Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 telf. 14720 —11820 - - s0Staln mn box 76, 3800 Torshavn Utgevari: p.f. sostalurin Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (ábyrgd) Hogni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Múller Lýsingar: Arne Thomsen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Nøgdir við úrslitið TINGINGARNAR millum teir tríggjar landsstýrisflokkarnar eru loknar og førdu sum kunnugt til, at samråd- ingarmenninir hjá teimum trimum flokkunum komu ásamt um, at sama landsstýrið skuldi halda fram. TINGBÓLKARNIR hjá teimum trim- um flokkunum hava góðtikið semj- una. Á fundum leygardagin góðtóku eisini stjórnirnar í bæði javnaðar- flokkinum og tjóðveldisflokkinum hesa semju, og útlit er til, at leiðslan í fólkaflokkinum ein av teimum fyrstu døgunum fer at gera tað sama. INNIHALDIÐ í teirri semju samråd- ingarmenninir fyri flokkarnar komu til er kunngjørt bæði í útvarpinum og blødunum, og ti er tað óneyðugt hjá okkum at endurtaka hetta nú. Vit eru nøgdir við hetta úrslit. Tingbólkurin og stjórnin í javnaðarflokkinum hava góðtikið úrslitið og javnaðarfólk kring landið eru yvirhøvur nøgd við hetta úrslit. Tey fegnast um tað og kenna seg trygg við, at flokkurin heldur fram í landsins stjórn. Í TÍ MÁLINUM, sum var tann bein- leiðis orsøkin til slitið, er ein semja gjørd, ið javnadarflokkurin nærum til fulnar kann vera nøgdur vid. Í ðrum førum eru partar av samgonguskjal- inum meira konkretiseradir og av- talad er, hvussu farast skal fram fyri at fåa hesar partar av samarbeidsav- taluni førdar út i lívið. VIT HAVA tó ikki vunnið alt. Minni enn so. Men vit eru av teirri áskoðan, at javnaðarflokkurin neyvan hevði vunnið meira, um flokkurin var við í einum nýggjum landsstýri, saman- sett av annað hvort javnaðarflokkin- um, tjóðveldisflokkinum og gðrum flokkum ístaðin fyri fólkaflokkin ella av javnaðarflokkinum og gðrum flokkum uttan um bæði tjóðveldis- flokkin og fólkaflokkin. OG VIT kenna okkum sannførdar um, at hinir báðir flokkarnir kunnu siga júst tað sama, og tað gevur okkum orsøk til at vænta eitt dygdar- gott samstarv tey næstu trý árini. ÚRSLITIÐ av einum vali nú kenna vit ikki, men úrslitið av teimum tinging- um, sum førar eru millum lands- stýrisflokkarnar kenna vit, og vit eru nøgdir við úrslitið. sosialurin Nr. 65 — 22. august 1979 LL TF FA SAMBANDSMENN SUM SANNLEIKSVITNI Harra blaðstjóri! Hýsið mær nekrum fá- um reglum. Ikki sørt bilsin gjørdist undirritaði, tá ið hann í tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Utvarpinum í gjáramorg- unin hoyrdi tingformann- in hálvavegna siga, at tingfundur eftir mínum ynski ikki kundi verða aftur fyrr enn týsdagin seinnapartin. Eg helt tað tá vera tal- an um misfatan, sum kundi rættast. Men tá ið Pauli Ellefsen í skriving í Dimmalætting í dag fer upp aftur longur, fái eg varhugan av, at her er talan um systematiska og ódámliga roynd at leggja Tjóðveldisflokkin og meg persónliga undir, at ting- fundur ikki verður aftur fyrr enn týsdagin. Men hetta er ikki rætt. Aftan á, at tað óvanliga var hent, at tingmaður ikki fekk farloyvi, og næsti maður á listanum tí ikki tók fyribilssæti ímeð- an, gav tingformaðurin mær orðið til framløgu av ávísum legtingsmáli, men bað eg formannin um at útseta framleguna fyri- bils. Hann spurdi hvussu leingi, og nevndi nakrar dagar, men svarið hann fekk var, at eg í letuni fekk einki sagt um hetta. Síðani tá hevur Agnar Nielsen ikki tosað við meg, og tá ið eg fríggja- morgunin telefoniskt royndi at fáa samband við hann, var hann ikki at hitta. Seinasta hósdag bóðu landsstýrisflokkarnir løg- tingsformannin um ting- fund fyrrapartin fríggja- dagin, ið var, og tí tók eg undir við. Men hesum noktaði formaðurin fyri. At legtingsfundír verður ikki fyrr enn týs- dagin 21. august seinna- partin, hevur legtingsfor- maðurin einsamallur á- byrgdina av. Tórshavn, 18. august Heðin M. Klein SYND Í AGNARI Agnari Nielsen