Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 56 — 21. juli 1979 telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Tórshavn Feroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Eisini ein vinna FOROYSKA samfelagið er í eini broytingartíð. So við og við verður fiskivinnan umløgd, frá at umfata fiskiskap í heimasjógvi, á mið- og fjarleiðum, til einans at umfata fiskiskap í okkara egna sjógvi. Í FRAMTÍÐINI má talan sostatt verða um avmarkingar. Samstund- is, sum vit skulu tryggja fiskastovn- arnar undir Føroyum, letur tað seg neyvan gera, at veiða somu nøgd og somu virðir í okkara egna sjógvi, sum vit higartil hava fingið undan Føroyum, av mið- og fjarleiðunum tilsamans. TAÐ STENDUR tí ongantíð so greitt sum nú, at vit megu finna og út- byggja aðrar vinnuvegir eisini. Møguleikarnir eru fleiri. Landbún- aðurin kann geva meira. Ein møgu- leiki er fiskaaling. Ein annar er stórri og smærri ídnaður av ymiskum slag. Men hjá okkum føroyingum, skuldi onnur sjóvinna enn fiskiskap- ur, eisini havt størsta áhuga. VIT ERU FØDDIR við ár í hond og erpa okkum av at eiga heimsins besta sjófólk. Men munandi partur av ferðafólkaflutninginum millum Føroyar og útheimin er á útlendsk- um hondum. Stórur partur av okk- ara útflutningi fer eisini á útlendsk- um kjøli. Vit klekja maskinmenn, skiparar, styrimenn og skipsførarar til útflutnings. Og annars sita vit bara hendur i hupp. OG HETTA skulu vit framvegis gera. Tad siga sambandsflokkurin og fólkaflokkurin. Hetta søgdu teir, tå teir á tingi feldu uppskotið um keyp av hóskandi skipi til millumlanda- sigling. Og leggi tykkum í geyma, at eisini fólkaflokkurin, sum í manna- minnir hevur rópt upp um, at før- oyingar skulu sjálvir á llum økjum, var við. HJÁ FOROYINGUM skuldi millum- landasigling við bæði ferðafólki og farmi verið ein sjálvsagdur og nátúr- ligur vinnuvegur. Málið hjá okkum skuldi verið, at allur ferðafólka- flutningur sjóvegis í Norðuratlants- havi, kom á føroyskar hendur. HESUM HEVUR og fer javnaðar- flokkurin at virka fyri. Trolaraflotin og »kreppan« Viðgerðin av umsteðum trolaraflotans eigur at halda fram og hava vit tí hesa viðmerking. Í oddagrein seinasta leygardag vístu vit á, at munur er á, hvussu trol- arar eru komnir í flotan. Summar hava bygdir og fiskimannasamtek útveg- að sær sum sjálvhjálp til at vinna burtur úr ar- beiðsloysi, meðan aðrir eru úrslit av spekulatión, skatta- ella aðrari. Ynski um at skapa virk- semi og framburð í eini bygd — ella landinum sum heild — er væl fremst tað sum elvir til útvegan av skipum, harafturat ein heilt einfaldi, lógligi og samfelagsgagnligi at- dráttin at vinnu, ein fer inn í til tess at vinna pening. Hetta ger ein bert um ein ber skilagott at, og skapar hetta altíð virði fyri onnur. Men eitt alt ov stórt tal er tilvildarligt úr- slit av spekulatión í at nýta >systemið< bert til persónligar fyrimunir. Fyri stóran part av flot- anum, kanska 3/4 av hon- um er galdandi, at hetta eru skip, sum av neyð eru noydd út í umbygging frá teirri vinnu, tey vóru bygd til, og tey eru tí ikki so rationell og veiðueff- ektiv, sum tey kundu ver- ið, hevdu tey verið skila- gott planløgd til trolrakst- ur frá byrjan av. Nevndu veruleikar má ein halda sær fyri eyga, tá heilivágurin fyri tey brek, sum eru í rakstri trolara- flotans, skal skrivast í re- sept. Fremst av øllum ræður um ikki at lata seg taka av fótum av teim dómadags- "drykkur profetium, vit av og á hoyra, og sum Hákun Djurhuus, Pauli Ellefsen, Crayon og aðrir hverja ferð styrkja við at spáa undirgang og felli fyri hetta samfelag. Hóast von við rossatár frá ávísum vinnulívs- monnum, politikkarum og blaðsmyrjarum í Otrygg- um tíðum, er neyðugt at turka hesi tár burtur og kveistra politikkarar av hesum slagnum til viks, áðrenn endaliga reseptin verður skrivað, tí annars verður úrslitið ein eitur- fyri framtíðar vinnuliv i Føroyum. Skulu menn, sum ong- anti hava hugsað kon- struktivt, men hverja ferð í atgerðarloysi heldur hava vilja sent rokningina til teirra, sum framman- undan rinda allan skattin og sloppið teim, sum lítið rinda undan, hóast hesi hevdu nærum fritt at dis- ponera skeivt við skatta- borgarapeningi, skriva re- septina, verður hon til 6- gagns fyri vinnuna sjálva, tí hon etur upp orku okk- ara heldur enn at økja hana aftur. Javnaðarflokkurin við- urkennur fult út, at teir meðalstóru trolararnir ha- va álvarsligar trupulleik- ar, og javnaðarflokkurin stendur við sín part av á- byrgdini fyri, at hesin floti er komin í vinnu okkara. Vit hava medvirkað til hetta og halda framvegis, at hóast einsteku skipini kundu verið effektivari, skulu júst tey virka eina rúma tíð enn, meðan um- lagt verður