leygardagur 4. august 1979síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Klandur
Framhald frá síðu 4
royndarsteð og ein búnað-
arskúla vera Heygsgarð í
Kollafirði. Grundgeving-
arnar fyri hesum eru m.a.:
Royndarsteðin liggur
servicemessiga best fyri í
Kollafirði. Konsolenttæn
astan eigur at verða knýtt
til eina royndarsteð og
tann undirvísing, sum
verður neyðug, kann lætt-
ligast fáast frá útbúnum
fólki, sum annars starvast
í Havn. Heygsgarður
liggur úti á bygd, men tað
er skjótt at ferðast aftur
og fram til Havnar. Sum
heild kann sigast, at garð-
urin geografiskt er væl
plaseraður. Eisini er garð-
urin harmoniskt bygdur.
Hann hevur væl betri
lendi enn garðarnir í
Streymnesi og Skálavík.
Harafturat kemur, at
veðurlagið í Kollafirði
hóskar betri til eitt roynd-
arbrúk enn í hinum pláss-
unum
— Er tað tín persónliga
meining, at royndarsteðin
skal liggja í Kollafirði?
— Eg havi onga persón-
liga meining í hesum máli.
Sum málið hevur
gingið, ynski eg bert at
fylgja tilmælinum frá
tinginum, einki annað.
hett
netta
Sakkena hjálp
— Tann sakkena hjálp vit
hava fingið frá íslending-
inum, er hon nóg mikið til,
at landsstýrið nú kann
taka steðu?
Hvussu nógva sak-
kena hjálp skulu vit hava.
Málið hevur verið meira
enn tríggjar ferðir í felog-
unum. Og bæði Bóndafe-
lagið og Búnaðarfelagið
hava biðið um at flyta
royndarsteðina norður á
Heygg)
Tad er ju heilt låturligt,
at ein nevnd fyri og onnur
ENDURSKIN
livstrygging
fyri gangandi
Í klaki FYRI
TT de
ii
eftir skulu avloysa hverja
aðra bert fyri at finna tað
rætta plássið at leggja
steðina og skúlan á. Hetta
verður bara gjert fyri at
einki skal henda.
Liðugt projekt
Og D. P. Danielsen heldur
fram: — Tað var annars
gjert eitt liðugt projekt til
eina royndarsteð í Hoy-
vík, men so vildu Búnað-
arfelagið og Bóndafelagið
hava steðina norður á
Heyggj. Síðani er einki
meira hent í málinum.
Mín áskoðan er tann, at
hetta mál hevur verið við-
gjørt heilt ert alla tíðina.
Tað, sum vit nú hava
gjørt, er at biðja ein
fremmandan gera kann-
ingar av fleiri plássum í
Feroyum. Og tað er hetta
tilmælið, sum vit nú skulu
taka stødu til.
Deydsdømdur
— Metir tú, at ein roynd-
arsteð og búnaðarskúli
eru ein treyt fyri, at vit
kunnu menna landbún-
aðin?
—Tað er heilt vist, og
tað nyttar púrt einki at
tosa um nakað annað.
Hava vit ikki eina muna-
góða royndarsteð og eina
útbúgving til fólkið, sum
skal starvast innan hesa
sosialurin
vinnu, tá er hesin stættur
deyðsdemdur. Tað nyttar
heldur ikki petti at oyðsla
pening til jarðarbrúkið, tá
bæði royndarbrúk og út-
búgving verða forsemd.
Vit spurdu at enda
búnaðarmálaráðharran,
um tað hevur skund, at vit
fáa royndarsteðina og
búnaðarskúlan. Til tað
svarar hann:
— Nei, tað hevur als
ongan skund. Nú hevur
tað bíðað í hundrað ár, og
so kann tað jú bíða
hundrað ár afturat. Eitt er
vist, og tað er, at tað er
einki annað enn klandur,
sum er orsekin til, at hetta
málið hevur ligið á láni í so
nógv ár, endar D. P.
Danielsen, landsstýris-
maður.
Um tit skulu brúka stál til tak ella veggir,
so kann eingin velja annað enn ASJ 20.
Tjúgd 0,45. Lakerað á báðum síðum.
Fæst í fleiri litum.
ASJ 20 stálklædningur & tak
v/ 200 my plastisol
P/f Sandavágs Timburhandil
Tlf. 32701 — 32402
3812 Sandavågur
Nr. 60 — 4. august 1979
MADUR HEVUR
VANDAN
VID-— SUM IKKI AKTAR
KOYRISID!
ff Ráðið Fyri Ferðslutrygd
blaðið, sum viðkemur øllum
— eisini tær
Spyrjið eftir prísum
og tit verða bilsin