mikudagur 1. august 1979síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
14720
| 76, 3800 Tórshavn
yrfinn Smitl
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hogni Djur ,
Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Bladmenn
ro
Johann
I ingvar
„VS 1
Pr
F Sostalurin
£
Eg
Prent
[ Dpsetin
Dimmalætting
Bráðfeingisloysn
Í EINUM skrivi til javnaðarflokkin og
tjóðveldisflokkin fyri stuttum segði
fólkaflokkurin frá, at hann undir
ávísum treytum vildi ganga við til, at
ein nevnd varð sett at kanna sigling-
armálið og geva tilmæli í hesum.
FYRRA TREYTIN var, at hinir báðir
flokkarnir vildu ganga við til at boða
frá, at landsstýrissamarbeiðið helt
fram. Seinna treytin var, at hinir báðir |
flokkarnir vildu ganga við til, at finna
eina líkliga loysn fyri fiskiskipaflotan.
OKKARA STOÐA var, at nevndin
fyrst var sett, at vit kendu úrslitið av
arbeiðinum og hverja lagnu hetta mål
fekk, áðrenn støda varð tikin til fram-
haldandi samarbeiði við fólkaflokkin.
Hetta vildi fólkaflokkurin ikki, og tí
kom hin treytin ongantíð til umrødu.
HVAT EIN nýtilig loysn er í fólka-
floksins eygum hava vit so heldur
ikki fingið at vita, men kortini ber til
at gita, at flokkurin vil veita vinnuni
stórri almennan stuðul, og at pening-
urin til hendan stuðul annaðhvort
verður fingin til vega við hægri tolli
og skatti ella við niðurskurði í
almenna virkseminum. Hetta er jú
tann traditionella fólkafloksleiðin.
MEN SLÍKAN loysning kann
javnaðarflokkurin ikki góðtaka.
Sjálvandi eru vit fyri at loysa trupul-
leikarnar hjá vinnuni, men spurning-
urin er, hvussu hesir trupulleikar eiga
at verða loystir. Í 6lavsøkurødu síni
segði løgmaður frá, at javnaðarflokk-
urin kemur við uppskotum um,
hvussu hesir trupulleikar kunnu
verða loystir.
TAÐ AT VEITA stórri almennan
stuðul kann bert koma uppá tal sum
eitt bráðfeingis tiltak, meðan aðrar
betri og meira varandi loysnir mugu
finnast. Javnaðarflokkurin hevur
sína hugsan um eina bráðfeingis
hjálp og meira varandi loysnir og
leggur flokkurin meira dent á tær
varandi loysnirnar. Fleiri av teimum
tiltøkum, sum javnaðarflokkurin vil
mæla til at seta í verk, eru bæði
radikal og ótraditionell. Men í fyrsta
umfari skulu vit haa semju um eina
bráðfeingishjálp. Vónandi fer hetta at
eydnast.
AA AAA AAA
rr ————————…—ree
sosialurin Nr. 59 — 1. august 1979
»SPORENE SKRÆMMER
Nú skilji eg ikki sam- ein av teimum, sum læt stemmaðu so uppá henda sambandsins valsigri,
bandsflokkin longur. Eg
má innremma, at eg var
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
meg lokka til at stemma
uppá sambandsflokkin
seinast, men eg helt, at tað
skuldi vera fyri at fáa
javnaðarflokkin aftur at
arbeiða saman við sam-
bandinum. Soleiðis for-
stóð eg teir sambands-
menn, sum eg tosaði við.
Teir segdu allir tað sama
— tað var altíð møguligt
at venda aftur til javnað-
arflokkin seinni, tá ið
hann kom í landsstýri
saman við sambands-
monnum.
Eg og alt mítt hús
flokkin, sum vit annars
ikki hava valt í meira enn
tjúgu ár.
Men nú frætti eg, at tað
skal vera samgonga mill-
um fólkaflokkin og sam-
bandsflokkin — eg má
siga, at við tankan um tað,
fer mær kalt niður eftir
rygginum. Eg komi at
hugsa um tað ræðuligastu
tíðina i Føroya søgu, tí ið
Kristian Djurhuus sat
sum sambandsløgmadur.
Annar hver maður mátti
av landinum at arbeiða.
Skal tað verða úrslitið av
haldi eg meg vera snýttan,
og tað hevur verið følsk
agitation ferd í minari
familju, og har eg búgvi,
av sambandsfólki her í
Havn.
Eg havi, ið hvussu so er
gjørt av, ikki at velja sam-
bandsflokkin aftur.
Við at hugsa aftur til ta
tíðina, tá ið teir sótu við
valdið saman við fólka-
flokkinum, ræðist eg
sporini eftir teir tá, vóru
ov fúl.
Sambandsveljari einaferð
TEIR BIÐJA OG TEIR SKULU FÁA
Politiska uppgávukona
Óla Breckmanns, Hákun
Djurhuus og sambands-
blaðstjórin G. L. Samuel-
sen, best kendur sum ser-
freðingur innan illnatni og
persónsjagstran, hava nú í
vikur í felag grátið kroku-
dillutár um eina sokallaða
vinnulívskreppu, og um
javnaðarfloksins tervandi
fatan av stødu vinnunar.
