mikudagur 22. august 1979síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í síðstu viku høvdu vit
hevi at síggja eina lista-
framsýning í Smiðjuni,
sum bar á aðrar leiðir
enn tað, vit eru von við
at síggja av feroyskum
listafólkum.
Listafólkini av Fjóni
sýndu fram jarnskulpt-
urar, vovin veggjateppi,
litografiir, tekningar og
oljumálningar. Tá fimm
listafólk leita saman,
verður úrvalið ymiskt og
dygdin hareftir.
Teir frálíku skulptur-
arnir hjá Steffan Herrik
vóru stak skemtiligir.
Litirnir í litografiunum
hjá Ova Madsen vakrari
og betri samansettir enn
innihaldið, meðan
innihald, kompositión og
litir vóru í frálíkum sam-
ljóði í teimum vovnu
myndateppunum hjá
Wenche Kristensen. Ser-
liga hugtakandi var
verkið »Forsmå ikke
mine blomster«, sum var
inspirerað av yrking
eftir W. Heinesen.
Harafturat luttóku
Per Stubbe Teglbjærg
og Peter Martensen við
oljumálningum og tekn-
ingum.
Listafólkini vóru øll
ung — um 30 ára aldur —
við útbúgving frá tí
fjonska akademinum.
Wenche hevur tó lært
hjá ødrum vevarum.
Henda framsýningin
er liður í einum umbýti
við feroyska list. Ætlan-
in er, at ungir feroyskir
listamenn skulu hava
eina samsvarandi lista-
framsýning í Odense til
heystar. Hon verður á
hevuðsbókasavninum,
sum ikki tekur nakað
afturfyri. Afturímóti
lata hesi listafólkini 10%
fyri leigu. Tá talan var
um mentanarligt sam-
starv kundi Tórshavnar
kommuna latið tey
sloppið undan.
Óivað hevur onkur
undrast yvir teir dýru
skulpturarnar, men vit
kunnu upplýsa, at tá
var tollurin íroknaður.
Tá skulu nevniliga latast
115 pst. í tolli fyri skulp-
turar, meðan 15 pst.
skulu latast fyri aðra
list.
Hetta tykist ógvuliga
órímiligt. Serliga tá
politisku myndugleikar-
nir ferð eftir ferð tosa
Ødrvisi list enn
vit eru von vi
115 pst. skulu latast í tolli fyri skulpturar!
um at stuðla og menna
listina. Hesi sluppu tó
undan at leggja pening á
borðið undan fram-
sýningini við teirri treyt,
at tollur varð goldin fyri
tað, sum selt varð.
j.m.
. Framhald frá síðu Í
gerandi at vit brúka hesi
fólkini, heldur Súsan. Á
tann hátt verður skúlin
ikki læstur fastur av eini
ávísari ætlan, men hevur
eitt fast steði, sum so er
opið fyri m.a. nýggjum og
ødrvisi hugsanum, og
næmingurin hevur størri
møguleika at gera sina
egnu meting og finna sitt
egna arbeidslag — og tad
er neyðugt innan alt skap-
andi virki, sigur Súsan í
Jákupsstovu.
Sveinaroynd
Tá næmingurin hevur
tikið »sveinaroynd« er
hann kvalifiseraður at ar-
beiða sjålvstødugt á egna
ella eðrum virki. Fólk við
styttri lærutíð innan eitt
ella avmarkað evni, eru
javnmett við »special-
arbejder«. | Næmingurin
má tryggjast studning í
lærutíðini, og peningur má
setast av til gestalærarar.
Innrásardagurin 21. august:
Mótmælisfundur
á Vaglinum
Móti báðum stór-
veldunum, USA og
Sovjet. Fyri
sjálvsavgerðarrætti
hjá smærri tjóðum.
— Sovjet úr Tjekko-
slovakinum.
Undir hesum slagorðum
verður fundur á Vaglinum
í Havn í dag kl. 17.30. Tað
er Oyggjaframi Marx-Len-
inistar og viðhaldsfólk,
sum stíla fyri. Fýra reður
verða hildnar um innan-
hýsisviðurskifti í Sovjet-
samveldinum, innrásina í
Tjekkoslovakíið í 1968,
uttanrikispolitikkin hjá
Sovjet og viðurskiftini
millum Sovjet og Feroyar.
Fyri fundin, ella kl. 15,
verður upplýsandi tilfar
um hesi mál sett upp á
Vaglinum og flogseðlar
býttir út.
Tjóðskaparliga
frælsið
Hetta er triðja árið,
Oyggjaframi skipar fyri
fundi í samband við inn-
rásina í Tjekkoslovakíið
tann 21. august 1968.
Fyrireikararnir leggja
dent á, hvussu dýrabart
tað tjóðskaparliga frælsið
er fyri eina og hverja tjóð.
Skúli, amboð og tilfar eru
sjálvandi kostnaðarmikil í
fyrsta umfari, men ikki
kann hugsast annað, enn
at slíkur stovnur verður
vunnin innaftur — bæði á
ein og annan hátt, sigur
Súsan víðari í sínum upp-
skoti til nýggja skúlan.
Bæði næminga- og
verkstaðsarbeiðini kunnu
seljast. Og eitt, sum hevur
stóran týdning, er, at
stórur partur av tilfarin-
um eru ráverur, sum vit
sjálvi eiga í Føroyum.
Bygdamenning
Vit hava spurt ídnaðar-
rådgevan, . Tormóð Dahl,
hvat hann heldur um ætl-
anina at byrja lista- og
handverksskúla í Feroy-
um. Hann sigur, at hetta
er eitt frálíkt hugskot, og
at vit eiga ikki at forkoma
hesi ætlan. Hann heldur,
at skúlin er eitt ógvuliga
hent bygdamenningartil-
tak og vísir til, at Sand-
oyggin er væl eghað til
Innrásin í Tjekkoslova-
kíið var eitt serliga gref-
ligt demi um, hvussu
hetta frælsið verður brot-
ið. Samstundis var henda
innrás fyrsta tekin um
eina vending í politikkin-
um hjá Sovjet.
Meðan USA verður
meira og meira trongt í
verjusteðu, herjar Sovjet
á. Angola, Etiopia, Laos
og Kampuchea eru týðilig
dømi um hetta.
Kraftin í fólkinum
Oyggjaframi vísir eisini á,
at tað er kraftin í fólkin-
um, sum er tann avger-
andi. Iran og Nicaragua
eru dømi um, hvussu fólk-
ið eftir stuttari tíð hevur
bart niður einaræði.
Her heima er kravgong-
an móti EEC í 1972 eitt
gott demi.
slíkan skúla. Legtingið
hevur annars játtað um-
leið eina hálva mill. kr. til
arbeiðspláss innan land-
búnaðin í Sandoynni og
heldur Tormóður, at hesin
peningurin fer væl, um
hann verður nýttur í sam-
band við at byrja verkstað
og skúla innan ymiskt
handverk, har eisini bún-
aðarlutir verða gjerdir.
Stórur tervur
Vit hava spurt Súsan,
sum í letuni er stedd í
Skálavík, um ein tílíkur
skúli fer at fáa nóg nógvar
næmingar.
— At næmingar fáast er
ikki at ivast í, og enn
minni, at tað er brúk fyri
teimum, men vísir tað seg,
at tað í styttri tíðarskeið
eru fáir næmingar, so
verður arbeitt á verksteð-
unum kortini, sigur Súsan
- í Jákupsstovu. Hon ætlar
at byrja undirvísing við
nekrum næmingum longu
í september.