Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. august 1979síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Danska figgjarnevndin í Føroyum: Høvdu bert eitt korter til Klaksvíkar sjúkrahus — men heilar dagar og nætur til ein gamlan bóndagarð og eina skipasmiðju, skrivar BT í grein undir yvirskriftini »Den helt, helt store farce« Fíggjarnevndin brúkti ein heilan dag til at hyggja eftir einum gomlum fer- oyskum garði av sama slagi, sum ein kann síggja á >Frilandsmuseet< uttan fyri Keypmannahavn. Men Klaksvíkar sjúkra- hús, sum statskassin letur studning til, kom við neyð og deyð á skránna. Eitt korter var sett av til vitj- anina har! Soleiðis skrivar danska dagblaðið BT um Feroya- ferðina hjá donsku fíggjarnevndini. Blaðið hevur tosað við tveir av nevndarlimunum, Jens Meller og Leif Glens- gaard. Jens Møller: — Tað kann jú hava ein ávísan týdning at tosa við ymisk fólk, men eg haldi, at tað er rættuliga týdn- ingarmikið, at vit hyggja at projektum, sum vit veita studning til. Síðani skrivar BT, at tað er eyðkennandi fyri ferðina hjá figgjarnevnd- ini, at hon hevur brúkt ein heilan dag og nåttina (!) vid å einari skipasmidju, sum ongin studningur verður latin til. Turistferð Báðir fólkatingsmenninir vísa á, at Feroyaferðin hjá figgjarnevndini meira líkt- ist einari stuttleika- og turistferð. Leif Glensgaard: — Tað líkist svarta ongum, at vit bert høvdu eitt korter á sjúkrahúsin- um í Klaksvík, sum kann gerast eitt danskt-for- oyskt problem. Tað eru játtaðar 7 mill. kr., men projektið verður eftir ell- um at dema fimm ferðir dýrari. Albertsen Formaðurin í donsku fíggjarnevndini, Kristian Albertsen, fær av at vita í greinini í BT. Um hann stendur millum annað: — Í royndum sínum at fáa ferðina at líkjast arbeiði fekk Kristian Al- bertsen í seinastu letu ein fund í lag millum lands- stýrið og legtingsins fíggj- arnevnd. Bæði fundurin og tíð- indafundurin aftaná eydn- aðust illa. Tað einasta konkreta, sum kom burt- urúr, var, at kvinnurersl- an í Feroyum mótmælti, at fundirnir blivu hildnir í legtingshúsinum. Og BT veit meira at siga um Albertsen og hansara »aktivitetir« í Feroyum. Vit taka eitt brot beinleiðis úr greinini, sum er skrivað av Grit Bendixen: Blandt de færøske myndigheder ser man med stadig mere undrende øjne på Albertsens aktiviteter. Bl.a. måtte man tage sær- deles kraftige midler i brug for at overtale ham til at forholde sig i ro, da Lagtinget åbnede man- dag. Lagtinget på Fær- øerne åbnes med en pro- cession fra Lagtinget til kirken. Det er en ca. 500 år gammel tradition, hvor kun de færøske myndig- heder deltager. Men Krist- ian Albertsen har både i skrift og i tale bebudet sin egen deltagelse i denne procession. Diskrete hen- tydninger fra færøske myndigheder om det uheldige i at bryde en 500 år gammel tradition prell- ede ganske af, og til sidst måtte sekretæren for det færøske finansudvalg bede Albertsen om at forholde sig ganske roligt og være blandt tilskuerne til denne procession. Og so skatt- gjaldarin Sum ikki einaferð, tå politikarar halda, pengar fara ov lætt, verður skatt- gjaldarin brúktur. Jens Møller: — Eg haldi ikki, tad er heppid, at pengarnir hjå skattgjaldarunum verða brúktir á henda hátt. Vit mugu hava eitt tjak um hetta, tá vit koma heim aftur. BT veit eisini at siga, at ongin kostnaðarætlan er gjørd fyri Feroyaferðina hjá fíggjarnevndini. Men hon kemur helst at kosta út í móti 100.000 kr. Hetta skal gjaldast yvir fíggjar- ætlanini hjá forsætismála- ráðnum við einari eyka- jåttan, sum figgjarnevnd- in sjálv skal góðkenna. Tikið blóð av hundum og kattum til sclerosis kanningar Eftir áheitan frá Medi- cal Research Council í London hevur lands- djóralæknastovnurin tikið blóð av 45 hund- um og 5 kattum. Blóðið skal brúkast til kanningar viðvíkj- andi sclerosis hjá fólki. Kannað verður, um meguligt samband er millum hesa duldu sjúku frá fólki og hundasjúku, kattapest og scrapia hjá seyði, sum ikki eru í Feroy- um. Fyrispurningar hesum viðvíkjandi úr Australiu, Onglandi og Sveríki eru svaraðir, verður upplýst í frá- greiðingini frá lands- djóralæknanum fyri tíðina 1. juli 1978 — 30. juni 1979. grótgoymslu Man Tórshavnar kommuna ætla at nýta hetta ekið til av at roykja. Mær dámdi hann betur, áðrenn hann legði Óli í Áarstovu 9 UM HB kom uppá 2—1, tá bólturin bleiv skotin við síðuna av ella í málið, er gingið upp fyri teim flestu, men um Smyril sigldi av Vági kl. 18 ella 20 sunnukveldið, eru tað framvegis fleiri, sum