mikudagur 15. august 1979síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
JOHAN NIELSEN
stillar ikki upp aftur
Johan Nielsen ætlar ikki
at stilla upp til næsta
fólkatingsval.
Hann sigur í samreðu
við BT, at hann hevur
lovað konu sínari hetta
og at hann hevur boðað
javnaðarflokkinum í Fer-
oyum frá, at flokkurin
noyðist at finna eitt
annað valevni til næsta
fólkatingsval.
Johan Nielsen fylti 60
vár. Hann sigur við
BT, at hann er við at
verða ov gamal:
— Eg havi sitið í fólka-
tinginum síðani 1960 og
eg eri komin eftir, at teir
flestu av góðu vinum
mínum frá teirri tíðini
eru deyðir í 60-ára-aldr-
inum, hava teir ikki tikið
seg burturúr politikki í
tokum tíma.
Viggo Kampmann og
Jens Otto Krag góvust
og fingu nekur góð ár.
Men aðrir, Hækkerup og
Orla Møller til dømis,
eru deydir.
Eg havi heldur ongar
ætlanir um at bliva råd-
harri ella nakað tílíkt. Ti
vil eg gjarna hava nekur
góð ár sum prestur
saman við konuni og
barnabernunum.
Blívur verandi
niðri
Johan Nielsen er prestur
í Havdrup, sunnan fyri
Roskilde.
Hann sigur,, at hann
roknar við at blíva ver-
andi í Danmark eftir at
hann gevst í fólkating-
inum.
—Tað er fleiri presta-
embæti lýst leys í Fer-
oyum hesi seinastu árini,
men ongin hevur biðið
meg sekja.
Hinvegin havi eg fleiri
ferðir fingið áheitanir
um at sekja sterv í Dan-
mark, millum annað
biskupsembætið í Ál
borg.
Johan Nielsen sigur í
samreðuni við BT, at
hann altíð saknar Fer-
oyar.
— Eg veit ikki hví,
men hverja ferð, eg eri í
Feroyum, so sakni eg
Danmark.
Johan Nielsen — verður
ikki á listanum í 1981
Ungir fjónbúgvar
avloysa
Barn í Føroyum
Olavsøkuframsyningin hjå Fornminnis-
savninum i Litluvik, Barn i Føroyum,
endar i dag.
Millum kl. 15 og 18 er seinasta høvid
at síggja gamlar ljósmyndir av føroysk-
um børnum og tær framúr góðu mynd-
irnar, sum danin Ole Wich t6k i vår.
Og i morgin letur upp ein onnur fram-
sýning í Smiðjuni i Lítluvík, Ung fjónsk
list. Framsýningin er opin hósdagin,
fríggjadagin, leygardagin og sunnudag-
in kl. 16-19.
FYMPUMP UMD VAD AD VAD
»Landsfjésiå« er sum kunnugt í Kollafirði, men um hesi
neytini eru á veg hagar, vita vit ikki
UDAD MP AMD ALT AMF MAP AP AAPØL 9 LI LFAMDAMP VAD
Drivhuset í Jazzfelagnum
Havnar Jazzfelag hevur nú vitjan av danska orkestrinum Drivhuset.
Drivhuset spælir í Jazzfelagnum í kveld, hóskveldið og fríggjakveldið. Leygar-
kveldið spælir orkestrið í Mimir, fríggjakveldið í næstu viku í KÍ-hellini og leygar-
kveldið í Kagganum.
Drivhuset hevur verið i Feroyum fyrr. Tað var í 1977. Tónleikurin er nakað broytt-
ur síðani tá. Nú spælir Drivhuset bert elektriskan musikk og so at siga einans leg, teir
sjálvir hava gjert. Tað eru 6 mans í orkestrinum og stílurin hjá teimum fevnir víða.
Teir siga seg spæla jazz/beat, jazz/rokk, rokk, popp/rokk, funk, country/rokk, blues,
latin, swing og vísur. Teir syngja yvirhevur á donskum.
Umframt teir 6 tónleikararnar eru tveir mans í Drivhuset, sum stíla fyri ljósi og
teknikki. Á myndini eru frá vinstru Erik Olesen (bass, guitar, percussion og sangur),
Henrik »Lause« Laurvig (trummur, percussion og sangur), Henrik Kjærgård (ljóð-
maður), Kurt Milthers (piano og percussion), Frank Nicolaisen (floyta, saxofon, munn-
harpa, percussion og sangur), Michael »Mibber« Madsen (guitar, percussion og
sangur) og Jens Beck Hansen (guitar, bass, percussion og sangur).
Ljósmaðurin er ikki á myndini
ár 324
— Ring til sjúkrahúsið og spyr, hvussu
eg havi tað, kom síðani aftur og sig mær
tað!
——
TTT
|
|