Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-25, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1979síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

52. árgangur Hanus Wardum, royndarleiðari og búnaðarráðgevi: Leysasola 4,00 kr. Nr. 66 — Leygardagur 25. august 1979 Seta vit små krøv er Eyðun nýggjur skúlastjóri á leiklistaskúla i Arhus Heygsgarður nýtiligur — Vit mugu gera okkum greitt, hvat vit krevja av feroy- skum jarðarbrúki — ikki bert í dag — men eisini í framtíð- ini Lesið á s.6 og 7 NN Lesið á síðu 3 Brævid til Agnar Nielsen — Tað var av tilvild, at eg fekk hetta brævið. Ein abbadóttir gekk við tí úti í túninum. Tá eg spurdi, segði hon, at ein dama var komin við tí. Men eftir sum eg havi fingið fatur á tí, skal eg taka tað fyri fult álíkavæl. Hetta segði Agnar Niel- sen, táverandi legtingsfor- maður, á tingfundinum týsdagin. Brævið, hann meinti við, er frá sjey ting- monnum úr fólkaflokkin- um, javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum, har teir krevja, at val av for- mansskapi fer fram tann 21. august. Atkvett varð, um valið skuldi vera á tí fundinum. 18 atkveddu fyri. Orðini hjá Agnari Nielsen um tilvildina, abbadótt- urina og brævið, bórust út um tinggátt. Og hósdagin fekk tingið eitt Lræv frá ti, sum var í Vestmanna við brævinum frá teimum 7 samgongumonnunum. Tað var ein skrivari á lands- skrivstovuni og hon greið- ir soleiðis frá ferð sínari til Vestmanna: — Tað var mær álagt fríggjadagin 17. august at fara til Vestmannar við hesum brævi. Ég var í Vestmanna um hálvgum átta tíðina um kveldið og spurdi nekur bern sum spældu uttanfyri um tað var her Agnar Nielsen búði. Ein ca. 7 ára gomul smágenta segði, at hon skuldi fara inn við bræv- inum. Eg fór aftaná henni inn og tosaði við konu Agnar Nielsen, sum fekk brævið í hondina. Skifti manning Westward Ho var á Havn- ini mikudagin og skifti manning. Tað eru næmingar úr framhaldsdeildunum, sum hesa vikuna hava verið við sluppini. Mánadagin fóru 12 dreingir út og teir komu inn aftur á middegi miku- dagin. Aftaná degurða kom nýggj manning umborð. Tá teir høvdu mynstrað, fingu vit hesa myndina av teimum. Teir komu heim- aftur í gjár. Á myndini eru eisini Jóannes Skaale, bestimað- ur, og Eivind Rein, skip- ari. »Gratuleradu« við rund- sigling å Hovsfirdi — Nu eru teir vilstir, hugsaðu fólk, sum sóu Lóm hjá Skipafelag- num koma skúmandi inn á Hovsfjerð á mid- degi mikudagin. Tá Lómur var komin inn áraka Kirkjuboðan fór hann at sigla runt á firðinum, og skipsfloyt- an ýldi alla tíðina. — Vilstir, nei, teir eru óðir í hevdinum, hugsaðu fólk nú. Tá Lómur hevði siglt nakrar ferðir runt á fjorðinum, fór hann út aftur og helt leiðina fram suður til Vágs Óðir í hevdinum vóru teir ikki. Mann- ingin vildi á henda ótraditionella hátt ynskja einum av stýri- monnunum tillukku við degnum. Stýrimað- urin fylti mikudagin og helt fødingardagin Hovi Finalan — Ísafjarðarsúlan KÍ — Gundadalur HB 26.8. kl. 15