Tað er undrunarvert, at
henda borgarliga greipa so
ósmæðin hættir sær at
elva til tjak um vinnulívs-
politikk javnaðarfloksins
mótvegis tí armóðspoli-
tikki, ið sambands- og
fólkaflokkurin hava at
vísa á.
Vit, sum eru komin eitt
sindur uppí árini, minnast
enn tey neyðarár í segu
okkara, tá hesir hegra-
flokkar í verki vístu hver
teirra vinnulívspolitikkur
var. Vit minnast alt ov
væl, tá fólkaflokkurin
hevði politiska, fíggjarliga
og vinnuliga valdið í land-
inum. Beisku royndir okk-
ara frá tí tíðini minna okk-
um alsamt um, hvussu
neyðugt tað er fyri per-
sónliga og vinnuliga fræls-
ið, at fólkaflokkurin ong-
antíð aftur, hvaðna verri
nú undir leiðslu Óla Breck-
mans, sleppur at nýta sín
vinnulívskur móti arbeiðs-
og fiskimonnum. Í hálv-
trýssunum fekk verka- og
fiskimannafjøldin aftur
ein kur av tí hálovaða
hegrasnaraða vinnulívs-
politikkinum. Hesin kurur
teirra borgarligu var stutt
og gréitt at steðga vinnu-
hjólinum, noyða fólkið í
arbeiðsloysi og av landin-
um.
Hjálparloysi samband-
sins og fólkafloksins í
vinnulívsmálum elvdi til
at fjøld av teim meint
raktu verkafólkunum
fylktust um javnaðar-
flokkin og hansara ávís-
ingar av, hvussu vinnu-
hjólini aftur kundu koma í
gongd. Við valið í 1958,
tá veljarafjeldin so dyggi-
liga tók saman um javnað-
arflokkin, eydnaðist at
broyta vanligu hugsanina
um, hvat hugtakið vinnu-
lívið veruliga fevnir um.
Fyri teir borgarligu hevur
tað ongantíð verið nakar
ivi. Vinnulívið og vinnu-
lívspolitikkur er fyri teim-
um eitt stríð um avskriv-
ingar, skattafyrimunir og
profittur hjá einum út-
valdum bólki av rík-
mannabjelgum. Móti hesi
hugsan stendur javnaðar-
flokkurin við sínum ó-
troyttiligu ávísingum um,
at vinnulívið, tess kor og
tann almenna vælferðin er
treytað av fatanini um at
vinnan fyrst av ellum er
tey sum arbeiða, framleiða
og skipa fyri. Fyrst tá
henda hugsan av neyð
varð góðtikin av teimum
borgarligu bar til at seta í
verk tiltøk, sum vóru
grundað á javnaðarloysn-
ir, loysnir sum forðaðu
fyri, at tað vinnandi fólkið
av tí óviðkomandi orsek-
um varð tveitt út í
arbeiðsloysi.
Ein skilir væl, at G. L.
S. og Hákun Djurhuus
eftirlýsa loysnum frá
javnaðarflokkinum til at
loysa teir trupulleikar,
sum vinnan stendur í.
Hetta vísir bert enn eina-
ferð, at teir í politisku
neyð síni eru fullgreiðir
yvir, at skulu skilagóðar
loysnir finnast, so mugu
tær koma frá jvnfl. Í hes-
um hava teir allan rættin,
serliga tá ein sær, annað
var heldur ikki væntandi
at einasta avrik teirra
higartil hevur verið gjøgn-
um panikkkendan ótta at
ræða og sáa misálit á
meguleikar tjóðarinnar.
Við báðum beinum á
jørdini og í fullum áliti til
egnar og tjóðarinnar
meguleikar, fer jvnfl. at
vísa á at her er ongin
grund til panikk.
Partar av fiskiflotanum
eru í letuni í rakstrar-
trupulleikum orsakað av
hækkaðum oljuprísum.
Men vit eiga at geva
gætur, at tað sum eyð-
kennir eina kreppu eru
selutrupulleikar og harav
vinnuloysi. Feroyar hava
ongar selutrupulleikar og
onki arbeiðsloysi. Fiski-
floti okkara er sum heild
vælutgjørdur og tíðar-
hóskandi. Tað sum nú er
uppgávan, er at útvega
loysnir, ið tryggja at
vinnuhjólini ikki steðga,
meðan bíðað verður eftir
at tey ótryggu orkuviður-
skiftini aftur koma í eina
fastari legu. Hesar loysnir
hava sambands- og fólka-
flokkurin í politisku neyð
síni biðið jvnfl. um at
finna, og tað fer hann
sjálvsagt eisini at gera, tí
jvnfl. veit sum er, at tekur
hann ikki eisini hesaferð
um endan og vísir á
gongdar leiðir, kemur tað
fyrst av ellum at nerva
livikorini hjá arbeiðs- og
fiskimonnum.
Peyotl
Heimaseymirska
søkist beinanvegin
Firma Hans Joensen
tlf. 11217