mikudagur 5. september 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin |
Nr. 69 — 5. september 1979
SOSÍalUrin
Tíðindi frá
Kapping í
dreingjadeildini
Av ti at dystur nr. 61) TB—HBa ikki
varð leiktur orsakað av vánaligu lík-
indunum, er avgjørt at kappingin í
dreingjadeildini verður flutt eitt viku-
skiftið út, soleiðis:
8. september 15. september
611 TB—HBa 628 AB—Skåla
629 HBa—TB
22. september 29. september
645 Finalan 659 Finalan
Dómari í dysti nr. 611 verður sami,
nevniliga nr. 122, Páll Augustinius-
sen.
Viðvíkjandi kappingini
í 1. deild
Av tí at dystir nr. 617 og 618 ikki vórðu leiktir 2.
sept. orsakað av vánaligum veðri, er avgjert at
kappingin í 1. deild verður flutt eitt vikuskiftið
út. T.v.s. at dystirnir 9. sept. verða leiktir 16.
sept., dystirnir 16 sept. leiktir 23. sept., og at
seinasta umfar verður leikt 30. sept. ístaðin fyri
23. september. Dystirnir nr. 617 HB—TB og nr.
618 VB-—NSI verða leiktir sunnudagin 9.
september.
Broytta skráin verður sostatt hendan:
9. september 16. september
617 HB—TB 632 TB—VB
618 VB—NSÍ 633 ÍF—HB
634 NSÍ—B36
22. september 635 MB—KÍ
640 HB— KÍ
23. september
30. september 648 VB—IF
660 TB—NSÍ 649 B36—TB
661 ÍF—B36 650 NSÍ-MB
662 KÍ—VB
663 MB—HB
Álagt verður feløgunum at siga dómaratrioum
sínum frá omanfyri nevndu broytingum.
ÍF-venjarin, Ronny Gunnarson, aftaná stórsigurin:
— Vit skuldu havt
VUnnið enn meir
Spyr ikki meg um hver verður føroyameistari — eg taki bert ein dyst í senn
— Spyr ikki meg um hver
verður feroyameistari. Eg
taki bert ein dyst í senn,
men um HB vinnur í dysti
teirra móti TB, so trúgvi
eg at meguleiki okkara
fyri at vinna meistara-
heitið er har.
Nakað soleiðis segði ÍF-
venjarin Ronny Gunnar-
son, tá vit tosaðu vid hann
aftaná stórsigurin móti
KÍ seinasta vikuskiftið.
— Vit skuldu í veru-
leikanum vunnið
meira, helt Ronny fram.
KÍ var ikki at sterkastu
uppseting, teir restaðu
m.a. tann sterka leikaran
Mikkjal Mikkelsen, og
harafturat haldi eg, at vey
av teimum fýra málunum,
ið vórðu kolldømd, ikki
skuldu verið tað.
— Kl-leikarnir hava góð
fótbóltsevni, men hesi
verða ikki nýtt á rættan
hátt. Liðið spælir skila-
leyst og »systemleyst«,
og harafturat ger KÍ tað
mistak, at teir, ið hava
sera sterkar unglingar,
ikki nýta hesar á fyrsta
liði. Ístaðin skiftir KÍ eldri
leikarar inn á liðið fyri at
styrkja um tað, men hetta
er ikki rætta gongdin.
Besti leikarin hjá KÍ var
enn
henda dagin uttan iva Pól
Sundskarð.
— Vit legdu alt í hendan
dystin. Trýstu hart frá
byrjan og tá KÍ fekk bólt-
in mettu vit teimum á
egnu helvt teirra. Haraft-
urat riggaði uppbakkan
okkara sera væl. Leikarar-
nir vóru altíð klárir at
bakka upp, misti ein
bóltin var næsti maður
klárur at taka hann aftur.
— Í fyrra hálvleiki
gekk spæl okkara væl,
men seinastu 20 min. av
seinna hálvleiki gekk ikki
sum tað skuldi og spældu
vit beinleiðis vánaligan
fótbólt. Orsekin til hesa
ringu letu var helst hon, at
vit vóru á odda við fimm
málum móti ongum. Tí
feldu vit okkum tryggar,
men slíkt eigur ikki at
henda, tí tá kann ein lætt-
liga verða tikin á bóli.
— Lið okkara spælir
væl saman. Verjan er sera
sterk, hvat eisini sæst á
málunum, ið vit hava tapt,
nevniliga bert 6. Haraftur-
at hava vit góðar álops-
leikarar, sum t.d.
Meinhard Dalbúð, sum í
dag gjørdi fýra mál á rað,
men enn vil eg ikki úttala
meg um nakað meistara-
heitið. Eg taki bert ein
dyst í senn, og so fáa vit at
síggja, hvussu fer at gang-
ast, endar Ronny.
