mikudagur 12. september 1979síða 17
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Vildu ikki hava bridge
í kveldskúlanum
Tórshavnar Bridge-
skúli heldur fram í vet-
ur. Undirvíst verður í
skúlanum í Fr. Peter-
sensgetu hvert mána-
kveld bæði fyri teim-
um, ið hava fingið hyll-
ing á, og teimum, ið
ikki vita, hvat bridge
er, men hava hug at
royna tað.
Skúlin hevur havt ta
gleði, at tey ungu
eisini hava verið við, og
er talið av heilt ungum
luttakarum vaksandi.
Tveir klassar við
umleið 40 luttakarum
tilsamans hevdu gingið
tveir vetrar í vár, og
verður hetta vónandi
at merkjast í feløgun-
um nú byrjað verður
aftur.
Stýrið fyri skúlan
hevur aftur í ár roynt
at fingið undirvising-
ina lagda til frítíðar-
undirvísingina, men
hevur mentunarnevnd
býráðsins ikki hildið
okkum ella frítíðarítriv
okkara hóskað har —
tað bar ikki til.
Aðalfundur
Eg havi fingið tvær frá-
boðanir til aðalfund.
Onnur frá Havnar Bf.,
ið byrjar spæliárið við
aðalfundi tann 6. sep-
tember og hin frá Fer-
oya Bridge Sambandi,
ið heldur ársaðalfund
tann 23. september.
Tað sær út til, at virk-
semið verður stórt í
vetur. Havnar Bf. legg-
ur tekningarlista til
vetrarkappingarnar
fram fyrsta spæli-
kveldið, og F.B.S. letur
startskotið til nýggja
spæliárið av við al-
mennari parakapping í
Hoydelum í morgin.
Harumframt eru á
aðalfundarskránni hjá
F.B.S. 14 mál. Um-
framt tey vanligu (í-
roknað lógarbroyting)
kunnu nevnast »meist-
arastig« og húsakeyp.
Husakeyp
Meistarastig verða
nýtt næstan allastaðir,
har bridgespælið er væl
organiserað. Stig verða
latin bestu
spælarunum ( ca. 25%)
í ellum kappingum inn-
an sambandið, eisini í
feløgunum. Stigini
verða skrásett og
kunngjerd av
sambandinum. Hetta
hevur serliga vaksið
um áhugan fyri mill-
umfelags- og opnum
kappingum.
At tað er ógvuliga
trongligt í bridgefelog-
unum í Havn er skill-
igt. Nú eru øll trongd
saman hjá Havnar
Klubba, men helini eru
jú ikki bygd til enda-
málið. Tey try feløgini
settu í fjør eina byggi-
nevnd, og hoyrdist frá
býráðnum, at grund-
stykki var tekt, men
skal hetta sjálvandi
takast við fyrivarni.
F.B.S. sendir nærri
frágreiðing um
húsakeyp fyri
aðalfundin, so her kann
eg ikki so væl fara við
leysatíðindum.
Felag nr. 12 hevur
sekt um limaskap, og
er tað Eiðis Bridge-
felag. Eiðisfólk vóru í
fjør limir í Fuglafjarðar
Bf. men vilja nú standa
á egnum beinum (halda
á egnum kortum!)
Ein lesari hevði at
mær í blaðnum herfyri,
tí eg onki hevði skrivað
um bridge, nú fyrst
Kaggin og síðani Vág-
bingar fóru avstað við
meistaraheitinum.
Lesarin veit sjálv-
andi, at tað ikki var
orsekin. Ein kann
kanska siga, at eg setti
hol á viðvíkjandi at
skriva um bridge, men
tað eru fleiri, ið hava
tikið upp tráðin. Eg
havi nógv jern í eldin-
um, men haldi ikki, at
eg havi svikið bridgið.
Sosialurin vil lata
fastan teig til bridge,
so tú ella onnur, ið vilja
stuðla áhuganum fyri
bridge, skulu bert siga
mær frá — tað kundi
hent seg, at vit kundu
greitt hetta í felag ?
Mortan
sosialurin
Johan Nielsen
sekir nýtt
prestaembæti
Johan Nielsen er innstill-
aður til prestastarvið í
Hellebæk norðanfyri Hel-
singer. Meinigheitsráðið í
Hellebæk hevur eisini út-
nevnt Ib Wulff Jørgensen,
próst í Keypmannahavn,
til starvið. Áðrenn ráðið
roynir at gera eina ein-
mælta innstilling, skulu
báðir umsekjararnir præ-
dika í Hellebæk kirkju.
Dalberg 60
Ein seinkað feðingardags-
heilsa.
Hin 31. juli fylti ein væl
kendur kollfirðingur 60 ár.
Dalberg ber sín aldur
væl og eingin unglingi er
raskari í dagliga arbeiði
sínum enn hann.
Tað, sum sermerkir
hann, og Nicolinu konu
hansara, er hitt ófera
gestablídni, sum ein og
hver kann sanna, sum inni
hjá teimum hevur verið.
Haðani fer ongin svangur
út aftur.
Javnaðarmaður er Dal-
berg um ein háls. Ein dag-
in, eg var inni hjá honum,
komu vit at tosa politikk.
