Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 3. juli 1979 sosialurin Síða 7 TB—HB 3—1 (3—0): Hampuligur dystur Landskappingardysturin i 1. deild millum TB og HB, sum átti at verið leiktur fødingardagin hjå TB tann 13. mai, men sum tå varð útsettur vegna veður, varð leiktur seinasta sunnudag. > Veðrið var so nekulunda at spæla bólt í — turt, men eitt lítið lot fram eftir vellinum. Fyrra hálvleik spældi HB undan vindinum. Byrjanin TB byrjaði best, og alt spælið kom tí at vera á HB-helvtini. Spælið hjá TB gekk heilt gott, men samstundis vísti tað seg, sum um HB-arnir ikki komu rættiliga í gongd. gongd. Málini Áskoðarafjeldin sá bein- anvegin, at her fór ikki at ganga long tíð fyrrenn fyrsta málið fór at koma, og so varð. TB fekk ikki bert eitt, men trý mál, so steðan broyttist frá O—0 i 8. min. til 3—0 í 18 min. Henning skumpaður Henning fer einsamallur í gjøgnum í vinstru síðu. Tá hann er komin væl inn í brotsteigin verður hann skumpaður í ryggin, og dómarin, Levi Niclasen ivaðist ikki, men demdi brotsspark, sum Henning KU So eydnaðist tað Ásmundi at fáa støduna til at verða 2-0 sjálvur setti í netið. Hornaspark Askodarafjøldin var ikki lidug at fagna ti fyrsta målinum, tå bålt- urin sat i netinum fyri aðru ferð. TB fekk hornaspark í vinstru síðu. Henning skjeyt inn til Ásmund, sum stóð við tann næsta málstólpan, og setti hann bóltin í netið. Hetta var í 10. min. Setur bóltin í opið mál 8 min. seinni eru Henning og Ásmund aftur upp á spæl. Henning kemur einsamallur fram eftir og finnur Ásmund frían beint framman fyri málinum. Ásmund fær bóltin og fer fram við einum verjuleik- ara og síðan málverjanum og fær sett bóltin í opið mál. TB hevði nú eina 3—0-leidslu, sum eisini gjørdist hålvleiksstødan. Seinni hålvleikur Var tað TB, sum hevði havt yvirvág í spælinum fyrra hálvleik, so hevði HB yvirvágina í seinna hálvleiki, men ikki fyrr enn í 15. min. eydnaðist tað HB at minka til 3—1. Mintu um hvort annað Hetta málið og seinasta málið hjá TB mintu um hvert annað. Hesaferð er tað Kári Nielsen hjá HB, sum skeyt bóltin inn í brotsteigin beint framman fyri málinum. Hann fer fram við málverjanum hjá TB, Per Strem, og setir bóltin í netið. Endaliga stødan Bert hetta eina málið kom í seinna hálvleiki, so enda- liga staðan gjerdist 3—1 til TB. Henda hálvleikin átti HB > yvirvågina, men eydnaðist tað ikki teimum at skapa teir stóru mál- meguleikarnar. Stødan í 1. deild Staðan í landskappingini í 1. deild er nú hendan: IF 6 15—5 10 TB 6 14—4 10 HB 6 16—11 7 MB 6 12-7 6 B36 6 8-15 5 VB 6 8-14 4 KI 6 8-13 3 NSI 6 7-19 2 J.D.