Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Cubatrolararnir ORSAKAÐ AV hækkandi oljuprísum hevur felagið Trolskip fyri stuttum hótt við at leggja trolaraflotan, um tað almenna ikki vildi lata ein muna- góðan stuðul til raksturin av hesum skipum. TAÐ ER EIN ávísur partur av trolara- flotanum, sum í stóran mun dregur miðalraksrarúrslitið niður, og tað eru teir sokallaðu cubatrolararnir, ið nú eru ogn hjá partafelagnum Beta. | TAÐ ERU NÚ nøkur ár liðin síðani hesir trolarar komu til landið, og endamálið við keypinum var neyvan tað, at skapa eina vinnu, men heldur at sleppa einum felag, sum framman- undan hevði selt eitt ferðamannaskip av landinum, undan at rinda skatt. Seinni tá sama felag skuldi byggja farmaskip, vóru hesir trolarar til meinboga og vóru teir tí burturadop- teraðir. UTTANUM føroyskar myndugleikar og við norskari fígging vórðu hesir trolarar umbygdir í Noregi, har teir fingu nýggjar maskinur ísettar. Hesar maskinur eru ógvuliga stórar og brenna tí eisini óvanliga nógv. Tá so oljuprísurin hækkar, koma trolararnir í álvarsligar trupulleikar og nú brádd- liga kenna menn adressuna hjá før- oysku myndugleikunum, sum verða hóttir við, at trolararnir verða lagdir, um ikki munagóður stuðul verður latin. SKILABESTA loysnin vildi verið, at vit beinanveg sluppu okkum av við hesar trolarar. Men hinvegin skerst ikki burtur, at teir tryggja fleiri flaka- virkjum råvøru, at teir tryggja stórum tali av fiskimonnum hýru og fleiri hundað fólkum arbeiði. Hetta er orsøkin til, at javnaðarflokkurin i fyrstu atløgu hevur valt at veita al- mennan studning til hesi skip, so- leiðis at fiskimenn og arbeiðsfólk ikki verða rikin út á arbeiðs- og inntøkuloysi. MEN EINGIN ivi er um, at spekula- tiónsskip sum hesi skulu skiftast út. Hetta letur seg ikki gera frá einum degi til annan. Vit vera tó at gera tað so við og við og samstundis at endur nýggja fiskiskipaflotan við meira rentablum skipum, sum verða bygd á føroyskum skipasmiðjum. sosialurin Nr. 68 — 1. september 1979 OLIKA ER — I UTVARPSSERVICE Tå kunngjørt verdur um føroyskar barnabøkur, verdur ikki nevnt um myndir. Tær eru annars partur av bókini, ið ikki soleiðis kann klípast burt- ur. Rætt er heldur ikki at siga, at ein bók er so og so nógvar síður, tekst altso, tá helvtin av henni er myndir, men soleiðis verð- ur praktiserað. tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrev upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Einaferð á ferð við Smyrli úr Bergen til Feroya segði ein maður við meg, at Smyril heldur skuldi lagt at á Tveroyri enn í Vági. Eg gav honum ikki við- hald, tí at fyri okkum suðringar sum heild kundi tað vera hipp um happ hvar hann legði at. Millum Havnina og Suðuroynna sær myndin eðrvísi út. Longri vegur, longri tíð, sterri útreiðslur til lenir og olju. Tann tíðin Smyril sparir við at leggja at á Tveroyri, kann drag- ast frá tí tíð fólk sunnan- eftir hevur um at koma til Tveroyrar kei. Hin vegin skal hon leggjast afturat, tá ið fólk fara norðaneftir til Vágs. Hetta skuldi verið so líkatil, men lat tað fara, tí ringast av ellum er tað, at hann leggur til í tveim- um plássum. Slíkt hoyrir fortíðini til. Eitt nútímans samfelag krevur nútímans ferðslusamband eftir vegi, yvir brýr, gjøgnum tunnl- ar og við ferju um fjerð. Olika tá myndir eru danskar, og tekstin um- sett, tá kemur alt við, tí tað eigur tað — eftir donskum meti. Men nú er útvarpið føroyskt og gold- ið av okkum. Danir klára seg uttan okkara tænastu, verri við okkum sjálvum í bóka- og myndaútgávu, okkara marknaður er lítil, og fær lítlan stuðul. Í staðin fyri tær ó- nevndu myndir, í >Barna- år 1979« kemur uppí kunngerðina ein tekstmet- ing: >Bókin er um eina farna tid«, hóast slík met- ing hoyrir heima í ummæl- um, ikki í kunngerðum og tíðindum. Hon viðger heldur ikki gamla tíð sum »farna«, hver tíð er farin med alla í grundini?