Dalberg segði tá við meg,
nýtt um nevn
SS — When vou smile
Ein føroysk single-plåta kom út hósdagin. Tað er
Árni Andreasen úr Havn, sum syngur tvey løg,
hann sjálvur hevur gjert. :
Plåtan hevur — eftir gomlu uppskriftini — eitt
stilt lag og eitt vilt. Tekstirnir eru å enskum, og
løgini kallar Årni Teenager Queen og When you
smile. ,
Årni spælir sjålvur bass å plåtuni og saman vid
honum spæla Oskar Eirikson (trummur), Joan
Petur Andreasen (strings og klaver) og Milson
Zachariasen spælir steel guitar. Tad er eisini
hann, sum staðið hevur fyri upptøkuni.
L.M. handilin gevur plátuna út.
at hiðani úr Nord ine hvussu fegin tú
streymi hevur ongan- vilt.
tíð javnaðarmaður sit- Tillukku frændi og
ið á tingi. Og tað sær út nógv ár afturat!
hareftir, tú fortjenar
ikki fyri »skoynisopp- Sjúrður
Højgaard 75 ár
Í gjár, tann 11. septemb-
er, fylti Hans J. Høj-
gaard, fyrrverandi lærari
og kórleiðari, 75 ár.
Tað er einki at taka
seg aftur í, at Hans Høj-
gaard er tann persónur-
in, sum hevur havt tann
størsta týdningin fyri
føroyskan korsang.
Tad byrjadi i småum
við barnakórinum á
Toftum í tríatiárunum,
og tað síðsta, vit hoyrdu
Hejgaard stjórna, var tí
kenda Toftakórinum fyri
nekrum árum síðani.
Um ikki dagliga, so
hoyra vit fleiri ferðir um
vikuna hesi kórini
syngja sangir, sum Hgj-
gaard hevur komponer-
að. Og teir eru ikki fáir í
tali.
Í 1950 sendi hann út
sangheftið Feroysk Song-
løg I við 40 logum og
fyri tveimum árum síðan
kom Feroysk Songløg II
ut i eini prydiligari ut-
gåvu vid 85 komposi-
tiónum.
Nekur løg eru gjøgn-
umkomponerað. Millum
t kunna kalla høvuds
verk Hejgaards, kantat
ar báðar. Tann fyrra
3 gjørd til vígsluna
unuskúla, meðan tann
seinna varð gjerd til
vígsluna av Feroya Lær-
araskúla.
Hetta eru verk, sum
hvert føroyskt mans-
barn kennir og sum allir
føroyingar fegnast um at
eiga.
Hans J. Højgaard er
ættadur av Toftum.
Eftir at hava verið til
skips í nøkur år, og eftir
at hava tikið lærara-
prógv í Danmark, leitaði
hann aftur til Toftir, har
hann var lærari frá 1929
til 1953, tá hann tók við
sum lærari við komm-
unuskúlan í Havn. Meg-
inparturin av tíðini á
Toftum var Hejgaard
fyrsti-lærari. Í seinru
helt í tríatiárunum var
hann á námskeiði á
danska læraraháskúlan- ogna sær á plátu. Tvær
um og gekk hann tá EP-plátur við Havnar
eisini til sangvenjing og Sangfelag komu út í
musikkteori. sekstiárunum, meðan
Á Toftum fór Høj- tvær LP-plátur við
gaard beinanvegin undir Toftakórunum komu út í
korsang. Fyrst við børn- 1977. Ein LP-pláta við
um, sum hildu konsertir Barnakórinum á Toftum
ferðum í fimtiárunum.
Bæði við barnakórinum
og teimum vaksnu.
Nógv av løgunum hjá
Hejgaard kunnu fólk'
kring allar Føroyar, kom ut i 74.
seinri við vaksnum. Hejgaard smíðar fram-
Komin til Havnar, tók vegis leg. so vónandi fáa
hann við sum kórleiðari í vit enn fleiri av hansara
Havna Sangfelag og legum, sum bera dám av
leiddi kórið ng ar foroysku fólkasang
Si eiða t k kvæðunur I 1
Nr. 70 — 12. september 1979
. .
Naziborgin
2. heimsbardagi í sunn-
ara partinum av Franka-
ríki. Filmurin gongur
fyri seg í og rundan um
hevuðssteðina hjá
nazistunum í eini gaml-
ari, franskari borg. Vit
fylgja einum bólki av
enskum og fronskum
hermonnum, sum eru
flýddir av borgini, har
teir hava sitið fangar.
Á veg aftur til vígvellin
sameina teir seg við ein
bólk av fronskum
partisanum, og koma
hervið at luttaka í eini
ætlan, sum hevur til
endamáls at treingja
inn í borgini og taka
verjuætlanina hjá
týskunum.
Týskararnir fáa
frænir av, hvat teir
flýddu fangarnir og
partisanarnir eru, men
eftir eina blóðuga upp-
gerð eydnast tað teim-
um at sleppa undan, og
operatiónin »Kauf-
mann« kann byrja.
Filmurin verður
sýndur í Leikhús Bio.
Aftan fyri
múrarnar i
kvinnu-
fongslinum
Filmurin fylgir tilver-
uni hjá einum bólki av
kvinnuligum fangum,
sum — i stadin fyri at
verða til lóglýdnar
borgarar = — verða
noyddir út í glatan og
ólukku. Soleiðis við
Martine, einari ungari
gentu, sum av misgåv-
um er sett føst fyri eina
gerð, hon ongantíð hev-
ur gjort.
Bæði kroppsliga og
sálarliga vil hon restina
av sínum degum bera
merki eftir hesa fongsl-
ing — fongsling-
in, sum skuldi tænt fyri
at fingið fólk aftur á
beina leið.
Filmurin verður
sýndur í Leikhús Bio.
Automatsvararin í
Leikhús Bio hevur tlf.
|
|