Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1979síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Framhald frá síðu 3 umleið 100 mill. kr. upp- sett. Tað kann framleiða líka nógva elmegi, sum ætlaða SEV-útbyggingin skal geva. Umframt at vit fáa ta neyðugu el-orkuna verður meguligt at nýta endamál (fjarhita). Avlopshitin, ið stendst av at framleiða 90 mill. kWh., svarar til upphit- ingartørvin i 2000 sethús- um, umroknað til olju er tað 12.000 tons um árið. Kostar nógv meira Eyðfinn kom eisini inn á spurningin um kostnaðin av ætlaðu vatnmegiút- byggingini hjá SEV. Henda útbygging er rokn- að at kosta 427 mill. kr. roknað í 1978 krónum. Tá er rentan iiløgu- og aftur- rindingartíðarskeiðinum ikki íroknað. Rokna vit við vanligari effektivari rentu, ið er 12% fyri tilík lán, sum her er talan um, og at niður- skrivingin yvir 20 ár byrj- ar 3 ár eftir låniupptøku, tá verður endaliga upp- hæddin, ið vit skulu gjalda fyri útbyggingina 1,1 milliard krónur, rokn- að í 1978-krónum. Víðari segði Eyðfinn, at tá tosað verður um 1978-krónur merkir hetta, at vanligur prisvøkstur og inflation ikki eru iroknad. Varð hetta tikið við, bleiv talið 1,1 milliard kr. 2 ella 3-faldað. Kolakraftverk betri forrætning Síðani varð ein sammeting gjørd av ætlaðu vatn- megiútbyggingini og ein- um kolakraftverki. Fyri at gera hesa sammeting upp í krónum og oyrum, skal elorkusøluprisurin verða tann sami sum í 1978, nevniliga 50 oyru pr. kWh. Ein tilik sammeting visur, at kolakraftverkid er tann besta forrætn- ingin. Hetta gevur tilsam- ans 184 mill. kr. i yvir- skoti fram til år 2000. Um ætlada vatnmegiútbygg- ingin eisini skal selja el- orkuna til 50 oyru pr. kWh, verður hallid tilsam- ans 370 mill. kr. fram til år 2000. Fyrimunir vid kolakraftverki Eyðfinn Egholm visti síð ani å teir fyrimunir, sum eru við einum kolakraft- verki í mun til ætlaðu vatnmegiútbyggingina: 1. Samlaði kostnaðurin verður bert 1/5 av kostn- aðinum fyri vatnmegiút- byggingina. 2. Eitt 20 MW kola- kraftverk kann beinan- vegin framleiða 50% meira el-orku enn vatn- megiútbyggingin, og til ein nógv bíligari kWh- pris. 3. Kolakraftverkid kann leggjast nær brúkaran, og ger hetta, at tær longu dyru el-linjurnar frå t.d. Eiði og Vágum verða ó- neyðugar. 4. Avlopshitin frá kola- kraftverkinum kann nýt- ast til upphitingarenda- mál, og á henda hátt spara landinum 12—18.000 tons av innfluttari olju. Henda nøgd svarar til umleið 1/4 av oljunegdini, ið fiski- skapunum terva í dag. 5. Vatnorkan í Føroyum er ógvuliga avmarkað, so at vit undir ellum umsteð- um skulu byggja kol-/ olju-kraftverk, um ikki vind- og/ella aldukraft- verk koma okkum til hjálpar. Trúgva vit uppá tilik verandi orkukraftverk í nærmastu framtíð, t.e. 10—20 ár — tað trúgva vit upp á og hava vit skilt at so ger eisini SEV — tá er tað figgjarliga og um- hvervisliga skilaleyst yv- irhevur at umhugsa ætl- aðu vatnmegiútbygging- ina. 6. Egið kol kann nýtast í ein vissan mun, soleiðis at kolanámini á henda hátt verða umsitin. (Egið kol verður annars bert at nýta i krepputid). Við hesum fyrimunum í huga, og tá vit vita, at kolanøgdin í heiminum er stór nokk til at nøkta allan heimsins orkuterv fleiri 100 ár framyvir, er eyð- sæð at kolakraftverk verður nýtt sum millum- stig í okkara el-orkufram- leiðslu, meðan vit fyri- reika okkum til at fram- leiða nýtiliga orku úr vindinum, segði Eyðfinn Egholm at enda. Hús til leigu