mikudagur 15. august 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 63 — Mikudagur 15. august 1979
Jógvan Sundstein:
Havi vónir
um semju
Tann politiska steð-
an millum teir fyrr-
verandi landsstýr-
isflokkarnar —
fólkaflokkin, tjóð-
veldisflokkin og
og javnaðarflokkin
— var framvegis 6-
loyst, tá blaðið fór
til prentingar í gjár.
— Men vit royna at
koma til eina semju í dag
ella í morgin, hósdagin.
Vit halda framhaldandi
fundir, segði samráðingar-
leiðarin hjá fólkaflokkin-
um, Jógvan Sundstein,
við Sosialin í gjár. Og
hann hevði tá framvegis
vónir um eina semju.
Á fundinum seinnapart-
in í gjár skuldu fólkaflokk-
Bóndi á Heyggi í 44 ár
Niels Pauli av Steinum av Velbastað hevur í 44 ár verið
uppsitari á Heygsgarði í Kollafirði. Hann hevur ell hesi
árini ynskt at fáa garðin í festi. Tað hevur ongantíð
eydnast honum. Øll hesi árini hevur hann livað í óviss-
uni. Sum millum hamar og ambolt, sum hann tekur til í
prátinum inni í blaðnum.
Nú er talan um at Heygsgarður skal brúkast til
royndarsteð. Hetta heldur Niels Pauli vera ringa loysn.
Ti garðurin er ikki egnaður til royndarsteð.
Lesið á s. 6 og 7
urin og javnaðarflokkurin
koma við hver sínum upp-
leggi upp á loysn av
trupulleikunum.
Um trupulleikarnar
Sum Sosialurin hevur
skilt steðuna, so hevur
ikki verið tosað so nógv
um ígrípulig mál, men
meira um trupulleikarnar,
sum skilja fyrrverandi
samgonguna.
Tó hevur ferjumálið
verið kannað, og umboð
fyri Skála Skipasmiðju
vóru við á fundinum fyrst
í vikuni.
Skála Skipasmiðja
hevur gjert eitt uppskot
til eina ferju, men tað
verður, sum Sosialurin
hevur skilt tað, ikki góð-
tikið av teimum trimum
flokkunum, tí ferjan er ov
lítil og kann ikki nekta
tann tørv, sum er.
Líkt er til, at eingin av
flokkunum kann góðtaka
hetta uppskotið, sum er
tað stersta, ið Skála
Skipasmiðja kann gera,
uttan hon skal byggjast
út.
Hevur vónir
Jógvan Sundstein sigur
kortini, at hann hevur
vónir um, at tað fer at
eydnast at fáa eina semju
um tað, sum samráðst
verður um í letuni:
— Vit hava hildið tríggj-
ar fundir, og tað er einki,
sum beinleiðis bendir á, at
vit skiljast heilt skjótt í
øllum førum. Vit rokna ið
hvussu so er at kunna
samráðast nógv afturat
— Eru tað nekur ávís
mál samráðs verður um?
— Soleiðis sum vit sam-
ráðast nú, eru ikki nógv
konkret ting at tosa um,
av tí at vit hava eitt sam-
gonguskjal og eina sam-
gonguavtalu. Tí eru bara
nekur heilt fá punkt, sum
vit skulu koma til sættis
um.
— Skulu bæði
flokkurin og
flokkurin slaka?
— Vit skulu ið hvussu
er læra at skilja hvenn
annan
— Um ein semja fæst,
verða teir somu lands-
stýrismenninir hjá fólka-
flokkinum sitandi?
— Ja, um teir sjálvir
ikki siga seg frá. Mær vit-
andi halda teir fram
fólka-
javnaðar-
Enn er Ogjørligt at siga nakað
— Kann semja ikki fáast í landsstýrinum
um ábetur fyri fiskiflotan, er lítið útlit til,
at semja kann fáast um samgongu. Tað er
óforsvarligt, um roynt verður at brúka
vinnulívið sum gísli í samgongusamráð-
ingunum, sigur Atli Dam m.a. í viðmerk-
ing til Sosialin.
— Tað er 6gjørligt at siga
nakað enn. Samráðingar-
nar eru komnar so stutt
ávegis, sigur Atli Dam
upp á fyrispurning frá
Sosialinum, um hvussu
hann metir útlit eru fyri
eini semju um framhald av
landsstýrissamgonguni.
Víðari sigur Atli Dam,
at tað er givið, at tað eru
nógv mál í samgongu-
skjalinum, sum var so
breitt orðað, sum umreð-
ast mugu til tess at fyri-
byrgja, at slíkt ikki endur-
tekur seg.
Atli Dam metir tí, at
tað er neyðugt, at fara
gjøgnum alt samgongu-
skjalið undir samráðing-
unum.
Neyðugt við
bøtandi tiltøkum
— Í teirri aktuellu steðuni
hjå vinnulivinum er eisini
brådneydugt i landsstyr-
inum sjálvum at fáa
semju um bøtandi tiltøk.
Javnadarflokkurin leggur
stóran dent á, at lands-
stýrið beinanvegin kann
koma við uppskotum um
loysnir, sigur Atli Dam og
heldur fram:
— Tí eru samráðingarnar í
tveimum. Í sjálvum lands-
stýrinum verður samráðst
um skilabetur til fiskiflot-
an, meðan tað við síðuna
av verður samráðst mill-
um teir tríggjar flokkar-
nar um framhald av lands-
stýrissamgonguni. Atli
Dam sigur, at javnaðar-
flokkurin metir, at tiltek-
ini, sum skulu fremjast á
sín vís skuldu verið so
mikið politiskt óheft, at
ein loysn skuldi kunna
fingist í sjálvum lands-
stýrinum, uttan mun til
hvussu gongst við sam-
ráðingunum. Kann ein slík -
semja ikki rekkast, er lítið
útlit til, at semja kann
fáast um samgonguna.
Ikki ráð at bíða
— Javnaðarflokkurin
heldur seg ikki hava tíð
ella ráð at bíða nógvar
dagar við hesi loysn, skal
vinnan ikki steðga upp, og
metir, at tað er óforsvar-
ligt, um royndir verða
gjørdar at taka vinnulívið
sum gísli í samgongu-
samráðingunum. Fær
flokkurin varhugan av
slíkum ætlanum, so meti
eg, at vónirnar eru smáar
fyri semju, sigur Atli Dam
at enda.
ARNE
fi iger
Hus flutt av
+ -Dalavegnum
ut i Hornabø
Lesið á síðu 4
Jógvan
í staðin
fyri Hákun
Seinastu hevur
tað ikki verið Hákun
Djurhuus, men Jógvan
Sundstein, sum hevur
úttalað seg vegna fólka-
flokkin.
— Hvussu ber hetta
til?
— Hetta er bart út
eftir eina innanhýsis av
talu millum Hákun
Djurhuus og meg í síni
heild, sigur Jógvan
Vil tað so siga, at
tú myndar flokkin út-
tíðina
eftir?
Ja. í hesum fer
inum
Hevur hetta
taktiskan týdning?
hevur ein vissan ty«
at skifta persónarnar
Sé r K
KK nakr
Hákun Djurhuus
hevur v.e.o. ikki tíkið
seg aftur?