leygardagur 1. september 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Fíggjarnevndin
bað landsstýrið
skunda sær
Ein samd fíggjarnevnd
hevur heitt á landsstýrið
um at skunda undir ver-
and samráðingar við lán-
gevarar til føroysk fiski-
skip um, at fallin gjeld
verða útsett og lánini um
meguligt longd.
Hevur valt
lógarnevnd
Legtingið hevur valt Eyð-
un Viderø (flkfl), Eilif
Samuelsen og Agnar Niel-
sen (sbfl.), Ola Jacobsen
(jvfl) og Karin Kjølbro
(tvfl.) i légarnevndina.
Ongi broytingar-
uppskot til
inntekulógirnar
Legtingið hevði hóskveld-
ið bæði aðru og triðju
viðgerð av teimum fýra
uppskotunum frá lands-
stýrinum um nýggjar inn-
tekulógir.
Ongi broytingarupp-
skot vórðu legd fram og
uppskotini blivu samtykt
við ávikavist 19 og 20 at-
kveðum.
Ein minniluti í fíggjar-
nevndini (sambandsflokk-
urin og sjálvstýrisflokk-
urin) vísti til tær viðmerk-
ingar, hann gjørdi til løg-
tingsmåli um tíðarav-
markadan eykastudning
til fiskivinnuna. Tær
nýggju inntekulógirnar
hava við sær, at eykatoll-
urin á so at siga ellum
verum, sum var 2%,
hækkar í 4. Agn og annar
innfluttur fiskur er tó
komin millum tær verur,
sum eru undantiknar.
Tollurin á akferum
hækkar við 3%, vegskatt-
urin hækkar 1. oktober
við 30% og tey, sum hava
eina skattskylduga inn-
teku yvir 110.000 kr., fáa
ein eykaskatt uppá 2%.
Landsstýrið metur,
athesar nýggju lógir
koma at geva landskass-
anum uml. 23 mill. kr. í
íverandi fíggjarári.
Peningurin skal brúkast
til at fíggja eina aðra
nýggja lóg, nevniliga tíð-
armarkaða eykastudning-
in til fiskivinnuna, sum í
tíðarskeiðinum 15. august
1979 — 31. januar 1980
kemur at kosta uml. 19,5
Tollurin á campingvognum hækkar við 237%,, men hann
tingnytt
290.000 kr. til teir
stóru trolararnar
Lógin um tíðaravmarkað-
an eykastudning til fiski-
vinnuna, sum tingið sam-
tykti hóskveldið, kemur
at geva teimum stóru
feskfiskatrolarunum
290.000 kr. í tíðarsskeið-
inum 15. august 1979 —
31. januar 1980. Tá er
roknað við trolara, sum
fiskar undir Feroyum, og
fær 1400 tons um árið.
Hetta segði Heðin Klein,
landsstýrismaður, undir
aðru viðgerð av málinum
um tíðaravmarkaðan
eykastudning.
Felagið Trolskip hevur
annars skrivað til tingið
og boðað frá, at tað ikki
metur eykastudningin at
vera nóg munagóðan.
— Fyri at limir okkara
kunnu verða ferir fyri at
gjalda komandi termin,
mæla vit til, at stuðul-
skipanin fær gildi frá 1..
januar 1979, siga trol-
skipaeigararnir í skrivin-
um til tingið.
23 mill. kr.
til fiskivinnuna
44 oyru í brenniolju-
studningi, 15 oyru til skip
og manning og 5 oyru í
rakstrarstudningi fyri
hvert kg. av feskum fiski,
50 oyru í agnstudningi, í
mesta lagi 12 oyru fyri kg.
av ídnaðarfiski og 5 oyru
fyri kg. til opnar bátar.
Hetta er í stórum inni-
haldið í lógini um tíðar-
avmarkaðan (15. aug.
1979 — 31. januar 1980)
eykastudning til fiski-
vinnuna. Opnu bátarnir
vóru ikki nevndir í upp-
skotinum frá landsstýrin-
um, men teir komu við
eftir uppskoti frá samd-
ari fíggjarnevnd.
Annars bleiv landsstýr-
isuppskotið samtykt við
27 atkveðu við aðru og
triðju viðgerð hóskveldið.
Broytingaruppskot frá
minnilutanum í fíggjar-
nevndini (sambandsflokk-
inum og sjálvstýrisflokk-
inum) fingu ávikavist 7 og
9 atkveður og fullu so-
statt.
Framburðs- og fiski-
vinnuflokkurin, sum ikki
er umboðaður í fíggjar-
nevndini legði eisini eitt
broytingaruppskot fram.
