál má
kannast, ti landsstýrið
kann ikki figgja eitt tiltak
uttan fyrst at hyggja eftir
ti.
Undir búnaðarstevnuni
í síðstu viku kom fram, at
byggingin av mjólkar-
virkinum var komin í
figgjarligar trupulleikar,
og tað kundi hugsast, at
byggingin steðgaði, um
figgingin ikki fekst rættu-
liga skjótt.
Søkt menningar-
grunnin
Tað, sum higartil er figg)-
að av byggingini, er fyri
stersta partin figgjad úr
Jarðargrunninum, men
eisini úr Menningargrunn-
inum.
Og í februar í ár sekti
Mjólkarvirki Búnaðar-
manna Menningargrunnin
av nýggjum um lán og
studning, men tá grunn-
urin ikki sá seg feran fyri
at fíggja umsóknina,
sendi nevndin fyri grunnin
landsstýrinum umsókn-
ina.
Í landsstýrinum hevur
verið eitt ivamál, um
málið hoyrdi undir land-
búnaðarmálaráðnum ella
idnaðarmálaráðnum.
Nú er tað so endað hjá
idnaðarmálaráðharranum,
Jákup Lindenskov, sum
hevur sett tveir verkfrød-
ingar, Ola Svenn Nolsee
og Jakup Magnussen, at
kanna málið og geva
landsstýrinum tilmæli um
endaliga fígging av virk-
inum.
Tá landsstýrið hevur
verið so positivt, sum tað
hevur, er byggingin av
virkinum tó hildin fram.
Loysn við T. M&M
A fundinum førdi Atli
Dam eisini fram, at lands-
styrid ynskti loystar nakr-
ar praktiskar spurningar i
vidurskiftunum vid
Thorshavns Mælkefor-
syning og Margarine-
fabrik. Um hetta virkið
m.a. fer at halda fram við
at innflyta útlendska
mjólk.
Mjólkarvirkið er
vorðið triggjar ferðir dýr-
ari enn upprunaliga ætlað.
Tað fer at kosta einar 12 —
13 mió. kr., tá tað verður
liðugt.
annars
Múraraarbeiðið, sum er
ógvuliga umfevnandi, er
tó ikki liðugt, men farið er
undir at seta maskinur og
tól upp.
Tá virkið verður liðugt
at taka í brúk er tað eitt
av teimum fremstu av sín-
um slagi.
Núverandi mjólkar-
framleiðslan er um trigg)-
ar milliónir litrar árliga og
kostar iløgan av virkinum
um fýra kr. fyri liturin,
men tá komið er upp á
eina framleiðslu upp á
seks mió. litrar, sum er
málið, verður iløgan bert
um tvær kr. fyri liturin
Henning Sendergaard
Lesið um ítróttin á síðunum 6 og 7.
M.a. um 8-mannafarsróðurin á jóan-
søku,
kappróðrarúrslitini
frá
Varmakeldu, prát við Henning Søn-
dergaard, sum er á vitjan í Føroyum.
Sambandsflokkurin
setir seg í samband
við samgonguna
Tað er nú líkt til, at sam-
bandsflokkurin fer at seta
seg í samband við
landsstýrissamgonguna
fyri at fáa eitt politiskt
samstarv ilag.
Landsfelag og tingbólkur
sambandsfloksins hevdu
fund um vikuskiftið. Á
fundinum varð ein fundar-
samtykt gjørd eins og ein
samráðingarnevnd varð
vald. >til at kanna
meguleikarnar fyri sum
skjótast at fáa í lag
politiskt samarbeiði um
loysn av okkara samfelags-
trupulleikum«.
I fundarsamtyktini
verður m.a. sagt, at
»drålad er nu so leingi við
at fremja tey mest neyð-
ugu tiltøk, at Sambands-
flokkurin metir tað vera
óráð at bíða eftir, at upp-
skot verður lagt fram á
Olavsøku um nyval.«
Sosialurin hevur havt
Paula Ellefsen i telefonini.
Ætlar sambandsflokkurin
at taka upp samrådingar
vid adrar flokkar ella fåa
løgtingid kallad saman?
— Tad er klårt, at vit
mugu tosa vid aðrar flokk-
ar.
Hverjar flokkar hevur
sambandsflokkurin hugs-
að um?
— Í fyrsta umfari verð-
ur tað ein kontakt við
samgonguna. Samgongu-
flokkarnir sita jú við á-
byrgdini og allari fyrisit-
ingini. Fyrst tá vit frá
samgonguflokkunum
hava fingið nærri at vita,
hverjir teirra trupulleikar
eru, kunnu vit gera okk-
ara metan um, hvussu vit
í verki kunnu viðgera
spurningin.
Tit hava ikki fyrst og
fremst hugsað um at seta
tykkum í samband við teir
borgarligu flokkarnar?
— Vit hava fyrst og
fremst hugsað um at fáa
eina loysn — at fáa
framda eina lóggávu -
annaðhvert endaliga ella
fyribils = lóggávu, sum
kann loysa teir ringastu
trupulleikarnar.
Hvat hava tit hugsað
um innan fiskivinnuna?
— Vit hoyrdu frá sam-
gonguflokkunum, áðrenn
logtingið fór heim, at tal-
an var um
eina stora
kreppu. Urslitid varð
logtingið
samtykti
reiðslulógir brutto up
15,1 mio. kr
eg meg rætt og harav
var ein rættuliga stórur
partur frammanundan vid
å figgjarlogini. Soleidis
samtykti legtingið
reiðslur fyri nakað yvir 1
mió. kr. Og tað er upplagt
at 10 mió. kr
kreppu
loysa onga
Harafturat vita
vit. at skipini geva hall
Sjálvt teir stóru trolarar
nir koyra við stórum halli
So vit mugu reint út sagt
finna eina
vinnulívið kann koyra við
ari, ti tað rennur seg fast
loysn fyri at
um okkurt ikki verður
gjort
Hava tit hugsað um
nakað åvist?
Ja, tað hava vit, men
tá vit skulu byrja við at
kontakta flokkar-
nar, er tað skeivt at leggja
út við tí
hinar
fyrst, sum vit
hava hugsað okkum. sigur
Pauli Ellefsen at enda