mikudagur 25. juli 1979síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Landsstýris-
maður fingið
ketubræv
Eitt ketubræv, sum
byrjar við orðunum
alít á Harran og
hann skal ásanna
tað og lýsa tær
vegin» og annars
hóttir við deyða og
ødrum vanlukkum,
er farið at hava
sína gongd i
Føroyum.
Millum tey
seinastu, sum hava
fingið eitt avrit av
hesum óhugnaliga
brævi, er ein lands-
stýrismaður. Hann
ætlar ikki at gera
eftir boðunum í
brævinum! «Eftir-
sum ketan má
ferðast kring
heimin, mást tú
gera 20 eintøk eins
og hetta. Send tey
til vinir, foreldur og
fólk, tú hevur
samband vid.»
Landsstýrismaðurin fekk
sitt bræv leygardagin.
Brævið er sent í Føroyum
og poststemplað í Havn
20. juli.
Brævið byrjar við
hesum orðum:
«Lit á Harran og hann
skal ásanna tað og lýsa
tær vegin.»
Síðani verður sagt í
brævinum, at tað upp-
runaliga kemur úr
Hállandi og hevur ferðast
9 ferðir kring heimin. Og
so stendur:
<Eydnan er nú givin
tær. Tú fært eydnuna við
tær 4 dagar eftir, at tú
hevur fingið hetta bræv,
treytað av, at tú sendir
tað víðari.
HETTA ER ÍIKKI
SKEMT. Tú fært eydn-
una við postinum. SEND
ONGAN PENING , tí hon
er ókeypis. Legst ikki á
brævið. Tú mást lata tað
frá tær, áðrenn 96 tímar
eru lidnir frá tí, tú fekst
tad.»
Niggju dagar
aftanå doydi hon
Í brævinum eru nevnd
nekur demi um navngivin
fólk ymsastaðni í heimin-
um, sum annaðhvert hava
fylgt boðunum um at
senda brævið víðari ella
látist sum onki.
Eitt dømi:
<Carlo Deditt, ein
skrivstovumaður, fekk
ketuna. Hann gloymdi at
senda hana víðari og fáar
dagar seinni misti hann
arbeiðið. Hann leitaði
brævið fram aftur og
sendi tað til 20 fólk.
Fimm dagar seinni fekk
hann eitt betri arbeiði.
Helen Fairchild fekk
ketuna, men tá hon ikki
trúði slíkum, tveitti hon
brævið burtur. Níggju
dagar seinni doyði hon.»
Hóttanir
Tann ketan, sum nú er
komin til Feroya, stavar
frá einum trúboðara í
Venezuela.
Í samreðu við 14.
September fyri einum
mánað síðani sigur fútin,
at tey, sum fáa slík
ketubrev, eiga at tveita
tey burtur og látast sum
einki.
Hann sigur, at vanlig
ketubrev eru ikki ólóglig,
men í hesum eru hóttanir
og tað er revsivert.
A
90 fólk í Koltri
Tað hava helst sjáldan verið so nógv fólk úti í Koltri sum
seinasta sunnudag. Ein maður úr oynni skipaði fyri út-
ferðum hendan dagin og undirtøkan var sera góð, 90 fólk
vóru við.
Veðrið var av tí besta og útsýnið frálíkt uppi á oynni.
Fólkið bleiv flutt við báti úr Velbastað og tey seinastu
høvdu ein nakað ótespiligan túr yvirum = tey vóru nakað
sein á sjóvarfallinum.
Á myndini kemur tann seinasti báturin at lendingini í
Koltri.
Tórshavnar býráð er
longu byrjað at pynta
høvusstadin við littum
ljósum. Á horninum
Bøkjarabrekka — R. C.
Effersøesgøta hava
teir sett eini fimti grøn,
reyð og orangilitt ljós
upp, sum blinka. Aar-
vegurin bíða teir við at
pynta til á 6lavsøku,
men orsakað av orku-
sparingini ætla
eisini at lata
blinka.
teir
hesi
blaðið, sum hýsir
øllum meiningum
Óli í Áarstovu
Gg
Nú vóni eg ikki at øll
flakavirkini i Føroyum
fara at fylgja ráðunum
frá Sonna Smith, sum
fortaldi fólki, at nólsoy-
ingar hevdu keypt eina
maskinu at kroysta
slógv burtur úr farsi.