Eini hús (umleið 155 kvm.) í Hvid- ovre (8 km frá Keypmannahavnar centrum) eru til leigu í eitt ár. Tey hava miðstovuhita og eru bjálvaði. Harnæst kann nevnast hvat fylgir við: ravmagnskomfyrur, køliskåp, frystiskåp, vaskimaskina, gólv- teppi, gardinur, sofa og tveir djúpir stólar. Telefon (01) 4344 38 sosialurin Nr. 56 — 21. juli 1979 | (5) STRANDFARASKIP LANDSINS 3800 TÓRSHAVN RHODOS * SKOTLAND 3 vikur Tað hevur eydnast okkum at fáa nøkur pláss til Rhodos afturat. Farið verður úr Føroyum 26. august, og steðgurin á Rhodos er í 14 dagar. Tær 4 næturnar steðgað verður í Skotlandi, verður gist í Aviemore, og tvær nætur í sovivogni mill- um Aviemore og London. Kostnaðurin er kr. 4.300,— fyri hvgnn, og her eru íroknaðar allar ferðaútreiðslur, hotellupphald, morgunmatur og døgverdi. Føroyskur ferðaleiðari verður við á ferðini. Nærri upplýsingar fåast við at ringja til feråamannadeildina hjá Strandferðsluni — tlf. 145 50, iokal KRING ÍSLAND Í 14 DAGAR Vit kunnu eisini bjóða eina ferð kring Ísland í 14 dagar við hesari skrá: 10. august: Við »Smyrli8 klokkan 23.59 til Seyðisfjarðar. 11. august: Í Seyðisfirði klokkan 18, og við bussi til Egilsstaðir, har gist verður á Hotel Egilsstaðir. 12. august: Koyrt verður suduryvir til Høfn í Hornafirði og framvið vøkru fjarðunum eystanfyri. Gist á Hotel Høfn. 13. august: Framvið strondini á Sudurlandinum, við útsýni yvir Vatnajøkul til Skaftafell Parkina undir Orafajøkull. Síðani yvir Skeiðarársand til bygdina Vik. Gist verður í Skogar á Edda Hotel. 14. august: Fri um morgunin tá møguleiki er at hyggja at tí høga Skógafossi. Seinnapartin útferð til jøkladalin Térsmørk. Gist verður aftur í Skogar. 15. august: Koyrt verður til Reykjavíkar framvið Heklu, gjøgnum bygdirnar Selfoss og Hvera- gerði, har vitjað verður í vakstrarhúsum við m.a. ananas- og banantrøum. Í Reykjavik verður gist á hotel Esju. 16. august: Frídagur í Reykjavík. Møguleiki er at skipa fyri ferð til Vestmannaeyar vid ferðaleiðara 17. august: Frí fyrrapartin ella ein busstúr kring Reykjavík. Seinnapartin til Þingvellir. Gist verður við Laugarvatn. 18. august: Fyrrapartin til Geysir og Gullfoss, síðani nordureftir gjøgnum Borgarfjørdin til Reykir, har gist verður. 19. august: Framvið Skagafirði, har vitjað verður í gomlu kirkjuni i Viðimýri, og á forngripasavn inum í Glaumbaer, til Akureyri har gist verður. 20. august: Frídagur í Akureyri. 21. august: Yvir Vaðlaheiði til Góðafoss og síðani til Mývatn, eitt tað vakrasta staðið í Íslandi við sera ríkum fuglalívi. Gist verður á Hotel Reynihlið. 22. august: Vitnýta allan dagin at hyggja at náttúruundrunum kring Mývatn, og gista aftur á hotel Reynihlið. 23. august: Vit vitja økid kring gosfjallið Krafla, og koyra síðani til bygdina Húsavík, har gist verður. 24. august: Fyrst verður koyrt runt hålvoynna Tjørnes til Ásbyrgi, ein hestaskógvaskaptur dalur — til Dettifoss, størsti fossur í Europa, síðani suðuryvir til Egilsstaðir, har vit aftur gista á Hotel Egilsstaðir. 25. august: Frá um morgunin. Seinnapartin koyra vit til Seyðisfjarðar, og fara við »Smyrli« klokkan 20.00. 26. august: Aftur á Havnini um eitt-tvey tíðina. Íroknað kostnadin er ferð og matur við >Smyrli“, allar ferðaútreiðslur í Íslandi, hotellgisting við morgunmati og føroyskur ferdaleidari! r rísurin fyri ferðina er 4.675,—. Nærri upplýsingar fáast á ferðamannadeildini hjá Strandferðsluni — tlf. 145 50, lokal 42, 43 ella 44.