mikudagur 22. august 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Ein sega frá
steinøldini
Føroya lærarafelag
hevur givið út bókina
FONGURIN eftir Ro-
bert Fisker
Hetta er ein sega
fyri gentur og dreingir,
10 ár og eldri. Segan er
frá steinøldini og um
tann unga veiðimann-
in; Guru, sum má
flýggja frá bygdarfólk-
inum og berjast móti tí
hvíta tarvinum — ti
stóra andanum á skóg-
inum.
Álvur Enni hevur
týtt seguna úr donsk-
um og myndirnar eru
eftir Svend Otto S.
FONGURIN er 62
blaðsíður og kostar 32
kr. innbundin og 25 kr.
heft.
Ein soga frá
vikingaøldini
Jåkup i Skemmuni hev-
ur við styrki frá Norð-
urlandaráðnum týtt og
givið út barnabókina
BJØRN SJÓGARPUR
eftir Any Thyregod.
Hetta er ein spenn-
andi frásegn um norð-
búgvarnar í Grenlandi
og Vínlandi. Bókin
kom fyrstu ferð út í
Keypmannahavn 1968,
og nú er hon uppaftur-
prentað. Bókin hevur
verið nógv nýtt sum
skúlabók, og nú fæst
hon á feroyskum. Hon
er serliga ætlað teim-
um stóru børnunum.
Søgan er um ein
drong, Bjern, sum
veksur upp í Íslandi.
Men tað gongur illa í
hond hjá pápanum,
sum hevur ein garð í Ís-
landi. Tey hava hoyrt
nógv um Grenland, og
ein dagin kallar pápin
saman til fundar, og
har sigur hann vinum
og kenningum sínum,
at hann ætlar sær til
Grønlands við øllum
húski sínum.
Eirikur Reydi og
hann eru vinmenn, og
Eirikur hevur longu
búð har í fleiri ár. Men
ferðin er ikki vanda-
leys. Tey koma tó fram,
finna Eiriksfjerð, og
talið av norðbúgvum í
Grenlandi veksur
skjótt.
Bjern lærir nógv og
sleppur við á manga
vandaferðina. Og endi-
liga sleppur hann so til
Vínlands, sum Leivur
Hepni hevur funnið.
Men áðrenn norðbúgv-
arnir komu til Gren-
lands, vóru skrælingar-
nir har, og eisini í Vín-
landi, men teir vita ikki
reiðiliga, hvussu teir
skulu taka ímóti norð-
búgvunum. Teir
berjast í heilum.
Eirikur Reyði fór til
Grenlands um ár 980,
men 500 ár seinni var
eingin livandi norð-
búgvi eftir í Grenlandi.
BJØRN SJOGARP-
UR er 112 bladsidur.
Eisini her hevur Svend
Otto S. gjørt Tekning-
arnar. Aftast í bókini
er eitt kort yvir steðini,
nevnd eru í seguni.
BJØRN SJOGARP-
UR kostar 36 kr. heft.
Jarðfreoði
Feroya skúlabóka-
grunnur hevur gjert
tvinni veggkort til
skúlabrúks, JARÐ-
FRØDILIGT FØROY-
AKORT og BOTN
KORT UT A 200 M
DYPI.
Við tí fyrra kortinum
fylgir eitt eintak av
bóklinginum LEIÐ
BEINING TIL JARÐ-
FRØDILIGT FØR-
OYAKORT OG YVIR-
LIT YVIR FØROYA
JARDFRØDI eftir Jo-
annes Rasmussen.
Hetta kostar 480 kr. og
fæst einans í Bókamið-
seluni.
Leiðbeiningin, sum
er 22 blaðsíður, kann
eisini keypast fyri seg.
Hon kostar 12 kr. og
fæst bæði i békahandl
unum og Bókamiðsel-
um
BOTNKORT UT A
200 M DÝPI kostar við
leiðbeining 220 kr. Tað
fæst bert í Bókamiðsel-
uni.
sosialurin
Nr.
