Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-07-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1979síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 sosialurin Nr. 58 — 28. juli 1979 Barn i Føroyum I NR NE Tað er barnaár og sum vera man eitur ólavsekuframsýtiing- in hjá Fornminnis- savninum í ár Barn í Feroyum. Hetta er ein foto- framsýning við bæði nýggjum og gomlum myndum. Dentur verður lagdur á at vísa steðuna hjá fer- oyskum bernum bæði nú og fyrr. Allar tær nýggju myndirnar hevur danin Ole Wich tikið og tær eru tikn- ar í vár ymsastaðni í landinum. Framsýningin er opin á ólavseku kl. 15-21. Hon verður hangandi til 15. august og aftaná ólavseku er hon opin hvenn dag kl. 15-18. Orkney Folk á Doktara- grund The Orkney - Folk hava konsert í Sjón- leikarhúsinum ólav- sekuaftan kl. 21. Olavsøkudag er meiningin, um viðrar, at tey skulu spæla á Doktaragrund. Byrjað verður kl. 17 og tað verður bæði dansur og konsert, tað avgera fólk sjálvi. Tað er meguligt, at Niels Husums Quin- tet, sum kemur til Feroya henda dagin, eisini spælir á Dokt- aragrund. Skansa- stovu- teiti Olavsøkudag kl. 14 og 16 framfera skansastovulimir teitið >Við ungdómin- um skal landið byggj- ast<. Heitið sipar til ófriðin í miðbýnum í Havn fyrr í summar, tí teitið er fyrst og fremst um ungdóms- viðurskiftini í Havn. Í teitinum eru leik- ir, sangir, upplestur og dramatikkur. Leita lítið á nýggjar leiðir Tað eru ikki tær stóru broytingarnar, sum eyð- kenna Ólavsekuframsýn- ingina í Listaskålanum. Listarfólkini eru flestu tey somu og stílur og motiv kennast aftur. Tað má åsannast, at før- oysk listarfólk leita lítið nýggjar leiðir. Framsýn- ingin er avgjert ikki merkt av roynandi, ímyndandi ella meiri viðkomandi list. Í flestu forum mynda tey 45 listarfólkini tað, sum vit síggja við berum eygum í eini meira og minni neyvari útsjónd í skiftandi litspæli eftir huglagi og innihaldi. Tey 180 listarverkini fáa bert í minni mun áskoðaran at hugsa víðari — at leita aftur í huga- heimin. Men við hesum er tó ikki sagt, at listarverkini í sínum sniði ikki eru góð. Vit finna frálík og hugtak- andi verk, sum fáa kenslur at hitna. Verkini hjá Jógvan Kjølbro og Térbjørn Olsen fáa ein at steðga á. Jógvan Kjelbro, sum ikki hevur luttikið áður í Olavsøku- framsýningini, hevur gjørt nøkur frålik avrik í jarni, sum eru sjåldsom innan føroyska list. Av ti seinra hava vit ådur bædi sæd målningar, tekningar og skøvmyndir. Hesu ferð eru målningar- nir upp aftur betur. Tað er eitt flog yvir teimum. Onkur vil kanska halda, at litirnir eru nakað kaldir, men samansetingin er frá- lík. Annars eru teir flestu av teimum eldru og festu luttakarunum við. Verk teirra kennast í flestu ferum aftur. Onkur hevur broytt litir og form, men spurningurin er, um nakar hevur verið meira heppin á síni leið. Olavsøkuframsyningin, sum øllum stendur í boði at luttaka á, vil altíð vera Tað er eitt | gå flog yvir | málningunum | hjá Torbjern Olsen - misjevn. Tað sigur seg sjálvt, men hon vísir undir einum, hvussu feroysk list tekur seg út, og á hesi framsýningini kunnu met- ingar gerast um, hvenn veg rákið innan føroyska list ber. Framsýningin er opin í dag — 6lavsøkuaftan — í morgin, mánadagin og týsdagin og aftur næsta leygardag og sunnudag. Allar dagarnar frá kl. 14.00 til kl. 18.00. Eins og árini framman- undan eru skránnar tal- merktar og seinasta dagin verður drigið og fær vinn- arin hevi at keypa list fyri 2500 kr. av tí, sum eftir er. jo-mo »Bossurin« Ein ungur arbeids- maður í USA í teim- um kreppuraktu 30- unum letur taka uppá seg fakfelagsarbeiði. Sjálvt um hann aldri hevur arbeitt sum bil- GHM í dag GHM spælir á Kongabrúnni í dag kl. 17.15. Tá tónleik- urin hevur ljómað í trý korter, verður farið í skrúðgongu niðan í Kommunu- skúlagarðin og har verður aftur tikið til ljóðforini og spælt í hálvan tíma. ferari, byrjar hann í fakfelagnum hjá bil- førarunum, har hann skjótt fær nógvar limir til at tekna seg. Hann letur fólki hjá sær fara í verkfall fyri at fáa betri ar- beiðskor og lenir. Men dysturin verður harður, tí mótsteðu- menninir skýggja einki, og tí må »boss- urin« fara ólógligar vegir fyri at vinna. Men skjótt verður hann fangaður í sín- um egnu ólógligu gerðum, og hann má koyra fakfelagið hjá sær undir trýsti frá undirverðini. Leiklutin sum »bossurin« hevur Syl- vester Stallone, sum eisini gjørdi filmin »Rocky«. Filmurin verður sýndur í Leikhús Bio. Studentakabarettin viðger m.a.: Samgonguslitið, Kammerat Jesus, Tjaldið, SEV, Sjónvarpið Í Sjónleikarhúsinum á ólavseku Aftur í ár verður tann van- liga studentakabarettin hildin á Olavsøku og sum vant í sjónleikarhúsinum. Tað eru nógv ár síðani, at Studentakabarettin gjerd- ist fastur táttur í ólav- sekuhaldinum. Bert okk- urt árið hevur glopp verið, har 6lavsøkugestirnir måttu vera kabarettina fyriuttan. I år eru gjørdar rætti- liga nógvar fyrireikingar til kabarettina. Umleið 20 fólk luttaka við sketchum og sangi. Nøkur av evn- unum, sum tey viðgera, eru aktuel mál, sum hava verið frammi í Feroyum hesa seinastu tíðina. M.a. kann nevnast: samgongu- slitið, Kammerat Jesus, Tjaldið við Leynarvatn, vatnorkuútbyggingin hjá SEV, sjónvarpið í Feroy- um og mangt annað. Eis- ini verða framferdir nakrir tættir. Kostnaðurin er 20 kr. og kabarettin varir í góð- an tíma. Hon verður fram- ferd ólavsekuaftan kl. 17 og 19, 6lavsøku dag kl. 18 og 19, mánadagin kl. 17 og 19, og verður síðani fram- ford aftur týskveldið. Tað er hitt foroyska Studenta- felagið í Keypmannahavn, sum skipar fyri kabarett- ini eins øll hini undar- farnu árini. Frá seinastu kabarettini