Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 60 — 4. august 1979 Hilmar Bech, næstformaður tingsins: sosialurin Síða 5 Formansskapurin visti ikki um tiðindafundin — tingkvinnurnar hava biðið um skrivliga frágreiðing um, hverjar reglur eru galdandi viðvíkjandi nýtslu av tingsalinum — Formansskapurin hev- ur ikki fingið nakra áheit- an um at geva loyvi til at halda tidindafund í løg- tingshúsinum. Hvussu tað er farið fram, er formansskapurin ikki greiður yvir. Hetta sigur næstfor- maðurin í legtinginum, Hilmar Bech, í samband við, at danska fíggjar- nevndin hevði tíðindafund í legtingssalinum týsdag- mm. — Hevur formansskap- urin åtalad hetta? — Vit hava tosad um tad aftanå, at vit hoyrdu i Utvarpinum, at tidinda- fundur hevði verið. Hilm- ar Bech upplýsir, at ting- sins formansskapur hevur givið tilsegn til, at ein fundur millum legtingsins figgjarnevnd og lands- stýrið og donsku fíggjar- nevndina kundi vera í tinghúsinum. — Hetta var ikki bein- leiðis ein tingfundur. Men hetta var ein fundur, sum var beinleiðis í samband við politiska arbeiðið mill- um Feroyar og Danmark. Kvinnurnar vilja hava greitt svar Tær báðar løgtingskvinn- urnar, Jona Henriksen og Karin Kjelbro, hava mót- mælt, at tinghúsið bleiv brúkt til fundirnar hjá donsku fíggjarnevndini týsdagin. Tær sendu hósdagin so- ljóðandi opið bræv til formansskapin i løgtingin- um: Hin 6. april i år sendu undirritaðu saman vid Ingrið Sondum, táver- andi legtingslimi, skriv til formansskapin við á- heitan um at lána ting- húsini í døgunum 18., 19. og 20 mai við ti í hyggju at halda skeið fyri kvinn- um úr øllum flokkum i samband við barnaárið. Hin 21. apríl sendu vit nýggja áheitan, eftir at vit havdu frætt frå onkr- um tingmanni, at avgerð var tikin um ikki at játta okkum tinghúsini. Hin 23. svarar Hilmar Bech, legtingsformaður Frá tíðindafundinum í legtingshúsinum. Formansskapurin visti av ongum, fyrrenn hann hoyrdi um fundin í Utvarpinum skrivliga, at formans- skapurin saman við floksformonnunum hev- ur viðgjert málið, og at semja var um ikki at ganga umsóknini á meti. Tessvegna fóru vit flaggdagin undir at savna undirskriftir mill- um legtingsmenninar til frama fyri kvinnutingið. Sum kunnugt skrivaðu meirlutin av tingmonn- unum undir hesa áheitan eins og meirlutin av floksformonnunum. Kortini endaði hetta mál við, at vit munnliga frættu, at fyrsta avgerð- in stóð við. Hin 31. juli í ár fer fram fundur í legtings- salinum millum fer- oysku og donsku fíggj- arnevndina og aftaná henda fund tíðinda- mannafundur við donsku figgjarnevndina eisini í legtingssalinum. Vit vita øll, at ting- húsini gjegnum tidirnar hava verið brúkt til mangt og hvat. Í sam- band við umsókn okkara kom tó fram í bleðunum, at nú hevði formans- skapurin gjert av, at í framtíðini skuldu ting- húsini einans brúkast til tingfundir. Vit loyva okkum nú at biðja um eina skrivliga frágreiðing um, hverjar reglur eru galdandi við- víkjandi nýtslu av ting- salinum, hver hevur gjert hesar reglur, og hver umsitur tær. Maðurin seldi henni seðilin Tað bleiv Hildigunn Serensen, sum vann bilin, Tórshavnar ítróttarráð burturlutaði á ólavseku. Og tað kann hon takka manni sínum fyri. Tað var nevniliga hann, sum seldi henni seðilin nr. 04856. Tað vóru fleiri ídnir selumenn. Zacharias Wang