Tað fekk 2 atkveður.
var eisini 0 frammanundan. Tað sama er galdandi fyri
trailarar og aðrar viðfestis-vognar
sosialurin
Nr. 68 — 1. september 1979
LOYNIHELLIÐ
eftir J. M. Neale
Banning yvir nasareararnar
Framhald
Landshevdingin gav tekin við hondini, og hermenn-
inir leiddu hann fram til tjaldhimmalin. Trebonius
hugdi hvassliga at honum. Gennadius brosaði háð-
andi.
>Tú — ert ein kristin?«
»Ja!«
„Til revsing fyri tina miklu og ræðuligu brotsgerð
ímóti gudunum og keisaranum dømi eg teg til deyða,
tú verður druknaður í Nilánni! — Men áður enn hesin
dómur, sum er alt ov linur fyri slíkt brotsverk,
verður framdur, so skulu hendur tínar, sum framdu
brotsverkið, brennast í eldinum, su tú sýtti at offra
ål«
Dómur landshøvdingans varð stórliga fagnadur av
fólkinum. Eingin hoyrdi málið i Gennadiusi sum
stamaði: >Við gleði vil eg líða fyri navn Jesu Krists!
Hann vendi sær ímóti altarinum. Nábleikur.
„Haldið honum!« segði herovastin. »Fulvius og Gla-
brow, tit báðir halda hondum hansara inn i eldin!«
Gennadius vinglaði eitt sindur.
„Farið so, haldið honum væl! — Keisarin viti! —
sum hatta beistið spennir ímóti! — Onnur hondin er
nóg illa svidnad!«
Fulvius hálaði í hann.
„Latið meg vera!< rópti Gennadius. >Latið meg
hava frið! — Eg vil — eg vil tosa við landshevdingan
beinanvegin! <
Mannamúgvan ýldi av frøi. >Ég vil ofra, harri! Eg
vil ofra!<
Fólk flentu.
>Við miskunnsemi keisarans, harri, við øllum
góðum gudum, eg vil ofra! — Eg gjørdi harra av
býttisskapi, harri! Hav samkenslu við mær! — Eg
visti ikki av ti, eg gjørdi, harri — nådi!«
5. partur
„Keisarin er altíð sinnaður at várkunna teimum,
sum venda um frá sínum spillandi dárskapi. Ikki
bara hann sleppur teimum undan revsingini, hann
lenar teimum eisini,< svaraði landshøvdingin virðis-
liga. — >Men tú hevur her fyri eygunum á ellum fólk-
inum gjert eitt andstyggiligt halgibrot og háðað
gudarnar! Eg ivist stórliga í, um eg eri ferur fyri at
broyta démin«.
„Náði, harri! — Fyri Krists ——— fyri Jupiters
skuld, náði! — Eg vil taka alt aftur, sum eg gjørdi,
harri! — Ver miskunnsamur!<
Gennadius tveitti seg niður framman fyri Tre-
boniusi og kysti faldin á kappa hansara.
»Eg skal vita, hvat prestarnir siga«.
Hevuðspresturin, ein hábærsligur, gamal maður,
trein fram fyri landshevdingan.
„Harri, eg ráði tær til at náða hesum manni, tí
hann er gingin í seg sjálvan og hevur iðrað<, segði
hann og peikaði við fótinum á Gennadius, har hann
lá. — >Tí ert tú harður, so vendir hann kanska við
aftur, men letur tú hann halda fast við fráfall sítt, so
kunnu vit fáa mikið gagn av honum — meira enn um
vit nú høvdu hevnt hafisara brotsverk«.
„Ja, um tú heldur, tað er best!< segði landshevd-
ingin. —
»Hoyr meg, Gennadius! — Hesin håttvirdi prest-
urin hevur biðið fyri tær — ja, biðið fyri lívi tínum,
hóast tú hevur háðað hann og tann gud, sum hann
tænir, so dyggiliga — tí veiti eg tær lív og grið við
teirri treyt, at tú ofrar, letur eina nýggja standmynd
av Ísis og gevur hundrað silvurdrakmur til tempul
hennara!<
Nábleikur reistist hin fráfalni, fór yvir til altarið
og tveitti ein neva av roykilsi á eldin.
Framhald
Á
%
= A
og roynið Rally-bilin
hjá P/F Vilhelm Nielsen & Søn
Rally i 1300 cc klassa
å goymslu fyri kr. 57.600.
Onnur modell frå 49.900.
P/F VILHELM NIELSEN & SØN
Tlf. 1 1140 — Térshavn