til rationellari veidufør, og meðan tey mest óegnaðu verða sold- að burturúr flotanum á tann fyri ánarar og fram- leiðslu lagaligasta hátt. Javnaðarflokkinum eins og eðrum flokkum hevur tervað meguleiki fyri at stýra uttanum teir faktor- ar — trýstir inn á okkum uttanífrá — sum gjerdu, at vit máttu leggja um so skjótt og útbyggja so skjótt til trolveiðu í egn- um sjógvi. Kortini sóu vit fyrr enn aðrir, hvat ein floti soleiðis íkomin kundi koma út fyri, tá bakkest- ini komu og fingu tí longu í 1970 trýst >tað sum ikki kann standa, lat falla«- menninar í sambands- flokkinum til at góðtaka í samgonguskjalinum tá, at »arbeidsskapandi virkir mugu ikki steðga vegna figgjar- ella aðrar krepp- ur, landskassin fær tá heimild til at reka hesi víðari, meðan orsøkirnar til kreppuna og útlitið fyri framhaldandi rakstri verða kannaðar. Koma skip í líknandi steðu, verður í hverjum einstøk- um feri tikin avgerð um, hvussu raksturin kann halda fram... . Hetta góðtók eisini sjålvstyrisflokkurin, og síðan hava í 1974 og 1979 tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin = góðtikið somu endamálsgrein. Tá soleiðis 30 av 32 tingmonnum við undir- skrift flokkanna hava góð- tikið, at vinnan fremst av øllum skal halda fram — hóast hetta fyri sam- bandsflokkin og fólka- flokkin er ein fullkomin kúvending síðan fimtiár- ini, eigur fráboðan trol- skipafelagsins um megu- liga at steðga veiðuni 15. við- merkingar august ikki at erkimla vinnandi stættirnar ov mikið, hóast onkur tykist hava áhuga fyri hesum. Framburðs- og Fiski- vinnuflokkurin hevur enn ikki havt høvi til at undir- skriva hesa endamåls- grein, ti er talið 30, annars var tað væl 32. Orsekin til at javnaðar- flokkurin fekk hesa grein við, og orsekin til, at flokkurin so dyggiliga hevur stuðlað og verið við til at útbygt vinnulivid, er hon, at fyri sosialdemo- kratar er vinnan fyrst og fremst tað fólk, sum virk- ar í henni, og bert í aðru syftu koma eigararnir inn í myndina. Hesir annað- hvert partreiðarar ella partabrævaánarar mugu ti sjálvsagt bera sin part av byrðuni, áðrenn enda- liga rokningin til føroyska skattgjaldaran verður skrivað. Har er talan um spesielt skeivar ílegur, mugu krevini til fadrarnar eisini setast í mun til teirra maksimalu orku. Allir partar eru samdir um, at trolskip skulu vit hava, og so mong, at allir stovnar á okkara leiðum verða troyttir. Aðrir veiðuhættir skulu eisini eiga sín fulla rætt, tí ein vinna troytir ikki ekið skynsamt og rationelt einsamell, men vit skulu tillaga flotan endaliga eft- ir møguleikunum. Enn er hann ov tilvild- arliga íkomin, men vit skulu stýra burtur úr hes- um. Hvussu kom hann so? Og hvat skal gerast? Hendan spurning við- gera vit í grein nevnd: Hverjar loysnir. HAVA VIT STJÓRNARKREPPU? Síðani javnaðarflokkurin boðaði frá, at hann á ólav- seku fer at seta fram upp- skot um, at legtingsval verður í heyst, hevur nógv verið skrivað um stjórnar- kreppu, at politiska ar- beiðið liggur stilt, og at landsins politiska leiðsla ikki tekur sær av teirri kreppu, sum fiskivinnan sigst at vera komin i. Henda skriving kann bert byggja á ókunnleika til tær reglur, sum galda fyri politiska stýrið av landi okkara og eina sam- anblanding við stýrisskip- anir í eðrum londum. Hver er politiska stoðan ? Av ti, sum fór fram í mál- inum um Suðuroyar- og uttanlandssiglingina, metti landsfundur javnað- arfloksins, at tað var iva- samt, um grundarlagið undir landsstýrissam- gonguni var nóg gott. Fyri at fáa greiðu á hes- um, varð samtykt at seta fólkaflokkinum nakrar spurningar. Var svar fólkafloksins soleiðis, at flokkurin ikki stóð við ta politisku avtaluna, sum var grundarlagið undir landsstýrissamgonguni, skuldi javnaðarflokkurin krevja nýval. Svar fólkafloksins og úrslitið av teimum sam- ráðingum, sum fóru fram, metti javnadarflokkurin sum tekin um, at sam- gongan var skipað undir skeivum fortreytum, og sum ein fylgja av hesum hevur løgmadur boðað frá, at hann á ólavseku fer at leggja uppskot fyri tingið um nýval. Verður uppskot um ný- val samtykt, verður løg- tingsval í heyst, trý ár fyrr enn tað skal verða í seinasta lagi. Men stjórn- arkreppa er ikki. Lands- stýrið er valt av legting- inum, og so: leingi annað landsstýri ikki er skipað, hevur hetta landsstýrið øll politisk rættindi og allar politiskar skyldur, sum tað hevur havt, síðani tað varð skipað. Tað, at log- tingsval meguliga verður í heyst, forðar á ongan hátt landsstýrinum í at virka, og eg havi einki sæð um, og eg hugsi ikki, at nakar hevur merkt nakað til, at landsstýrið hevur lagt frá sær. ØIl skrivingin um stjórnarkreppu er ti burt- urvið. Kári D. Petersen tjak og meiningar heldur fram á síðu 6