Dysturin
ÍF styrkti í vánaliga veðr-
inum sunnudagin um
steðu teirra í. kappingini
um feroyameistaraheitið í
fyrstu deild. Teir vunnu
stórsigur á KÍ í Klaksvík
og var ongantíð ivi um,
hver fór at vinna.
Ikki minni enn tríggjar
ferðir innan fyrstu fimm
min. hevdu fFararnir bólt-
in í netinum, men bert
eina av hesum málunum
varð góðkent.
Í dystinum hevði ÍF
nýggju ferðir bóltin í net-
inum, men fýra av hesum
málum vórðu kolldemd, so
endaligi sigurin gjerdist
»bert« 5—0.
Hesi mál kunnu koma
ÍF væl við. Teir hava nú
aftaná 11 dystir skotið 27
og tapt 6 mál og hava
sostatt ein málmun uppá
21, meðan TB, ið hevur
leikt ein dyst minni hevur
skotið 33 og tapt 11 og
hevur sostatt málmunin
22, men trý stig minni enn
ÍF.
Steðan í 1. deild er
aftaná dystirnar um viku-
skiftið hendan:
ÍF 11 276- 19
TB 10 33-11 16
HB 10 30-13 14
B36 11 16-23 10
MB 11 1822 8
VB 10 1526 7
KÍ 11 1438 7
NSÍ 10 721 383
Meguleikin er har,
trúgvi eg
Ronny vildi treyðugt siga
nakað um føroyameistara-
heitið, og nærum eins
treyðugt vildi formaðurin
í ÍF Petur Simonsen siga
nakað, men hann helt tó
fyri:
— Nú kann ein megu-
liga byrja at hava góðar
vónir um: at vinna
meistaraheitið fyri fyrstu
ferð, men enn resta tó sera
torferir dystir. Bæði HB
her á heimavelli, VB í
Vági og B36 her í Fugla-
firði eru trupulir dystir og
torført verður at vinna og
harafturat avhongur ein
partur jú av úrslitinum
millum HB og TB. Spenn-
andi verður í ellum forum
at frætta.
jk
B36—MB2—2(1—1):
Heppið fyri B36
Fimm min. undan leikloki í 1. deildardystinum millum B36 og
MB, hevði MB risamøguleika fyri at avgera dystin, men ikki
eydnaðist. — Dysturin endaði við javnleiki
Ikki vóru tað nógvir á-
skoðarar, sum í regninum
leygardagin, hevdu leitað
sær niðan í Gundadal til 1.
deildardystin millum B36
og MB.
Komu framum, men
javnað varð
beinanvegin
Fyrstu min. av dystinum
gekk spælið javnt millum
bæði liðini, men tá 10 min.
vóru farnir kom B36 á
odda. Hetta hendi tá Hug-
in Samuelsen, aftan á
avlevering frá Andreasi
Vatnhamar, setti bóltin í
netið uttan nakran megu-
leika hjá MB-málverjan-
um at bjarga.
Bert 2. min. seinni javn-
aði Sámal á Vágalið fyri
MB. Henn fekk avlevering
frá Jóhannesi Ellefsen,
trekti út í hegru síðu og
skeyt haðani bóltin trygt í
netið.
Restina av fyrra hálv-
leiki gekk spælið javnt,
men tað eydnaðist hvørg-
um liðinum at skora, og
var steðan tí, tá farið varð
til hálvleikssteðg, javn-
leikur 1—1.
Á odda aftaná
fimm min.
Seinni hálvleikur var
bert fimm min. gamal tá
tað eydnaðist MB at koma
framum, og var tað aftur
hesaferð Sámal á Vágalið,
ið setti bóltin í netið.
Hetta málið erraði MB-
leikararnar. Teir vunnu
sær yvirvág í leiki og
høvdu einstøk vandamikil
álop móti B36-målinum,
men í netið eydnaðist ikki
at fáa bóltin.
Í staðin fekk B36 í 34.
min. javnað. Leo Poulsen
varð inni í brotsteiginum
feldur av MB-leikara og
varð dømt brotsspark.
Brotssparkið setti
Kjartan Mohr ósvikaliga
trygt í netið.
Á stongina
Tað, ið var eftir av dyst-
inum pressaðu bæði liðini
fyri at fáa mál, men tað
eydnaðist tó hvergum, so
endaliga úrslitið varð at
liðini fingu hver sítt stig
og hver síni tvey mál heim
við. |
Væl eydnaðist ikki at
skora, men tá fimm min.
vóru eftir hevði MB risa-
meguleika fyri at koma á
odda 3—2.
B36-verjuleikar skuldi
leggja bóltin aftur til mál-
verjan, men skotið var ov
veikt og Árni Joensen
kom ímillum, men skot
hansara rakti á stongina.