Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. september 1979síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ferðafólkatalið minkar: England hevur flutt 2300 færri ferðafólk Fyrstu hagtølini fyri flutning av ferðafólkum í summar benda á, at flutningurin er í eini minking Í summar hevur M.s. Eng- land hjá DFDS flutt 2.300 færri ferðafólk enn í fjør- summar. Seinasta ár ferð- aðust umleið 13.500 ferða- fólk við Englandi, meðan talið fyri í ár er 11.200. Við eðrum orðum er minkingin stívliga 17 pst. í mun til seinasta ár. Og í fjør ferðaðust eisini færri enn í 1977. Avlýstur M.s. England var á Havn- ini mikumorgunin fyri seinastu ferð i summar. Upprunaliga skuldi ein túrur gerast afturat, men hann varð avlýstur fyri nekrum mánaðum síðani. Túrurin varð partvíst avlýstur, tí ferðafólkatalið er lítið, og partvíst tí at England skal gera tveir leigutúrar til Týsklands. Annars upplýsir Jóan Pauli Serensen, av- greiðslumaður, at ferðaætlanin fyri komandi summar er legd og at hon er tann sama sum í ár. Sosialurin spurdi Jóan Paula Serensen, hví hann heldur, at ferðafólkatalið er minkað so nógv. Hann heldur, at tað er minni av peningi millum fólk, sum er orsekin. Færri við Smyrli Smyril er ikki givin við uttanlandssiglingini enn, men Johan Isholm, leiðari av ferðaseðladeildini á Strandferðsluni, metir, at ferðafólkatalið er minkað við umleið 10 pst. í mun til i fjør. Tad er serliga Noregs- rutan, sum er minkað. Ferðafólkatalið i Íslands- rutuni er minkað nakað, meðan fleiri hava ferðast til og úr Skotlandi. Johan Isholm leggur tó afturat, at tað ber ikki til at siga nakað fyri vist, fyrrenn siglingin er av um 20. september. Smyril og England hava flutt færri ferðafólk í summar. England, sum hevur gjert seinasta túrin í summar, hevur flutt útvið 20 pst. færri ferðafólk í mun til í fjør Fyrst í 63, so í 46, men so kom Jógvan Framburðs- og fiskivinnu- flokkurin hevur lagt fram uppskot um at seta á stovn eina agn- og frysti- miðsteð. Uppskotið hevur fingið góða undirteku á tingi. Summir vildu tó ikki lata Adolf fáa allan heiðurin. Tá Poul J. Olsen (jvfl) var uppi, segði hann m.a., at javnaðarflokkur- in longu í 1963 legði eitt mål fram um agnmiðsteð. Henda skuldi vera í Funn- ingsbotni, men málið strandaði, tí ov nógv al- ment var uppii, segði Poul J. Olsen. Tå hann segåi hetta, var Erlendur Patursson (tvfl.) skjótur at biðja um orðið. Hann visti betur. Fyrstu ferð eitt uppskot um agnmið- steð var frammi, var í 1946. Tað uppskotið var gjørt av einum tjóðveld- ismanni. Men so kom Jógvan Olsen (sbfl.). Áðrenn bæði javnaðarflokkurin og tjóðveldisflokkurin vóru stovnaðir, brúktu menn kavahús. Tá áttu teir fryst agn í hvørjari bygd, segði hann. Fáment í tingsalinum Tá orðaskifti í tinginum fara at gerast í drúgvara tingnýtt lagi, gerst ofta tómligt í salinum. Soleiðis var týs- morgunin, tá tingið hevði fyrstu viðgerð av lands- stýrisuppskotinum um stovnsetan av bilrutum. Talan er um bilrutur mill- um Tórshavn og Vest- manna og Tórshavn og Kirkjubø, men bæði Eyst- uroyggin, Vágoyggin og Suðuroyggin blivu drign- ar uppí orðaskiftið. Tað lokalpolitiska hevur helst ikki havt tann stóra áhug- an, tí eina tíð vóru bert 11 tinglimir í salinum. Hinir 21 vóru annaðhvert als ikki á fundi, úti í gongini ella uppi á loftinum. Adolf Hansen: Vit eru bæði borgaraligir og vinstrahallir — Vit eru borgaraligir, tá tað snýr seg um einstak- lingin, men vinstrahallir, tá tað snýr seg um stór mál, sum einstaklingurin ikki er ferur fyri at loysa. Hetta kundi Adolf Han- sen úr framburðs- og fiski- vinnuflokkinum greiða tinginum frá mikudagin eftir at ein annar ting- maður á tingsins reðara- palli segði seg ivast í, hvenn politikk flokkurin førdi. Adolf Hansen kundi eisini upplysa, at flokkur hansara hvørki er fyri samband ella loysing, men fyri sjálvbjargni. Heimagjert í Vági .... Fryktandi er fyri at umrødan av løgmans- røduni verdur nakad drúgv næsta ár um løg- tingsmenn fara at goyma reðuna, sum teir ætlaðu at brúka í ár og leggja hana aftur- at henni komandi ár. Mundi tað ikki vera út- varpið, sum bleiv harð- ast rakt av tervandi orðaskiftinum í tingin- um? Man hatta vera nakað, sum Hilmar lært, nú hevur hann var á Man og vitjaði? NRRR NANNA RANA RNARARNSRSARNARARRARSAR ARA SARA ANAS NNNNNNN NN). NNNNNNSNANANNSSNSNNASNASNASRSAØA Oyggjatíðindi er farið undir nýggjan tått, sum teir kallað »Karrikatururin«. | blaðnum mikudagin er evnið D. P. Danielsen, kulturministari, og í hesum sambandi verð- ur sagt, at hann er lættur at tekna. Antin man handan tekningin skula sýna ein heilt annan mann, ella hevur teknarin tikið sær ov nógv av løttum. Næstu ferð, drotningin fer til Vágs at vitja, er ætlanin, at skal koyra í opnari karet gjøgnum bygdina. hon NANNNNNNANANNNNASANSNSSNANARNANA RSA AS AAA SA AAA RA NSA AAA AAARA Óli í Áarstovu Lýsing: Fyri at lætta um arbeiðið vilja vit siga frá at vit tvær reis- ur um mánaðin senda út serblað við rætting- um. Tvær reisur um árið hava vit í hyggju at senda út eykablað við ð-um. Oyggjatíð- indi. BINANANANANNASSNNANANARNNAANARNANRSNARSNAð NANNA NNNANNARNANNNARRNARNEÓSRRARSRRARARAAA RS AN AA NANNNNNNN NN þ