seldi í Niels Fin- sensgetu á ólavseku. Hann seldi 500 seðlar ólav- sekuaftan og 400 ólav- sekudag! Á myndini handar Kurt Hansen, formaður í Tórs- havnar ítróttarráð, Hildi- gunn bilin. kring oyggjarnar Tablettirnar stóðu eftir í Klaksvík Tær vandamiklu ta- blettirnar, sum vórðu eftirlýstar í Utvarpin- um týsdagin, komu skjótt afturíaftur. Stutt eftir, at politiið gjøgnum Útvarpið hevði boðað frá, at tvær taskur, onnur við tablettum, vandamikl- um fyri tey, sum ikki hava tær fyri neyðini, vóru tiknar umborð á Dúgvuni, boðaði starvsfólk hjá Strand- ferðsluni í Klaksvík frá, at taskurnar vóru funnar har í keiini. Eigarin hevði gloymt at tikið tær við sær um- borð á Dúgvuna! Suðurvarði misti eina viku Arbeiðið við at umvæla eldskaðan á Suður- varða er byrjað og verður liðugt í næstu viku. Tað var meiningin, at Suðurvarði skuldi fara til Grenlands á rækjuveiðu í gjár, men hann verður nú seink- aður eina viku. Tað vísti seg við nærri kanningum, at framsíðan av brúnni var buglað av hitanum, sum stóðst av eldinum. Hetta verður tó ikki umvælt í fyrstu syftu,, Tað er enn ikki greitt, skaðin verður goldin. Tá vit hevdu samband við Tryggingarsambandið hósdagin, var enn ongin frágreiðing kom- in frá reiðarrínum hvussu Feroysk list í Pier Gallery Mikudagin læt einkjan eftir Eric Linklater, major, upp eina fer oyska listaframsýning í The Pier Gallery í Stromness i Orkn- oyggjunum. Á fram- sýningini eru 45 lista- verk eftir S. J. Mikines, Steffan Danielsen, Tummas Arge, Ingálv av Reyni, Zacharias Heinesen og Janus Kamban. The Pier Gallery er ein nýggjur listaskáli og feroysku listamenn- inir fingu tann heiður at vera fyrstu útlend- ingarnir, sum sýna har The Pier Gallery er innrættað í einum gomlum pakkhúsum við havnina Strom- ness. Har eru umframt eina fasta framsýning av nútíðarlist, heli til skiftandi framsýning- ar. Tað er Sofus Olsen úr Havn, sum hevur fingið feroysku fram- sýningina í The Pier Gallery í lag. Framsýn- ingin -er opin til 18. august. Norrøna felagið í Íslandi skipað fyri trimum Føroyaferdum í summar Eini 70 fólk hava tikið lut í Feroyaferðunum hjá Norrena felagnum í Íslandi í summar. Tríggjar ferðir hava verið. Tann fyrsta var um jóansekutíðina og luttakararnir í síðstu ferðini fóru heim við flogfarinum hósdagin. Hver ferðin hevur varað 8-10 dagar. Formaðurin í >Norr- æna félaginu í Is landi«, Hjálmar Olafs- son, var ferðaleiðari fyrstu og triðju ferðina. Hann sigur, at felagið í nøkur ár hevur skipað fyri Feroyaferð- um av og á. — Men í ár legdu vit serligan dent á hesar ferðirnar. Og aftur hesaferð fingu vit ser- stakliga góða hjálp frá hjúnunum Hallgerð og John Sivertsen á Ferðamannaheiminum Fráhald. Vóru tey ikki so blíð og vinarlig, hevði tað ikki borið til at havt ferðirnar so bíligar, sum tær blivu, sigur Hjálmar Ólafs- son. Teir tríggir hóparnir hava flogið millum londini. Í Feroyum hava tey koyrt Streymoynni og Eyst- uroynni. Tey hava eis- ini verið í Klaksvík og Viðareiði. Summi hava eisini verið í Sand- oynni og Suðuroynni. Í Havnini hava tey vitjað sevn og onnur merkissteð. Hjálmar Ólafsson sigur, at luttakararnir vóru nógvastaðni frá úr Íslandi. Hóparnir fingu gott veður og all- ar ferðirnar eydnaðust væl. — Tað hevði verið væl, um frændur størri mun vitjaðu hvenn annan á henda hátt 1