SETE Rækjutrolarar og nóta-
AÉ[yffÉ
65 — 22. august 1979
skip kláraðu seg best
— Visa fyribilstøl yvir rakstrarúrslitið hjá fiskiskipaflotanum i
1978. Verst stendur til hjå stållinuskipum og langfaratrolarum
Nettovinningurin hjå
rækjutrolarunum var i
miðal 20,9% av bruttoinn-
tøkunum i 1978 og hjå
nétaskipunum 19,9%.
Hjå stållinuskipunum,
sum eru å isfiskaveidu,
var avlopid 3,2% og hjå
saltfiska- og flakatrolar-
unum er ikki talan um
vinning, men um eitt hall
uppå 3,2%. So illa stendur
kortini ikki til yvirhøvur,
hetta er eitt midaltal og
tað er tann eini saltifiska-
trolarin, sum dregur talið
so langt niður. Raksturin
av hesum trolara gav í
fjør eitt undirskot uppá
2,5 mill. kr.
Útróðrarbátur størri enn 60 tons. Bruttoinntøkurnar hjá
bátum i hesi støddini vóru i fjør 964.000 kr i miðal.
Tá rakstrarútreiðslur eru drignar frá eru 37.000 kr.
eftir til rentur, avdráttir og fyrisæti
Útróðrarbátarnir
Fyribilstelini vísa eisini,
at tað eru teir stóru út-
róðrarbátarnir, sum hava
trolloyvi, sum klára seg
best. Hjá teimum er av-
lopið 12,6%. Tað gekst
eisini væl hjá tí eina bát-
inum undir 25 tons, sum
hevði trolloyvi.
Minst avlop er hjá bát-
unum millum 25 og 40
tons, sum ikki hevdu trol-
loyvi. Tá allar útreiðslur
eru drignar frá, eru 4,3%
eftir av inntøkunum.
Avlop til rentur, avdráttir og fyrisæti % av inn- Kr.
tøkum
Rækju- og frystiskip 20,9 1,67 milj.
nótaskip 19,9 1,10 milj.
útróðrarbátar undir 25 BRT (v. trolloyvi) 12,9 108.000
ísfiskatrolarar 12,7 377.000
útróðrarbátar yvir 40 BRT (v. trolloyvi) 12,6 145.000
idnadarskip 10,6 194.000
útróðrarbátar 40-60 BRT (u. trolloyvi) 9,3 75.000
útróðrarbátar yvir 60 BRT (u. trolloyvi) 8,8 37.000
útróðrarbátar undir 25 BRT (u. trolloyvi) 7,3 22.000
útróðrarbátar 25-40 BRT (v. trolloyvi) 6,2 51.000
stállínuskip 5,8 147.000
útróðrarbátar 25-40 BRT (u. trolloyvi) 4,3 24.000
stállínuskip (ísfiskaveiða einans) 3,2 82.000
saltfiska- og flakatrolarar — 3,2 — 261.000
Keyptu olju
fyri 45 mill.
Feroyski fiskiskipaflotin brúkti fyri 45
mill. kr. í olju og smyrjiolju seinasta ár.
Hetta vísa fyribilstelini yvir rakstrar-
úrslitið hjá skipunum í 1978.
Tað er rættiliga misjavnt, hvussu stór-
ur partur av rakstrarútreiðslunum oljan
er.
Talvan vísir hetta og hvussu nógv tey
ymisku skipaslegini í miðal brúktu til olju
í 1978:
Ídnaðarskip
ísfiskatrolarar
Saltfiska- og flakatrolarar
rækju- og frystiskip
nótaskip
útróðrarbátar yvir 40 BRT
(v. trolloyvi)
stállínuskip (ísfiskur einans)
útróðrarbátar yvir 60 BRT
(u. trolloyvi)
stállínuskip
útróðrarbátar 25-40 BRT
(v. trolloyvi)
útróðrarbátar 40-60 BRT
(u. trolloyvi)
útróðrarbátar undir 25 BRT
(v. trolloyvi)
útróðrarbátar undir 25 BRT
(u. trolloyvi)
útróðrarbátar 25-40 BRT
(u. trolloyvi)
% av rakst-
rarútreiðslum
kr
17,6 321.000
16,4 487.000
16,3 1.320.000
11,0 883.000
9,5 524.000
7,6 87.000
6,1 159.000
5,1 144.000
5,5 45.000
4.5 37.000
43 36.000
3,5 10.000
2,8 16.000