“Tað er aktuelt i løtuni at lita aftureftir, og ikki bara hjá okkum verð- ur roynt at skatta dýpið. Ein krevur at meta báðar vegir, aftur og fram. Bók- in er slík roynd og hevur nekur uppskot til bata. Útvarpsummæli hava verið stundum, men har hevur verið sama lag sum við kunngerðum. T.d. varð ein onnur barnabók um- mæld einaferð, eitt langt og annað breitt, men uttan at tikið varð uppá tungu tær myndir, sum vóru umleið helvt av henni, hóast tá ikki var sum her, at sama fólk hevði gjørt bæði tekst og myndir. Annað hevur eis- ini verið, og klagað hevur verið, men ikki hjálpt. »Barnaår 1979« hevur umleid 40 myndir, harav seks heilsíðu litmyndir. Tað er nýtt í Feroyum at gera litmyndir av tekning- um og málningum. Bæði filming og prent eru torfer og tíðarkrevjandi. Í sam- band við prís átti slíkt ikki at verið tagt burtur, tí sjálvsagt dýrkar tað mun- andi einhverja bókútgávu. Vóni kortini, at tað blívur hildið fram við før- oyskum litmyndum, nú tær kunnu gerast her. Vit hava ov nógv innflutt og lænt myndatilfar, serliga tað í litum. Vónandi verður eisini skjótt okkara útvarpstæn- asta frægari at sær komin og fer at skilja millum myndir og tekst og veita báðum semdir. Annars kunnu skjótt fólk fara at halda, at als eingin bóka- illustratión er til hjá okk- um. Illa er statt, men til er hon tó enn. Klaksvík, 30/8 1979 F.Z SUDUROYARSIGLINGIN Bilferjan kann sigast at vera flótandi landavegur. Men skal hon virka eftir ætlan, må hon fylgja skila- góðari ferdaætlan, t.e. at hon siglir hvønn dag um somu klokkutid og frå sama plássi. Tástaðni verður ferðaætlanin nýtilig bæði hjá fólki her á oynni og fólki nordanfjørå- s. Eisini fer at bera til hjá bussum at koyra, so at ferðafólk altíð kunnu sleppa til og frá ferjuni. Hava fólk bil sjálvi og tey ikki taka hann við, so kann hann standa eftir á keiini, tí at ferjan kemur aftur til sama stað. Núverandi ferðaætlan lutar Suðuroynna sundur í tvey, har annar parturin ikki riggar so væl sum hann kundi, av tí at hin hevur tern. Væl er kykað uppundir aggið, sum altíð hevur verið millum bæði stórplássini her (og sum vit fyrr so dánt sluppu av við í kappróðri og fót- bólti). Ístaðin fyri at vit stóðu saman til at loysa bæði hetta og mong onnur mál til gagns fyri okkara oyggj. Hyggið at klaksvík- ingum, hvat ferðasam- band teir hava, hverji virki, skúlar og stovnar annars: óivað klandrast teir sínámillum, sum øll onnur, men úteftir standa teir sum ein múrur. Hetta skilaloysið er úr- slitið av hinum gamla imperialistiska stýrislag- num: Del og hersk. Tað var Finnbogi Isaksen, sum í landsstýristíð síni setti tað í verk, til gagns fyri egnu politisku ætlan- um sínum, men til skaða fyri okkum suðringar. Kanska skal hann ikki lastast fyri hetta, tí hans- ara valdemi er jú Norð- oyggjar. Okkara egnu tingmenn, fýra í tali, hava ongantíð tikið samferðslu- trupulleikar okkara uppá tunguna, ikki uttan at uppskot hesum viðvíkj- andi vórðu send tinginum frá landsstýrinum. Her hugsi eg um Mortan Mols og Lassa IT málini. At Finnbogi Isaksen nýtti del og hersk prin- cippið móti okkum suð- ringum kann vera for- stáðiligt. At Hergeir Niel- sen, sum sjálvur er suð- ringur, ger tað sama, bara munin verri, er harmuligt. Um so er, at tað er eitt óreingiligt krav, at Smyril fer til Vágs, vil eg biðja Hergeir Nielsen lands- stýrismann um at skipa so fyri, at Smyril siglir bert rutuna Havnin-Vág og ikki leggur at á Tver- oyri. Tí hóast allar sak- ligar grundin tala ímóti hesum, vil tað kortini vera stórur bati í mun til viður- skiftini nú, har skipið slongist millum bæði plássini. Mær er greitt, at nógv er ikki umrett her, t.d. ferjusamband Havnin— Hvalba, Horney, og uttan- landsferjusigling, men alt skal enda, eisini hesi harmaljóð míni. H. A. Magnussen AAA AAA AAA AAA LT Rikisumbods- maður i 11 dagar Medan Leif Groth er burturstaddur 25. august — 5. september, rekir Kjeld Jensen, full- trúi, starvið sum ríkis- umboðsmaður Hans J. Jacobsen úr umsjónar- ráðnum Hans J. Jacobsen, fyrrv. landbúnaðarráðgevi, er farin úr umsjónarráð- num fyri Feroya spari- kassa. Kristian Jensen, verkfreðingur, er komin í ráðið fyri hann. Nýggj nevnd í P/f Vevnaði P/f Vevnaður hevur fingið nýggja nevnd. Nýggju nevndarlimirnir eru Eivind Joensen, Gunnver Joensen og Gunnleyg Joensen, øll úr Havn. Gunnleyg er for- maður. Fødingardagur Tysdagin, 4. september, fyllir Jens Peter Gardar, Klaksvik, 75 år. | | !