er synd í. Eingin leggur merki til hann, hverki í tinginum ella millum manna. Eingin skrivar nakrantíð um tað, sum Agnar ger, heldur ikki Dimma. Hann er mað- urin, sum stendur í skugg- anum. Tí er synd í Agnari. Fyri at hann ikki heilt skal verða gloymdur millum tingmanningina royndir sambandsflokkurin at stilla hann upp til log- tingsformansvalið. Onk- untíð, tá ruðuleiki er í, eydnast tað teimum, við hjálp frá fólkaflokkinum, at fáa hann at sita í for- manssessinum nakrar dagar. Og teir dagarnar brúkar Agnar Nielsen við lít. Hann hevur ein legnan hátt at hevda seg uppá. Leggur lítið lag í, hvenn hetta gongur útyvir. Um tað er fiskimaðurin, ar- beiðsmaðurin ella kanska ein politiskur mótsteðu- maður ger einki, bara hann fær eina einteigaða umreðu í Dimmu. Seinast gekk hetta út- yvir fiskimannin. Aftaná áheitan frá politisku flokk- unum, noktaði Agnar at seta tingið fyrr enn í gjár. Hví? Jú, svarið er einfalt. Sambandsflokkurin hevur rópt um loysnir á fiski- vinnukreppuni. Men teir hava onki uppskot til loysnir havt til skrivandi stund. Teir arbeiða iva- leyst við einum, men verður hetta ikki liðugt fyrr enn týsdagin, og tá vildi uppskot landsstýri- sins longu verið samtykt. Altso einki frá samband- inum og uppskot lands- stýrisins samtykt. Nei, hetta mátti forðast, og hetta hevur eydnast Paula Ellefsen via Agnar, sum samtíðis fekk ein megu- leika at hevda seg, og gera seg inn á fiskimannin. At liberalisma og demo- krati ikki kunnu sam- einast, hava vit enn eitt prógv um. -em SAMBANDSFLOKKURIN OG GJALDSJAVNIN Uppí saman meylar Dimmalætting um hallið á gjaldsjavnanum. Talan er um hall. Tað er púra rætt. Men steðan er kortini ikki hættisligari enn so, at tey londini, ið standa sum lán- gevarar, hava fult álit á føroyska búskapinum. So leingi hesi hava álit á okk- ara búskapi, og so leingi sum vit hava meguleika fyri at gjalda aftur, er ong- in vandi á ferð. Men kort- ini er tað rætt, at vit av ellum alvi royna at fáa hallið burtur. Ætlanin við hesum greinastubba var at vísa á, hvat sambandsflokkurin hevur gjørt fyri at ávirka gjalds- javnan og hvenn veg. Niðursteðan er hendan: 1. Sambandsflokkurin gekk ímóti keypinum av Smyrli. Um Smyril ongan- tíð var komin hevði hallið á gjaldsjavnanum verið uppaftur sterri. Tær krón- urnar, sum feroyingar hava ferðast fyri við Smyrli hesi árini, eru fyrst spardur valuti og síðani forvunnar krónur hjá fer- oyska samfelagnum og telja sostatt dupult á tí positivu síðuni á gjalds- javnanum. Tann pening- ur, sum útlendingar hava ferðast fyri við Smyrli, hevur somuleiðis ávirkað føroyska gjaldsjavnan positiva vegin. 2. Sambandsflokkurin var eisini ímóti at keypa Lassa II. Úrslitið av at Lasse II ikki varð keypt- ur, verður tað sama, sum um Smyril ongantíð var komin og t.v.s. at tað kemur at ávirka gjalds- javnan negativa vegin. 3. Sambandsflokkurin, (Dimmalætting) gekk í síni tíð hart ímóti at for- oysku bryggjaríini fingu loyvi til at bryggja eitt sindur sterkari el. Vit verða so noyddir at inn- flyta el úr útheiminum. Hetta ávirkar gjaldsjavn- an negativa vegin við fleiri milliónum um árið. 4. Og nú til allar sein- ast hevur sambandsflokk- urin í rama álvara skotið upp, at tað almenna skal stuðla monnum í at gera gjaldjavnahallið enn sterri. Tað almenna skal lata monnum stuðul til keyp av hoyggi uttan- lands. Og so tora teir at taka gjaldsjavnahallið uppá tunguna! Álvaratos. Hvat hevur sambandsflokkurin so gjørt fyri at bata um hallið á gjaldsjavnanum? Svarið er stutt og greitt: Púrt onki! Tvertur í- móti! siglandi børnini við!!! børn o.a. Havið soviposa við. august á tlf. 12985. SU til Nólsoyar Vikuskiftið 31. august, 1. og 2. september skipar SU fyri stevnu í Nólsoy. Heitt verður á limir felagsins at meta fjølmentir. Takið Politiskir spurningar. Kvøldseta. Tiltøk fyri Farið við Rituni fríggjadagin kl. 18.00. Kostnaður: Fyri vaksin 100 kr. Fyri børn 20 kr. Tilmeldan í seinasta lagi mánadagin 27. NEVNDIN